mánadagur 24. januar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
14
Sosialurin
Vit livdu í eini broytingartíð.
Postbáturin Immanuel hevði
fingið avloysara og gamli
Pride eisini. Tankarnir fara
aftur til 1963, tá húsini ”á
Heygum” í Svíni vórðu um
bygd og tikin í brúk. Másin
sigldi enn av Klaksvík norður
gjøgnum Haraldsund, fór um
Múlan og suður ígjøgnum
Hvannasund. Her slongdust
vit millum petroleumsdunkar
og mjólkardunkar, livandi
kálvar, timbur og máling,
barnavognar og annan farm.
Hetta tók sína tíð. Viðraði
ikki á Svínoyareiði, varð lagt
suður um, og lítil tími lagdur
aftrat siglingini. Spýggju
bakkarnir vórðu mangan
dúgliga brúktir. Men hevði
tú fingið føturnar upp á land,
var alt í lagi, tí altíð tók Inge
borg ímóti okkum, henda
hendinga konan, henda ser
merkta, blíða Ingeborg hjá
Julius. Til hennara fóru vit
altíð fyrst eftir lyklunum til
húsini uppi ”á Heygum”.
Ingeborg varð fødd suð
uri í Vági í januar 1917. Árið
fyri, hon var fødd, kom fyrsti
millumbygdavegur í Føroy
um. Tað var millum Sand og
Skopun !
Frammi í Garði kallast
tað, har Ingeborg í 1945 gift
ist inn í barnaheimið hjá
manninum Julius, ið var
svínoyingur. Inni hjá henni
var alt, - hiti, umsorgan,
heimabakað breyð og blíð
skapur. Hetta er áðrenn SEV
tendrar streymin í oynni.
Petroleumslampurnar
hjá
Ingeborg minnist eg so skín
andi blankar, bæði lampugløs
og messing. Og lampulogin
skein so fagurliga. Torvroyk
urin fylti okkum við nærveru
og vælveru - tekoppurin
varð skoldaður, áðrenn hon
skonkti. Tað reyk so lystiliga,
tá hesin tómi, sjóverkligi
búkurin fekk nakað styrkj
andi
frá
hesi
gudgivnu
Ingeborg. Og heilsanin: væl
gagnist ”tygon” á góðum suð
uroyarmáli, fylgdi okkum
niðan ”á Heygar”, har Inge
borg hevði gjørt alt klárt, til
vit komu. Tú vart bara so ser
lig, so heilt ótrúliga sterk og
beinasom.
Fari aftur um tað farna,
sum kom aftur. Byrjanin til
alt var sambandið millum
Óla Hans Hans – Petersen,
verpápa Ingeborg og abba
okkara í Klaksvík, Jógvan
Fr. Joensen, seinni Kjølbro.
Teir báðir vórðu knýttir at
handlinum úti í Klaksvík.
Óli Hans var nakað eldri enn
Jógvan hjá Ole Klokker, men
sambandið
teirra
millum
kastaði av sær, ja, frá á leið ár
1903 og so gott sum fram til
dagin í dag !
Væl bar til at viðlíkahalda
sambandið. Úthandil í Svíni
og skyldskapur av Syðradali
K umframt framskygni er eitt
gott boð uppá samanhaldið.
Eitt ferðingarmynstur tók
seg upp. Børn í Klaksvík hjá
Karini og Jógvan ferðast í
Svíni, og børnini hjá Óla Hans
ferðaðust í Klaksvík. Og vit
flyta okkum skjótt, tá henda
mynduga, hávaksna gentan
sunnan úr Vági kemur til
Svínoyar at taka eina hond í
hjá Anniku Justinussen, ið so
blaðung gjørdist einkja við
trimum smádreingjum.
Skjótt hendir tað úti á
hesi fjarskotnu útoyggj, at
tað dregur saman millum
suðuroyargentuna Ingeborg
Vilhelm og Julius. Hann var
hin seinasti eftir í oynni av
systkjunum, hini vóru øll
farin til Klaksvíkar. Teirra
tilhald var á Biskupsstøð hjá
ommu og abba, og systirin,
vanliga nevnd Ebba, tænti
har í nøkur ár.
Hetta hevur verið ein
fongur ”Frammi í Garði”, tí
verdóttirin var eitt arbeiðs
grev. Ingeborg var mynd
ug, trúføst og stýrdi húsar
haldinum við so fínligari
atferð, at vit norðingar løgdu
tað til merkis. Hon dugdi
bara alt ! Myndugleikin skein
av henni, - hon var so gløgg,
kendi fagrar bókmentir langt
út um landoddarnar og legði
aftrat
sína
lívsáskoðan.
Fyndug og beinrakin gav
hon til kennar, hvat hon
helt um tað, ið frammi var
í
samfelagnum.
Ingeborg
og Julius fingu fimm børn,
Óluvu, Katrin og John, ið
eru tvíburðar og Annu og
Mary, somuleiðis tvíburðar.
Síni bestu ár passaði hon
handilin, kúgv og seyð. Í
bønum syrgdi hon fyri, at
hoyggið kom til høldar, og
burtur í torvi sóu vit hana
mangan fara so vandaliga
um. Sjálvandi hjálpti Julius
til, tá hann ikki var til skips.
At Ingeborg var álitið
hjá okkum úti í Svíni, kemst
ikki uttanum. Hon hevði tað
neyva við í øllum.
Gloymi ikki, tá systkina
barnið hjá pápa okkara,
Hans Biskopstø Andersen
var í Føroyum og ferðaðist,
og pápi okkara og hann uppi
á Heygum málaðu hvør sín
oljumálning av bygdini. Tann
hjá Hans var dramatiskur,
djúpur og litríkur, - tann hjá
pápa lítil og eygmerktur.
Hans var listarmaður burt
urav, pápi meira kravlítil.
Málningurin hjá Hans fór
til Klaksvíkar at hanga. Men
myndin, pápi málaði, var
sermerkt, litrík og neyv! Tá
pápi varnaðist, at Ingeborg
var hugtikin av myndini,
ið hon kundi sita leingi og
eygleiða, ivaðist hann ikki.
Hon skuldi eiga hann. Inge
borg gav málninginum eitt
heiðurspláss í góðu stovu
”Frammi í Garði”, og har
hongur hann enn.
Í mong, mong ár vóru
Ingeborg og Julius Gaard
bindiliðið
millum
okkum
og húsini á Heygum. Tær
tænastur, tit gjørdu okkum,
vóru ómissandi. Ivist, um tað
hevði borið til uttan tykkum,
tí Svínoy var tá eins og nú,
fjarskotin, hóast tunnlarnir
norður um Fjall gjørdu tað
í ein vissan mun lættari.
Sambandið til Klaksvíkar
hildu Ingeborg og Julius væl.
Vit hittust til serlig høvi, og í
mong ár var
Ingeborg gestur hjá okk
um jóladag, tá hon var vorðin
einkja.
Tað vildu so til, at Julius
og pápi okkara fóru í sama ári
– í 1977. Ingeborg gjørdist tá
meira og minni klaksvíkingur.
Vetrarnir gjørdust ov eins
ligir, so teir helt hon til hjá
dóttrini í Klaksvík. Nú hon
júst hevði nátt sínum 94.
ári, sleptu hesar troyttu
hendur. Seinastu árini var
hon á Norðoya Vistar – og
Røktarheimi.
Góða Ingeborg ! Av tínum
slag finnast so fá. Tú dugdi
bara at fáa alt at bera til, -
tókst ímóti okkum, ið komu
út í oynna, skúlaflokkum úr
Klaksvík, Kalsoynni og Havn.
Barst teg ongantíð undan um
vit vóru nógv ella fá, stór ella
smá. Vit høvdu eisini respekt
fyri tær og vistu, at tá vit
ungu høvdu verið á Heygum
og høvdu borið lykilin inn
aftur til tín, var umráðandi,
at væl varð gingið um, tí ann
ars fórt tú at tala at næstu
ferð, vit komu.
Við tær er ein merkistíð
farin afturum. Tú litaði og
myndaði sumrini úti í Svíni,
sum liggur í minninum sum
eitt blítt afturskin.
Vit lýsa frið yvir merki
skvinnuna Ingeborg Gaard.
Poulina Slættanes
Nøvn
Ingeborg hjá Julius