Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 6 Sosialurin Randi Jacobsen Ein vanligur diesel- ella bensin­bilur hevur bara streym­megina seks volt, og eingin ólukka hendir, um tær fært elek­trisk­an stoyt av bilin­um. Men øðrvísi er við el- drivnu bilunum, sum brúka sterkstreym. Har er megina 230 volt, sum fólk ikki tola at fáa gjøgnum seg. Sev hevur fingið tveir el- bilar, men fyritøkan Peugeut, sum seldi bilarnar, setti sum treyt, at í minsta lagi ein bilsmiðjur hjá AUTO Service skuldi koma á trygdarskeið hjá teimum. Anthonius Dalsgaard, tekniskur leiðari hjá Auto Service hevur verið á hesum skeiðinum, og seinni er ætl­ anin at onkrir aftrat skulu á trygdarskeiðið. Persónlig trygd – Skeiðið var mest um, hvussu tú sum bilsmiðjur tryggjar teg sjálvan. Vit fingu um­framt fakligt innlit at vita, hvussu týdningarmikið tað er við persónligu trygdini, serligum handskum, skóm, klæðum og hjálmi við glasi fyri, tá ið vit arbeiða upp á el-bilar, sigur Anthonius Dalsgaard. Tað skulu í minst lagi vera tveir el-bilakønur til at arbeiða upp á ein el-bil, tí um øðrum tørvar hjálp, má hin kenna fyrilitini at taka. Málarar eru settir í teir báðar el-bilarnar hjá Sev, sum Sev-fólk hava bundið í. Innleggingin sum er tann sama sum í húsum, kann bara gerast av góðkendum el-fólki. Ætlandi fær Sev fleiri el- bilar seinni í ár, tann fyrsti kemur í mars. Serlig tilbúgving Auto Service og Sev eru í tøttum samstarvi um el-bil­ arnar, og hvussu teir skuu handfarast. Heðin Weihe, verkstaðs­ leiðari hjá Auto Service sig­ ur, at teirr ætlan er at fara at tosa við sløkkiliðið og myndugleikar annars um at gera eina tilbúgving, tí sløkkilðsfólk mugu eisini hugsa um egna trygd, um til dømis eldur kemur í ein elektriskan bil ella vandi er fyri at fáa elektriskan stoyt. Annars eru alskyns trygd­ ar­royndir gjørdar við bil­un­ um. – Elektrisku bilarnir eru heilt vist ein avbjóðing fyri bjargingarlið, sigur Anthon­ ius Dalsgaard. Granskingarætlan Fyri Sev er tað ein gransk­ ingar­ætlan at ogna sær e-bilar. Kannað verður, hvat bilarnir brúka av streymi, og á hvørjum vegum teir brúka mest ella minst. Í tí sambandi eru gbs-arar settir í teir báðar bilarnar. Sum heild vil Sev eisini vita, hvussu egnaðir el- bilarnir eru til viðurskiftini her við tí vátu luftini. Hesir bilarnir hava einki co2-útlát, og málið er, at streym­urin í bilinum í so stór­an mun sum gjørligt askal koma frá grønari orku. Býarbilar Hesir báðir bilarnir kunnu koyra 110 km, áðrenn teir skulu løðst aftur, og tað tekur 4-6 tímar at løða bilin. – Tað ber illa til at fara langar túrar við einum slíkum bili, men hann er frálíkur til styttri túrar og býarkoyring, sigur Heðin Weihe. Bilarnir eru at kalla ljóð­ leysir og dálka ikki. Starvsfólk hjá Sev roynd­ arkoyrir hilarnar, og ætlanin er at lata aðrar stovnar eisini fáa hetta høvið. Serliga trygd fyri at arbeiða við el-bilum Anthonius Dalsgaard, tekniskur leiðari hjá Auto Service hevur verið á serligum trygdarskeiði, nú fyrstu el-bilarnir eru komnir til landið. Bilasølan samstarvar við Sev og ætlar at seta seg í samband við myndugleikar fyri at gera eina serlga tilbúgving Anthonius Dalsgaard, tekniskur leiðari og Heðin Weihe, verkstaðarleiðari á Auto Service arbeiða saman við SEV um el-bilarnar Mynd: Jens Kristian Vang Tað tekur 4-6 tímar at løða hesar bilarnar Mynd: Jens Kristian Vang