mánadagur 24. januar 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
Sunnudagin 30. januar klokk
an 16 verður stórfingin kon
sert í Hoyvíkar kirkju við
heimskenda
blokkfloytu
spælaranum Michalu Petri,
ið fer at spæla saman við
føroysku tónleikarunum Jó
hannes Andreasen á cembalo,
Nikolaos Kapnas á bratsj og
Jens Christian Guttesen á
cello.
Spæld verða verk eftir
Handel, Telemann, Tartini,
Vivaldi, W. Heinesen, og
Petri.
Konsertin verður hildin
til frama fyri nýggja urgu í
kirkjuni, væntandi um nøkur
ár.
Michala Petri hevur spælt
konsertir í øllum heims
pørtum, frá tí hon var tann
áringur. Hon hevur eisini
spælt fleiri ferðir í Føroyum,
har hon hevur familju.
Jóhannes
Andreasen,
Nikolaos Kapnas og Jens
Christian Guttesen eru allir
musikklærarar og útynn
andi tónleikarar. Teir hava
medvirkað sum solistar, kór
leiðarar, kamar- og symfon
iskir tónleikarar í mong ár.
Konsertin er ókeypis. Tón
leikararnir spæla allir uttan
samsýning, men høvi verður
hjá fólki at geva eina gávu.
Innsavnaði peningurin fer
óskerdur í ein nýggjan orgul
grunn hjá kirkjuni.
eirikur@sosialurin.fo
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Útbjóðing
Við hesum verður elektriska viðlíkahaldið av norðskálatunlinum, Leyna-
tunlinum og Hovstunlinum boðið út í almenna lisitatión.
Viðlíkahaldsavtalan er galdandi í trý ár. Møguleiki er at bjóða upp á við-
líkahaldið av tunlunum samlað og av hvørjum tunli sær.
Fyritøkur, ið vilja bjóða, skulu kunna vísa á neyðugan førleika til at gera
arbeiðið til lítar. Metingarstøðið verður greinað í útbjóðingarskrivinum til
tilboðsgevararnar.
Lisitatión verður á Landsverki, tinghúsvegi 5, tórshavn, mánadagin 14.
mars 2011 kl. 13.00.
talgilt útbjóðingartilfar kann bíleggjast frá Landsverki frá mánadegnum
24. januar 2011 á dila@lv.fo og á 340 800.
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
Elektriskt viðlíkahald
LærLingur
Søkt verður eftir HVS Lærlingi til
Box 182 · FO-110 Tórshavn
Vit vænta at tú ert raskur/røsk og
Fyrikomandi. Koyrikort er Eitt krav.
Ert tú tann rætti persónurin, ert tú vælkomin at
senda eina umsókn. Til ap@mp.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi innan 14.02.2011
P/F Maria Poulsen
Smyrilsvegur 8
Postboks 182
FO 110 Tórshavn
Meiri fæst at vita við at ringja til Arthur Poulsen
á tlf. 312 000 Ella send ein mail á ap@mp.fo
P/F Maria Poulsen er størsta HVS virkið í Føroyum við handli,verkstaði og
búnýti. Í dag starvast um 35 fólk í fyritøkuni. Alt innan heilsølu og smásølu.
Stuðulskonsert við
Michalu Petri
Tann verandi pípuurgan í kirkjuni varð keypt
brúkt, fasadupípurnar eru tó nýggjar. Elstu
lutirnir í urguni eru meir enn hálvfems ára
gamlir, og sjálvt »vindhúsið« er frá 1942. Urgan
virkar og ljóðar væl, men hevur einans 8 røddir
og eittans manual. Í longdini er hetta ov lítið,
við tað at meginparturin av orgullitteraturinum
er skrivaður fyri í minsta lagi tvey manual.
Fakta
Heimskendi blokkfloytuspælarin, Michala Petri, fer at spæla til
stuðulskonerstina í Hoyvíkar kirkju
Oddvør Johansen við urguna í Hoyvíkar kirkju.
Elstu lutirnir í urguni eru 90 ára gamlir