mánadagur 24. januar 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Talan var ikki um nakran stórdyst
í Sørvági leygardagin, tá menninir
hjá TB vitjaðu. Enn hevur TB ikki
vunnið annað enn tvey sett, og
líkindini vóru heldur ikki fyri, at
tað skuldi gerast stórt øðrvísi, nú
SÍ stóð hinu megin netið. Tað skuldi
eisini vísa seg, at hesin dysturin
gjørdist júst, sum roknast kundi
við, tí SÍ vann 3-0 – uttan at vera
undir stórvegis trýsti heldur.
– Nú taptu vit fyri Fleyr síðst, so
vit vóru sera uppsettir at stríðast
fyri sakini, tí tað hevði nógv at siga
fyri okkum, at vit vunnu. Spælið
var á góðari leið, tí móttøkurnar
riggaðu væl, umframt at vit fingu
tað burturúr í álopsspælinum, sum
vit skuldu, sigur hevarin hjá SÍ,
Ólavur Jensen.
– Sovorðnir dystir kunnu skjótt
blíva eitt sindur »lala«, men tíbetur
fingu vit spælið at koyra, so vit
vunnu trygt. Hetta var í øllum før
um tað frægasta, vit hava spælt
ímóti TB í vetur.
Ólavur og liðfelagarnir liggja
framvegis á næstfremsta pláss
inum, og nú stigini í Eik-liguni hjá
monnum eru koyrd niður í helvt,
er SÍ bara eitt stig aftan fyri odda
liðið, ÍF. Samstundis er SÍ trý stig
framman fyri Mjølnir og fimm
framman fyri Fleyr, so á pappírinum
sær tað ikki so galið út.
Alt kappingarárið hava tað verið
ÍF og SÍ, sum hava verið tey bæði
fremstu liðini, men umstøðurnar
hjá SÍ eru broyttar munandi í
síðstuni, tí mannfallið hevur verið
so stórt. Frá at hava havt kanska
tann breiðasta hópin í deildini, hev
ur SÍ nú ikki meira enn tað, brúk er
fyri.
Trúgva upp á tað
Jón Joensen, Jón Falkvard og Jón
Nielsen, ið allir teljast millum ber
andi kreftirnar, verða neyvan við
meira í ár, og haraftrat eru tveir av
yngru spælarunum farnir niður á
ítróttarskúla, og tá so er, bæði sæst
og merkist tað. Teir nevndu plagdu
at fáa nógva spælitíð, men nú mugu
aðrir inn at royna seg í teirra stað, so
eisini bonkurin er heldur tómligari,
enn hann plagdi at vera.
Leygardagin fall ein av teimum
frægu fyribils frá, tí longu tá støðan
í fyrsta setti var 1-0 til TB, koykti
Emil Mikkelsen fótin, so hann ikki
fekk spælt meira í tí dystinum. Ikki
er greitt, nær hann fær spælt aftur,
men henda dystin kom so ein 14 ára
gamal inn at spæla sín fyrsta dyst,
so kanska teir skaðar, ið kunnu
koma nú, noyða sørvingar at seta
skjótari við, enn teir annars høvdu
ætlað sær.
– Vit hava havt ein øgiliga breið
an hóp, men av tí at fleiri eru farnir
burturav, eru nakrir heilt ungir
komnir inn í myndina. Enn eru
vit nummar tvey, men tað verður
torført hjá okkum at vinna okkum
heilt í FM-finaluna við skerdum
hópi, heldur Ólavur Jensen.
– Umráðandi er, at vit fáa Ragnar
í Haraldsstovu við, tá tað ber honum
til. Hann venur kvinnurnar, so tað
er ikki altíð, at hann fær spælt, men
onkuntíð liggur fyri. Enn trúgva vit
upp á tað og vita, at kjansurin fyri
einum finaluplássi er har. Men tað
verður tungt, sum tað sær út nú.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
12
10
2
33
9
24
20
2 SÍ
12
10
2
30
14
16
20
3 Fleyr
12
9
3
30
16
14
18
4 TB
12
7
5
25
22
3
14
5 ÍF
12
6
6
23
20
3
12
6 KÍF
12
3
9
13
32
-19
6
7 Ternan
12
2
10
10
32
-22
4
8 Dráttur
12
1
11
15
34
-19
2
20/01:
Dráttur - KÍF 2-3
(25-22, 12-25, 11-25, 25-15, 12-15)
22/01:
Ternan - ÍF 0-3
(22-25, 24-26, 9-25)
22/01:
TB - SÍ 1-3
(21-25, 19-25, 25-21, 22-25)
23/01:
ÍF - Dráttur 3-0
(25-15, 25-17, 25-13)
23/01:
Mjølnir - Fleyr 3-1
(25-23, 27-25, 20-25, 25-18)
24/01 Dráttur-Ternan (kl. 20.15)
22/01:
SÍ - TB 3-0
(25-18, 25-18, 25-12)
23/01:
ÍF - Mjølnir 3-1
(25-18, 26-28, 25-18, 25-21)
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
13
11
2
35
11
24
12
2 SÍ
13
9
4
31
13
18
10
3 Mjølnir
13
7
6
24
21
3
7
4 Fleyr
12
5
7
17
25
-8
5
5 TB
13
0
13
2
39
-37
0
TÓMLIGT
Fyri fáum vikum síðani var fullsett
á bonkinum hjá SÍ hvønn dyst,
men nú fleiri eru farnir burturav,
er breiddin hjá sørvingum ikki
tann sama, sum hon hevur verið
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Undan hesum umfarinum vóru
Mjølnir og Fleyr ávikavist nummar
eitt og tvey, men av tí at SÍ leygar
dagin hevði vunnið sín dyst, kundi
bara annað av liðunum í dystinum
í Badmintonhøllini í Klaksvík varð
veita sítt pláss á stigatalvuni.
Her var við øðrum orðum nógv
at spæla um, og beinanvegin sást,
at tað høvdu báðir partar skilt
til fulnar, tí dysturin byrjaði við
nógvari ferð og góðum spæli. Lítil
ivi mundi vera um, at hetta var
besti dysturin í hesum kappingar
árinum.
Eingin spælari datt niður ímill
um, men allir ofraðu seg fyri sakini.
Kortini skaraðu Sofía Purkhús hjá
Mjølnir og Anja Danielsen hjá Fleyr
burturúr, tá tað kom til álopsspælið,
tí tær avgjørdu hvør í sínum lagi
eina rúgvu av bóltum.
Góða og livandi spælið helt
fram allan dystin, men serliga tey
bæði fyrstu settini hendi nógv á
vøllinum. Talan var um nógvar og
góðar duellir, har spælarar løgdu lív
og sál í smasjini, samstundis sum
spælarar tveittu seg runt á gólv
inum fyri at fáa bóltarnar uppaftur.
Áskoðararnir sótu sum á nálum, tí
her kundi alt henda.
Eingin skuldi tapt
Mjølnir tók tey bæði fyrstu settini,
men so svaraði Fleyr aftur og vann
triðja sett. Men í fjórða settið hevði
Mjølnir onkursvegna meira av tí, ið
skuldi til, og millum annað hjálpti
væl til, at Birgit Guttesen hevði
fleiri góðar servur á rað, og tá av
tornaði fór Mjølnir avstað við sett
inum og sigrinum.
Tað var ikki óuppiborið, at
Mjølnir vann, men hetta var ein
av teimum dystunum, har bæði
lið gjørdu sítt til at halda bæði
spenning og undirhald við líka, so
tað allarbesta hevði helst verið,
at eingin tapari var. Men hóast
ósigurin kostaði Fleyr oddastøðuna,
er munurin millum trý tey fremstu
bara tvey stig.
Eftir stendur, at bæði Mjølnir
og Fleyr vístu spæl, ið kann geva
finalupláss, samstundis sum SÍ
liggur millum teirra á stigatalvuni.
Tí kann roknast við, at kappingin
millum hesi trý um tvey finalupláss
bara fer at harðnað, sum tíðin
gongur.
Besti dystur í vetur
Kvinnuflogbóltur Hvørki kvinnurnar hjá Mjølnir ella Fleyr
spardu seg, tá tær spældu oddadyst í Klaksvík í gjár. Dysturin
hevði alt, sum skal til – og Mjølnir hevði eitt sindur aftrat
Skerdir sørvingar
Mansflogbóltur
SÍ hevur havt
góða breidd, men
í síðstuni hevur
mannfallið á liðnum
verið so mikið
stórt, at breiddin
ikki er tann sama
longur. Kortini halda
sørvingar fast í
vónina um FM-finalu
Hilmar Jan Hansen
Hóast tað kanska onkuntíð
hevur sæð meira sannførandi
út hjá fuglfirðingum, var avrik
ið á Kambsdali í gjár í øllum
førum nóg mikið til at vinna á
Mjølnir. Fyri ÍF ræður bara um
at halda seg framman fyri hini,
tí so er finalusessurin vísur
um tveir mánaðir, men fyri
klaksvíkingar merkti tapið, at
eitt petti framvegis er upp til
oddaliðið.
ÍF vann síni sett rímiliga
trygt, og serliga var Rúni Weihe
eyðsýndur servunum og ikki
minst álopsspælinum, har tað
ongantíð eydnaðist blokkinum
hjá Mjølnir at fáa fatur í hon
um. Somuleiðis spældi ungi
Bárður Jacobsen ein sera góðan
dyst á ÍF-liðnum.
Í øðrum setti, tá Mjølnir
endaði omaná, komu klaks
víkingar væl frá byrjan, so ÍF
alla tíðina mátti taka til takkar
við at renna aftaná. Avgerðin
fall seint, men Mjølnir hevði
munin og hevði í hesum sett
inum sína bestu løtu í dyst
inum.
Júst hesi bæði liðini møtast
í steypafinaluni, so hetta var
eitt slag av aðalroynd, hóast
nakrar vikur eru enn, til stóri
finaludagurin
verður.
Men
hesin dysturin vísti í øllum
førum, at Mjølnir helst skal fáa
bæði eitt og annað upp á pláss,
skal tað tá eydnast at taka ÍF,
sum í sínum lagi ferð eftir ferð
sær út til at hava tamarhald á
mótstøðuni.
ÍF heldur stílin
Mansflogbóltur Fuglfirðingar
verða ringir at taka hjá hinum.
Tað fekk Mjølnir at kenna í gjár,
og nógv bendir á, at hini fáa somu
lagnu, so hvørt sum tey møta ÍF, ið
tykist sita trygt á oddasessinum