Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 4 Sosialurin Hevði uppskotið um at skerja talið á tinglimum niður í 25, verið galdandi á seinasta løgtingsvali, høv­du allir flokkarnar mist tingsessir. Petur Zachariasen, hag­frøð­ingur, hevur rokn­að út, hvussu ting­ man­na­býtið hevði verið í Løgtinginum í dag við 25 tinglimum. Hann hev­ ur eisini brúkt nýggja útrok­n­ingarháttin, sum varð samtyktur í fjør. Úrslitið er, at ting­ manna­býtið hevði ver­ið soleiðis. (Talið í klom­ brum vísir, hvus­su nógv, hvør ein­stak­ur flokkur hevði mist): Flokkur ”L” still­aði upp sein­ast og varð ofta nevnd­ur Mið­ náms­skúla­flokk­ur­in. A:5 (mist 2) B:6 (mist 1) C:5 (mist 1) D:1 (mist 1) E: 6 (mist 2) H: 2 (mist 1) L: 0 Hevði uppskotið um 25 ting­limir, verið galdandi í dag, høvdu hesi ikki sitið á tingi í dag Fyri A: Jógvan á Lakjuni og Poul Michelsen (Hann stillaði upp fyri á, men hevur síðani tikið seg úr flokkinum). Fyri B: Rósa Samuelsen Fyri C: Katrin Dahl Jakobsen Fyri D: Kári P. Højgaard Fyri E: Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen Fyri H: Jenis av Rana Kortini skal viðmerkjast, at politikarar, sum taka sæt­ið í Landsstýrinum, kun­nu ikki eisini hava sæti á tingi. av tí sama høvdu tey flestu av hes­ um kortini sitið á tingi í dag. Sum samgongan sær út í dag, hevði einasta broyt­ing verið tann, at Eyð­gunn Samuelsen, og Jasp­ur Vang høvdu mist sæti sum tiltakslimir. Tað høvdu Heðin Zachariasen og Óli Breckmann eisini. Jen­is av Rana hevði held­ ur ikki sitið á tingi í dag. Øll hini høvdu sitið sum eykafólk fyri lands­ stýris­fólkini hjá teimum ymsu flokkunum. Úr Andstøðun kann eisini staðfestast, at tveir floks­for­menn høvdu ikki sitið á tingi í dag, nevni­ liga Kári P. Højgaard og Jenis av Rana. Tað er eisini vert at leggja til merk­is, at tingmaður við hægstu tignini, løg­tings­ for­maðurin, Hergeir Niel­ sen, hevði eisini fallið. Áki Bertholdsen Nú skal talið á løgtingslimum lækk­ast úr 33 tinglimum, sum tað eru nú, niður í 25. Tað heldur Bjørn Kalsø, løg­tings­limur. Nú fer hann at leggja upp­ skot fyri Løgtingið um at av­ taka átta løgtingslimur, tá ið løg­tings­val verður aftur, so at tað bara bera 25 tinglimir í næsta Løgtingi. Hann hevur umhugsað hetta rættiliga leingi og hann hevur eisini roynt at fáa aðrar tinglimir at leggja upp­skot­ið fram saman við hon­um. Men enn veit hann ikki um tað fer at eydnast at fáa nakr­an at leggja uppskotið fram saman við honum. Men undir øllum um­støð­ um verður uppskotið lagt fram í næstum, hóast hann verð­ur einsamallur um tað, sig­ur Bjørn Kalsø. Hann staðfestir eisini, at tað er ivingarsamt um tað verð­ur samtykt, men hann held­ur, at Løgtingið eigur í hvus­su so er at fáa høvi til at við­gera málið. 33 er ov nógv Bjørn Kalsø sigur, at hetta upp­skot­ið snýr seg bara um at lækka tingmannatalið og snýr seg sostatt ikki um, hvus­su nógv valdømi, vit skulu hava, hvussu býtið skal vera ímillum kynini, ella um aðr­ar yvirskipaðar spurn­ing­ ar. Uppskotsstillarin stað­ fest­ir eisini, at tað er ikki nøk­ur djúptøkin meting aftan­fyri ætlanina at lækka tal­ið niður í 25 løgtingslimir, tí fyri hansara skyld kann tal­ið eisini vera 23 ella 27. Men hví er tað rætt at læk­ka talið á løgtingslimum? Tað eru fleiri orsøkir til tað. Ein orsøk er, at í einum lítl­um landi sum Føroyum, haldi eg, at tað er ov nógv at hava 33 løgtingslimir, sigur Bjørn Kalsø. Hann staðfestir somu­ leið­is­, at nú tað almenna hev­ur sett sparingar í verk alla­staðni, har tað ber til, eiga politikarar heldur ikki at ræðast at seta sparingar í verk hjá sær sjálvum eisini. - Tað er eisini eitt politiskt mál at leggja kommunur sam­an, samstundis sum tær skulu hava fleiri og fleiri mál at umsita. - Sostatt verða upp­gávur­ nar hjá løgtinginum av meiri yvir­skipaðum slagi og eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera neyðugt við 33 ting­lim­ um. Onki hald Summi halda, at hetta fer at máa støðið undan útjaðara­ num, men Bjørn Kalsø heldur ikki, at tað hevur hald í veru­ leika­num. - Tað er vónleyst at siga nakað um, men í kjalar­vørri­ num á, at allar Føroyar eru eitt valdømi, haldi eg, at tað er rætt at tinglimirnir eisini verða færri í tali, sigur hann. - Samstundis verða teir løg­tings­limir, sum eftir eru, sjón­ligari, og tað verður lætt­ ari hjá veljarunum at fylgja við í politiska arbeiðnum. Her skal viðmerkjast, at ein uppgerð, sum Petur Zacharia­sen, hagfrøðingur, hev­ur gjørt fyri Sosialin, sæst, at taka vit hetta Løg­ ting­ið sum dømi, høvdu trígg­ir av tinglimunum, sum ikki høvdu verðið valdir, verið úr Havn, tríggir høvdu ver­ið úr Eysturoy, ein hevði ver­ið úr Vágum og ein úr Suður­oy. Vera átta tingfólk færri, fer tað kanska at spara einar fýra milliónir krónur. Talið á løgtings­ limum skal minkast niður í 25 LØGTINGIÐ Nú fer Bjørn Kalsø at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka átta sessir í Løgtinginum 8 høvdu rokið Allir høvdu mist Sparing - Nú tað almenna setir sparingar í verk allastaðni, eiga politikarar ikki at ræðast at spara hjá sær sjálvum eisini, heldur Bjørn Kalsø, sum nú fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka átta tinglimir Í einum lítlum landi sum Føroyum, er tað ov nógv at hava 33 løgtingslimir Tað er ivingarsamt um tað verður samtykt