Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 28 Sosialurin Havi altíð tikið fult og heilt undir við hugsjónini um eina veruliga samgongu millum Norðurlond. Meti tað sum eitt álvarsligt afturstig, at ítøkiligu ætlanirnar um eina handils- og tollsamgongu millum norðurlond – tað sonevnda NORDEK – sum eitt nú Olof Palme stríddist fyri í seksti- og sjeytiárunum, varð endaliga jarðað, tá Dan­ mark fór upp í ES í 1973. Haldi, tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri Føroyar politiskt, búskaparliga, ment­ anarliga og sosialt – og vit høvdu helst longu verið sjálvstøðugt land á jøvnum stigi við hini Norðurlondini, um norðurlendska sam­starv­ ið hevði verið ment til eina veruliga samgongu ella eitt samveldislíknandi sam­starv. Í dag eru vit enn ikki sjálv­ støðugur limur í Norður­landa­ ráðnum og ikki viður­kend í altjóðarætti. Meðan tey sjálvstøðugu Norður­lond­ini eru farin í tvín­ingar millum ES-limir og ikki ES-limir. Wetterberg blæsir lív í Í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Stockholm í 2009, skrivaði svenski søgufrøðingurin, Gunnar Wetterberg, eina kronikk í Dagens Nyheter, har hann mælti til, at Norðurlond skulu skipa seg í eitt samveldi. Ítøkiliga skeyt hann upp, at skipað verður ein føderasjón, har teir fimm norðurlendsku statirnir eru limir: Svøríki, Finnland, Noreg, Danmark og Ísland. Hetta skapti ávíst kjak og umrøðu, og á ársfundi Norðurlandaráðsins í Reykja­vík í november 2010 legði Wetterberg fram ein lítlan bókling, fíggjaður av Norðurlendska Ráðharra­ ráðnum, har hann greiðir nærri frá sínum hugsanum. Høvi varð eisini til at kjakast við Wetterberg og onnur um málið á pallborðsfundi. Og her tók undirritaði lut. Skal mæla øllum til, at fara til fundin hjá Norrøna Felagnum mikukvøldið at lurta eftir og skifta orð við Gunnar Wetterberg. Hann er ein framúr greiður og lívligur maður, sum fær sligið sínar grundgevingar væl fastar – og lýsir tær bæði søguliga, við nútíðardømum og við framtíðarvisjónum. Norðurlond – tíggjundi størsti búskapur í heiminum Millum grundgevingarnar hjá Wetterbergi fyri fyri­mun­ unum og møguleikunum í einum Norðurlendskum sam­veldi, vísir hann millum annað á: Norðurlond tilsaman eru 25 mió. fólk, men búskaparliga eru vit tilsamans tíggjundi størsti búskapur í heiminum (størri enn tildømis Russland og Brasil). Norðurlond hava somu grundvirði við denti á fólka­ ræði, samhaldsfastar vælferð­ arskipanir, og javnstøðu. Tað samstarvið, ið longu er skipað innan útbúgving, felags arbeiðsmarknað, sosial rættindi, heilsussamstarv, um­hvørvi og mentan, kann mennast uppaftur meiri og sterkari. Í uttanríkispolitikki kunnu Norðurlond í felag fáa stóran leiklut í heimspolitisku gongd­ini. Tildømis høvdu Norðurlond kunnað tikið lut í G-20 bólkinum. Harumframt hevur Wetter­ berg eina røð av døm­um um og uppskotum um, hvussu samveldið kann skip­ast. Tó stendur enn heldur ógreitt, hvussu hann ímyndar sær viðurskiftini við ES. Føroyingar sum javnsett tjóð Á fundinum í Reykjavík spurdi eg Wetterberg, hví hann bara tosar um fimm lond, tá hann tosar um norð­­ur­­lendskt samveldi. Hví viðger hann ikki tær 9 norrønu tjóðir­nar? Skulu vit taka norðurlendsk virðir fyri áljóð­andi, so hava tey altíð lagt dent á javnstøðu millum tjóðir, og tí eiga Norðurlond sjálv­andi eisini at stuðla frælsis­­rætt­ind­unum hjá føroy­­ing­­um, grøn­lendingum, álend­­ing­­um og sámum. Wetter­­­berg segði seg vilja hugsi nærri um og viðgera hendan spurn­ing – og tí verður áhuga­­vert at vita, hvat hann sigur á fundinum í Føroyum. Í grein í Dimmalætting eftir fundin í Reykjavík, hevði ein blaðmaður á Dimmu hug at kalla Wetterberg ein ”sambandsmann” og legði tað fram eins og hug­ sjón­inrar hjá Wetterbergi skuldu verið í andsøgn við fullveldishugsjónina í Føroy­ um. Harmiligt, at slíkar mis­skiljingar og hug­taks­ fløkjur enn skulu mynda orða­skiftið í Føroyum, har gjøgn­um ættarlið er billað fólki inn, at ein sjálvstøðug tjóð er okkurt sum liggur einsa­malt og avbyrgt. Veruleikin er sjálvsagt tann øvuti, at ein sjálvstøðug tjóð og egið fullveldi er for­treytin fyri at taka lut í altjóða samstarvi ella á jøvnum føti í samveldum ella øðrum skip­ anum (eins og ES-londini). Wetterberg tosar um eina altjóðarættarliga samgongu millum sjálvstøðugar tjóðir. Hann tosar ikki um, at tildømis Danmark ella Noreg skulu vera partar av Svøríki ella øvut. Vilja føroyingar taka lut í hugsjónini um eina norðurlendska samgongu ella eitt norðulendskt samveldi, so krevur tað sjálvsagt, at vit verða javnsett og taka lut sum sjálvstøðugt fólk. Veruleikafjart? Wetterberg hevur fingið nógvar spurningar og uttan­ umtos frá norður­lend­skum politikar­um, sum siga, at upp­skot hansara er veru­leika­ fjart. Hann hevur svarað, at um onkur fyri 30 árum síðani segði, at eitt Evropa­­samveldi fór at hava 27 limir, so hevði tað eisini verið skírt veru­ leika­fjart og óðamannatos. Undir øllum umstøðum eru hugmyndirnar hjá Wetterbergi greiðar og samstarvsøkini liggja beint fyri. Um eitt norðurlendskt samveldi skal skipast sum ein beinleiðis føderasjón ella sum eitt heldur leysari samveldi millum statir, ber altíð til at kjakast um. Men um vit lurta og hugsa, so eru fyrimunirnir eyðsýndir og grundgevingarnar ímóti truplar at finna. Kjak Høgni Hoydal Norðurlendskt samveldi – við Føroyum sum sjálvstøðugum limi? Svenski søgumaðurin Gunnar Wetterberg hevur sett skilagóðu hugmyndina um eitt norrønt samveldi aftur á breddan, og heldur fyrilestur í Havn mikukvøldið á tiltaki hjá Norrøna Felagnum. Havi áður verið í kjaki við hann og víst á, at eitt norðurlendskt samveldi krevur javnsettar tjóðir – og harvið eisini sjálvstøðu og egnan limaskap til Føroyar Helgi, tingmaður Sam­band­sins, skrivaði her fyri grein, ikki um “blokkvælsignilsi”, men hitapumpur. Hann sigur, at fær tú tær hitapumpu svarar tað til at at flyta oljutangan úr túninum og inn á Sund. Hann hevur einans um 15 prosent rætt. Helgi skrivar næstan eisini, at hann als ikki skilur nakað av tí, hann skrivar um. Rætt hevur hann í tí. Stutt sagt arbeiðir ein hita­pumpa soleiðis, at fyri hvønn kilowatttíma tú keypir frá SEV, fært tú eini tríggjar kWh út sum varma. Brúka eini hús 3 tons av olju árliga til hita, letur húsið 9,9 tons av CO2 í luftina um árið. Verður skift til hitapumpu verður orkunýtslan ástøðiliga eitt tons og útlátið 3,3 tons árliga. Tá tú keypir streymin frá SEV er støðan hon, at 55 prosent er frá olju. Tá verður útlát títt 1650 kilo, ella ein sætting av 9,9 tonsum. Ein munandi minking. Fáa vit bygt út sjóvar­falsorku og vind so minkar útlátið sjálvandi. Sigast kann tí, at hita­pumpuskipan er væl snildari enn at hava oljutanga í túni­num. So snild, at hini norðan­londini lata fólki stuðul til hitapumpur. Hanus Vang Hitapumpur – olja og CO2-útlát