fríggjadagur 21. januar 2011síða 49
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 9 · 21. januar 2011
9
VIKUSKIFTI
best orðaðu og víðskygdastu forsetunum
yvirhøvur, og so hendi hetta júst 100 ár
eftir, at Abraham Lincoln hevði tikið
við sum forseti í landinum.
Kennedy hevði í sambandi við, at
hann varð kosin forsetavalevni í 1960,
boðað amerikanarum frá, at teir vóru
komnir til eitt nýtt vegamót, sum hann
rópti »New Frontier.« Hann segði tá:
»Vit standa nú á einum Nýggjum Vega
móti – vegamótinum við óuppfyltum
dreymum og vónum, einum vegamóti
av ókendum møguleikum og sannfør
ingum undir egnum váða. Hinumegin
hetta vegamótið eru óuppdagað økir av
vísind og rúmd, óloystir trupulleikar
í sambandi við kríggj og frið og
óbastir trupulleikar av ignoransu og
fordómum.«
Nýggj rættindi
John. F. Kennedy var sjónliga ótolin
eftir at broyta USA, og ógvusligur rør
ingur var longu í landinum orsakað av,
at fólk vóru uppbýtt eftir húðarliti í
almenna rúminum. Í sambandi við eina
mótmælisferð í Suðurstatunum ímóti
rasuskilnaðinum vóru litt mótmælisfólk
fyri grovum harðskapi, sum løgreglan
ikki steðgaði, og sjúkrahúsini noktaðu
at viðgera tey skaddu. Kennedy heitti
tá á Martin Luther King um at steðga
mótmælunum, men ómøguligt var at
standa ímóti trýstinum, ið nú kom.
Í 1962 søkti ein littur studentur um
at sleppa at lesa á einum universiteti
í Mississippi, har rasisman av álvara
logaði. Kennedy mátti hótta við, at her
urin kom upp í leikin, um studenturin
ikki slapp inn á universitetið. Tað slapp
hann so. Men við hesum linkaði spenn
ingurin ikki. Martin Luther King fór nú
til Birmingham í Alabama at vísa sína
ónøgd við ein av teimum mest harð
rendu løgregluovastunum í USA, Jim
Crow. Ovastin beitti bæði albrynjaðar
løgreglumenn, vandkanónir og hundar
eftir mótmælisfólkunum, og í sjónvarp
inum sá Kennedy, hvat hendi.
Hendingarnar ávirkaðu Kennedy so
nógv, at hann treiv í pennin og helt eina
sjónvarpsrøðu um borgararættindi.
Røðuna hava summi kallað eina ta
vakrastu, hann helt. Hann segði m.a.:
»Vit kunnu ikki siga við 10 prosent av
fólkinum, at tey ikki kunnu fáa somu
rættindi sum onnur, at teirra børn ikki
skulu hava loyva at menna síni evnir,
at teirra einasti háttur at vinna síni
rættindi er at fara á gøturnar at mót
mæla. Eg haldi, at vit skylda teimum
og okkum sjálvum eitt betri land enn
hetta.«
Tann 19. juni í 1963 legði Kennedy
fram eitt altumfatandi lógaruppskot
ímóti at gera mismun á fólki. Uppskotið
umfataði ikki bara rættin at atkvøða og
sleppa inn á almennar stovnar, men at
fáa atgongd til allar almennar bygningar,
bæði hotell, matstovur, sjónleikarhús
og handlar. Kennedy hevði tikið støðu
saman við teimum littu, men tann
28. august í 1963, tá júst 100 ár vóru
liðin, síðan Lincoln avtók trælahaldið,
skipaðu borgararættindastríðsfólk fyri
stórari mótmælisgongu í Washington.
Fleiri enn 250.000 fólk møttu upp, og
høvuðsrøðari var Martin Luther King.
Tað var á hesum fundi, at hann helt
víðagitnu røðuna um, at hann hevði ein
dreym. Ein dreym um, at øll mannabørn
skuldu taka saman hendur og syngja,
at tey loksins vóru fræls. »Free at last,
free at last,« messaði King, meðan hann
endurgav kenda gospelsangin, ið litt
høvdu sungið í mong áratíggju. Eisini
»We Shall Overcome« rungaði við
Lincoln Memorial. Tá alt var av, vórðu
fyriskipararnir bodnir í Hvítu Húsini,
har Kennedy tók ímóti teimum.
Gott eftirmæli
John F. Kennedy hevði sostatt avgerandi
týdning fyri, at amerikanarar av afri
konskum uppruna vunnu sær somu
rættindir í samfelagnum sum onnur.
Men hann verður ikki bara mintur fyri
tað. Spenningurin undir Kuba-kreppuni
í oktober 1962 var so nógvur, at øll
kreppan mundi endað við heimskríggi.
Keldur, sum fleiri ár seinni eru vorðnar
atkomiligar, hava avdúkað, at heimurin
var eina hársbreidd frá teirri stóru
vanlukkuni, tí nervarnir hingu uttaná
í báðum stórveldunum, og trýstið
innanífrá á Kennedy at brúka hermegi
var ovurstórt.
Kreppan snúði seg um, at russarar
vildu seta upp langtrøkkandi rakettir
á Kuba, og ætlanin var komin so
langt, at skipini vóru á veg á Kuba við
rakettunum. Kennedy setti í verk flota
stongsul, so skipini skuldu ikki sleppa
vegin fram. Soleiðis andøvdu stórveldini
hvørt yvir av øðrum, meðan heimurin
helt andanum og vónaði tað besta, men
óttaðist tað ringasta. At enda bakkaðu
russararnir, m.a. tí Kennedy gav lyfti
um, at USA fór ikki háða russarar, um
teir bakkaðu. Eisini læt hann teir vita,
at USA fór at taka sínar rakettir niður
í Turkalandi.
Heykarnir í Washington, ið vóru
uppfyltir av krígshugi hesi árini,
hildu, at John F. Kennedy og Robert F.
Kennedy vóru veikir. Teir høvdu ilt við
at gloyma Kennedy, at hann ikki var
komin útlagnum kubanarum til hjálpar,
tá teir í 1961 gjørdu innrás í Svínavíkini
á Kuba fyri at reka Castro burtur. Men
Kennedy vildi ikki, at USA skuldi setast
í samband við innrásina. Hetta fataðu
heykarnir sum veikleika, men í dag siga
søgufrøðingar, at Kennedy var kaldur
sum stál undir Kuba-kreppuni. Var rætt
og slætt orsøkin til, at hon ikki endaði
við kríggi.
So eftirmæli hansara er heilt í lagi.
Gamaní var hann kendur fyri at vera
fegin um konufólk, og kona hansara,
Jacqueline Kennedy, skuldi tola mangt,
m.a. at hann segðist fríggja við Marilyn
Monroe. Men tey hildu saman heilt fram
til 22. november í 1963, tá Kennedy varð
skotin í Dallas. Sorgin, ið amerikanarar
kendu tá, kundi valla lýsast við orðum,
og líka so skelkandi, sum drápið var,
líka so vist man tað vera, at tóku John
F. Kennedy og Martin Luther King
ikki lógvatak saman í 1963, hevði USA
neyvan havt ein littan forseta í dag.
John F. Kennedy varð innsettur sum forseti 20. januar í 1961. Hósdagin vóru sostatt liðin júst 50 ár, síðan hann tók við valdinum í
Washington. Hansara politiska eftirmæli er yvirhøvur gott, hóast hann doyði einans 46 ára gamal 22. november í 1963