Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Anfinn Kallsberg er tann fyrsti løg­mað­ur­in, sum fer frá við hægstu pensjón. Hann fær 34.345 krónur í pensjón, nú hann hevur lagt frá sær sum politikari. Eftir at fullveldis­sam­ gong­an varð skipað í 1998, sam­tykti løg­tingið mundandi broyt­ingar í lønar- og eft­ ir­løn­ar­við­ur­skift­um hjá pol­it­ik­ar­um. Eitt nú var løg­tingslønin hækkað mun­ andi, samstundis sum pen­ sjón­ir­nar hjá teimum, sum tá sótu á tingi, vórðu munandi bøttar. Fyri at vinna tær fulla eft­ ir­løn sum lands­stýrismaður, so krevst bara, at tú hevur sit­ið átta ár í landsstýrinum. Fyri at vinna fulla eftirløn sum løg­maður, so krevst bara, at tú hevur verið løgmaður. Ein dag­ur er nóg mikið, bara tú sam­an­lagt sum løgmaður og lands­stýr­is­maður hevur sitið í átta ár. So fært tú 60% av løg­manslønini. Anfinn Kallsberg kann tí sum tann fyrsti løgmaðurin fara frá við fullari pensjón, hó­ast hann ikki er 67 ár. Tí um ald­ur­in pluss tvær ferð­ ir starvs­ald­urin er meira enn 95, so hevur tú sum løgtingsmaður, lands­stýris­ mað­ur ella løgmaður rætt til fulla pensjón sum 60 ára gam­al. An­finn Kallsberg kann tí sum 63 ára gamal leggja frá sær og fáa slakar 35.000 krónur í pensjón. Men hann hevur eisini verið fólk­a­tings­mað­u­r í fýra ár, og frá tí star­v­i­num hevur hann eisini rætt til eft­ir­løn sum 60 ára gam­al. Tá hann fyllir 67 fær hann bæði sam­ halds­fasta og fólka­pen­sjón, so hann hevur einki at óttast í so máta. Tann 19. apríl fyllir Jó­ ann­es ­Eid­esgaard 60 ár. Tá fær hann somu rættindi sum An­finn Kallsberg pensjónini við­víkj­andi. Tað er ikki gott at vita, hví pol­it­ik­arar skulu hava so nógv bet­ur eft­ir­løna­r­treyt­ir, enn fólk annars hava. Men ein ver­u­leiki er, at tað er løg­ting­ið, sum fult og heilt ger, hvussu góðar lønar- og eft­ir­ løn­ar­treytir pol­it­ik­ar­ ar skulu hava. Kanska tað er for­klár­ ing­in...? Hóast onkur kanska hevði vænt­að ella vón­að, at ein rætt­ilig pol­it­isk orr­usta fór at spyrj­ast burt­ur úr, nú Javn­að­ar­flokk­ur­in spældi tvør­ ur eina løtu og hótti við ikki at velja Jørg­en Nicl­asen til fo­r­mann í fíggj­ ar­nevnd­ini, so er kortini alt aftur, so sum tað eigur at vera. Hetta var bert ein roynd hjá Javn­að­ar­flokk­inum at vísa vødd­ar, nú Jørg­en Nicl­a­sen og Fólka­flokk­ ur­in tóku bæði løg­mann og sam­ gong­u­fel­ag­ar av­ ræði við at byrja sam­an­legg­ing av Fiskimálaráðnum og Utt­anríkisráðnum. Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann kortini ikki fer at bróta sam­gong­u­av­tal­una um, at Fólk­a­ flokk­ur­in eig­ur for­mann­in í fíggj­ ar­nevnd­ini. Fríggj­a­dagin skrivaðu vit á hes­ um stað, at um løg­maður hevði itið Atli Dam ella An­finn Kalls­berg, so hevði slíkt hent, tí eingin hevði tor­ að at víst so lítla respekt fyri løg­ manni, sum Fólk­a­flokk­urin vís­ir Kaj Leo Jo­hann­e­sen í hes­um máli. Og tað er tí, at alt ber til, og at einki fær av­leið­ing­ar. Vit skilja væl, at Fólkaflokkurin er í djúp­ari kreppu. Hóast veljara­ kann­ing­ar geva Javn­að­ar­flokk­i­ num ring­astu und­ir­tøk­una síð­ani 1932, so hevur Fólk­a­flokk­ur­in størri org­an­is­a­torisk­ar trup­ul­leik­ar, sum krevja eina stekra og dugnaliga leiðslu. Fleiri lykla­per­són­ar hava vent flokk­i­num bak­ið og eru farin at reka virkn­an pol­i­tikk í øðr­um flokk­um. Tað síðsta var, at Poul Mich­el­sen fór úr Fólkaflokkinum og bleiv leys­gang­ari á tingi. Um Poul Michelsen ger leys­a­søg­ ur­nar til ver­u­leika og stovnar ein nýggj­an borg­ar­ligan fullveldisflokk saman við enn fleiri virknum fólk­ a­floks­fólk­um, sum hava ella fara at venda flokk­i­num bak­ið, og við borg­ar­lig­um f­ull­veld­is­fólk­um, sum halda Tjóð­veldi vera ov vinstravent, so fær Fólk­a­flokkurin koyrilin enn meira at merkja. Tá kann hann koma í eina støðu, sum minnir um ta støð­u­na, sum Javn­að­ar­flokk­ ur­in kom í í 1994, tá fleiri grund­ stuðl­ar í Javn­að­ar­flokk­um vendu flokk­i­num bakið og stovnaðu Verk­a­mann­a­fylk­ing­ina. Tá misti Javnaðarflokkurin so nóg­va und­ ir­tøku, at ting­fólk­a­tal­ið fór niður í helvt – og hesi sár stríðist flokkurin við enn. Tí er tað ein reellur trupulleiki, sum Jørgen Niclasen situr við. Spurn­ing­urin er so bara, um hann klár­ar at pro­fi­lera flokk­in meira í fíggjarnevndini enn í Utt­an­rík­is­ ráð­num, ella um hann fer at brúka tíð­ini upp á at profilera seg enn meira við at vera í andstøðu til ver­ andi sam­gong­u­fel­ag­ar til tess at tekkj­ast Tjóð­veld­i­num, kyrra við­ halds­fólk­ini hjá Poul Michelsen – fyri á tann hátt at gera seg kláran sum næsta full­veldisløgmannin. Jørgen Niclasen vil pro­ filera seg í fíggjarnevndini Teir tríggir landsstýris­ menn­i­ni­r, Jó­a­nn­es Eide­s­ gaard, Jo­han Dahl og Jacob Vest­er­gaard fáa allir hægri løn enn løg­mað­ur, Kaj Leo Johann­e­sen. Teir tríggir lands­stýr­is­ menn­i­nir, sum allir búgva í Suð­ur­oyar, fáa 64.560,08 krónur í løn. Harav eru 13.506,91 krónur skattafrítt kostn­aðarendurgjald og 2.349,03 krónur skattafrítt borðfæ. Løgmaður fær 64.289,49. Harav er 7.047,09 krónur skattafrítt borðfæ. Av tí at løgmaður býr í Havn fær hann einki kostnaðarendurgjald. Rósa Samuelsen, sum býr í Sandavági, fær 62.798,31 kronur í løn. Hennara kostnaðarendurgjald er 11.745,14. Helena Dam á Neystabø, Aksel V. Johannesen og Annika Olsen búgva øll í Havn, og tí fáa tey einki borð­fæ. Tey fáa tí »einans« 51.053,17, harav 2.349,14 krón­ ur eru skattafrítt borðfæ. Jørgen Niclasen, sum í síðstu viku fór frá sum lands­stýr­is­mað­ur, fær sína grund­løn næstu seks mán­ að­ir­nar, 48.704,14 krónur. Hann fær eisini løn sum løg­tings­mað­ur og for­mað­ ur í fíggj­ar­nevnd­ini. Tríggir fáa hægri løn enn Kaj Leo Jørgen sum fullveldisløgmaður Anfinn fær 34.345 í pensjón Til reið­ar til Oyggj­a­ leikir Jógvan arge kjak á síðu 25 Húsa­ keyp og vantandi lóggáva Bjørt samuelsen kjak á síðu 26 Sosialurin hevur spurt Jørg­en Niclasen, um hann fer at taka ímóti dupltari løn næstu seks mánaðirnar, men tað veit hann ikki, um hann fer at gera. Veit ikki um hann vil hava tvær lønir