Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Norðlýsið gjørdi eitt ordans hál síðsta fríggjdag, tá tey fingu 49.108,75 krónur úr komm­unu­kass­anum! Vit á privatu miðlunum hava gramt okkum so illa sein­astu tíðina, at fólk helst eru far­in at troytt­ast. Grenja um mink­andi inn­ tø k­u­g r u n d ­ar­l ag og um hamr­andi ó­rætt­vísa kapp­ing frá Kring­varp­i­num. Øðrvísi er statt á Norð­lýs­i­num í Klaks­vík. At knotur eru í sølu­fólkunum har norðuri, tað mugu vit bara sanna, sam­stund­is sum markn­að­ar­deild­ir­nar hjá mið­stað­ar­press­uni rodna av skomm, tí í Norð­lýs­i­num kost­ar ein lýs­ing­ar­síða 12.500 krón­ur! Tað vísa skjøl, sum Klaks­víkar komm­una hevur sent okkum. Síðsta fríggjadag kom Norð­lýs­ið í hvørt hús í land­i­ num. Blaði­ð var á trem­ur við góð­um til­fari um, hvussu gott tað er í Klaks­vík, og hvussu ó­rein øll í Havn eru, sum bara taka frá klaks­víkingum. Og nógv eru í øðini um hetta blað, ser­liga javn­að­ar­ fólk, sum føla seg illa happ­ að. Fleiri eru beinleiðis for­ nerm­að. Men vit í miðlunum, vit eru flóv. Vit eru flóv av, at vit ikki klára at kapp­ast við Norð­lýs­ið um lýs­ing­ar­nar. Vit eru flóv av, at tildømis Klaks­vík­ar komm­una held­ ur vil be­tala 12.500 krón­ur fyri síðu 29 í Norð­lýs­i­num enn dump­ing­prís í Dimm­ a­lætt­ing, Sos­i­al­i­num ella í Kring­varp­i­num. Gunvá við Keldu, borg­ meist­ari, fekk sín boð­skap út. Hon hevur úr komm­un­u­ kass­anum í Klaksvík goldið Norð­lýs­i­num 49.108 krónur og 75 oyru! Og tað er bara fyri lýs­ingar á teim­um fimm síðu­num, ikki fyri innihaldið, tí tað er ikki lov. So kemur brúk­ar­a­um­boðs­ maðurin eftir Norðlýsinum. Segði nakar okursprísur? 12.500 krón­ur fyri síðu 29 í Norð­lýsinum, tað er í øllum før­um kuul. Spurn­ing­ur­in er so bara, um tey á Norð­lýs­i­num eru góð sølu­fólk, um borg­ar­stjór­ in í­ Klaks­vík er eitt hopleyst oyðsl, sum ikki dugir at um­ sita skattaborgarans peng­ar, ella um talan er um dulda re­klamu, sum brúk­a­ra­um­ boðs­mað­ur­in ­eig­ur at taka sær av... (Vit kunnu skoyta uppí her, at Heðin Mortensen hev­ ur havt ein følara úti hjá okk­ um, men sig einki!) Tað var ein løgin leikur, sum fór fram mik­u­dag­in, tá Fólk­a­flokk­ur­in tók fyrsta stigið at leggja tvey að­al­ráð sam­an. Men tað skilst á øll­um brøgd­ um, at hetta ikki var ein avgerð, sum er væl um­hugs­að - hvørki í Fólk­a­flok­k­i­ num ella í sam­gong­uni sum heild. Løgmaður fekk ikki boðini fyri enn kvøld­ið fyri, og Jóannes Eid­es­gaard fekk boð­ini »næst­an ein heil­an tíma áðr­enn tíð­ind­a­fund­in hjá Fólk­a­flokk­ i­num«. At tíð­ind­a­red­ak­ti­ón­ir­nar í Før­oy­ um sita við boð­u­num frá Fólk­a­flokk­i­ num áðr­enn sam­starvs­flokk­ar­nir hjá Jørg­en Nicl­a­sen og løg­manni hava á­n­ ilsi av nøkrum, tað ber boð um vant­ andi leiðsl­u­evni hjá evsta leiðara í Ting­a­nesi, og tað vísir eisini eina djúpt frus­tr­er­aða sam­gongu, har flokkar royna at finna upp á okkurt stunt til tess at tekkj­ast veljarafjøldini. Løgmaður roynir at kyrra við at siga, at hetta stigið hjá Fólk­a­flokk­i­ num ­ikki er øðrvísi, enn tá til døm­is Javn­að­ar­flokk­ur­in skifti lands­stýr­is­ mann. Men her letst løg­mað­ur at vera naivari, enn hann er. Sjálv­andi er tað eitt sam­gong­u­mál, at ein lands­stýr­is­ mað­ur h­já einum sam­gong­u­flokki skal um­sita tvey aðalráð. Og hvar er log­ikk­ ur­in, hví skal løg­mað­ur gjalda Jørg­en Nicl­asen 63.000 krón­ur í løn um mán­ að­in, tá hann slett ikki hev­ur brúk fyri honum? Um Jac­ob Vest­er­gaard kann gera arbeiðið eins væl í úrtíð, so kundi løgmaður spart 2,2 milliónir krónur í løn, sum Jørg­en Niclasen hevur kostað síðani sep­tem­ber í 2007. Í hesum máli hevur tann annars sam­bært veljar­a­kann­ing­unum so væl um­tókti løg­mað­urin víst seg sum ein veik­an leiðara. Hevði løgmaður itið Atli Dam ella Anfinn Kallsberg, so hevði slíkt ikki hent. Eingin hevði torað at víst so lítla respekt fyri teimum, sum teir vísa Kaj Leo Johannesen. Tað er tí, at alt ber til, og einki fær avleiðingar. Hendan hand­far­ing­in vísir eina veika leiðslu og eina sam­gongu, sum hvørki hevur gong­u­lag ella áralag. Motivið hjá Fólkaflokkinum er sjálv­andi okkurt heilt annað. Søgur ganga um, at Poul Michelsen er við at stovna ein borg­ar­lig­an full­veld­is­flokk, hvørs grund­stuðl­ar eru fólk, sum hava vent Fólka­flokk­i­num bak­ið, tí hann er ov sam­bandsk­ur, og tjóð­veld­is­fólk, sum vilja á borg­ar­liga bógvin. Og tað er ein reel hóttan hjá Fólk­a­flokkinum, og tí hevur flokk­urin brúk fyri ein­um sterk­um leið­ara. Men at koyra for­ mann­in úr lands­stýr­i­num í tingið fyri at bjarga hes­um, tað hongur slett ikki saman. Í veruleikanum er Fólkaflokkurin org­a­n­i­s­a­tor­iskt í svárum trupulleikum – trup­ul­l­eik­um, sum eru nógv verri enn hjá nøkr­um øðrum flokki. Umframt flýggj­an av grund­stuð­lu­n­ um, so hava tveir høv­uðs­persónar eitt rætt­ar­mál hangandi yvir sær, og aðal­ stjór­a­mál­ið hjá Jørgen Niclasen liggur hjá um­boðs­konuni. Kemur hon eisini har við eini ó­be­hag­i­lig­ari nið­ur­støðu, so hev­ur floks­for­mað­urin tað frægari á tingi enn í landsstýri. Hví gjalda 63.000 til mann, sum brúk ikki er fyri? Tað er mikið áhugavert, at sjón­varp­ið hjá Kring­varp­ i­num brýt­ur mørk. Og tað gjørdi Kring­varp­ið so dygg­ i­liga í gjár­kvøld­ið, tá teir fylgdu før­oyska stripp­ar­a­ num, Victoru Wild, í Keyp­ mann­a­havn. Hon vísti bæði buppur og tað, sum loyn­i­lig­ar­i er – og tað er ikki ger­and­is­kost­ ur í­ før­oysk­um sjón­varpi. Men vit bíða í spenningi eftir, hvør ting­maður (tí tað eru bara menn sum hugsa um slíkt) verð­ur tann fyrsti at senda Helenu Dam á Neystabø ein grein 52 fyr­ i­spurn­ing, um hon heldur tað verða rætt at senda eitt sjón­varps­lið – fyri skatt­ gjald­ar­ans pen­ing – nið­ ur til Dan­mark­ar at taka mynd­ir av eini spill­nakn­ari før­oysk­ari kvinnu og vísa tað í sjón­varp­i­num! Kanska vit skuldu út­ skriv­að eina gitikapping, tí onk­ur verð­ur tann fyrsti... Okkurt bendir á, at Kring­varp­ið í næstu send­ ing fer at renna aft­an á sam­kynd­um før­oy­i­ngi. Man tað ikki eisini verða eitt mál, sum er so stórt, at ting­MENN fara at reisa mál­ið? Hvat man Helena siga til naknu Victoriu? Veik leiðsla og hóttur flokkur Nýtt at­ las, trongi ella vitan til lærdóm Bjarni djurholm kjak á síðu 20 Pravda endurfødd í Klaksvík Johan Samuelsen kjak á síðu 21 Victora Wild, sum Beinta Jakobsen kallar seg, stripp­aði fyri einum komandi brúðgómi í sendingini í gjárkvøldið Norðlýsið tjenar mest