leygardagur 10. januar 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 6 - 10. januar 2004
Nr. 6 - 10. januar 2004
51
VALGREINAR
Bergur P. Dam,
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðustreymoy
– tað sterka C’ið
Tað ber til at bøta um
støðuna hjá alivinnuni
uttan at veita studning.
Men samstundis krevst
strategisk nýhugsan.
Marknaðurin fyri alifisk
er í støðugari broyting.
Nýggj lond koma sær fram
á marknaðunum og vit
kunnu rokna við at hereftir
verður prísurin á alifiski
undir
støðugum
trýsti.
Hetta eru lond við nógvar
ferðir størri framleiðslu-
orku enn okkara. Og nøkur
av hesum eru menningar-
lond, við livistøði, sum vit
ikki hava kent í meira enn
hálva øld. Slík hópfram-
leiðsla fer at gera tað alt
meira trupult hjá føroying-
um at kappast um standard-
vørur.
Omaná trongda markn-
aðin er alivinnan eisini illa
rakt av sjúkum - serliga
ILA hevur verið ein sonn
plága.
Úrslitið er, at alivinnan í
løtuni er mestsum upp-
steðgað. Eginkapitalurin er
burtur og fíggingarmøgu-
leikarnir eru so at siga út-
tømdir. Kapitaltrotið er
ovurstórt, men í Føroyum
er ikki nóg mikið av íleggj-
arum, ið vilja vága kapital í
alivinnuni.
Útlendskan kapital inn
Vit mugu ásanna, at í ein-
um marknaðarbúskapi er
kapitalurin internationalur.
Hvørt íleggjarin er føroysk-
ur ella útlendskur, er - sæð
frá einum marknaðarbú-
skaparligum sjónarhorni -
líkamikið.
Samfelagið má so fáa sín
ágóða á annan hátt - við
skattum og loyvisgjøldum.
Tí verður neyðugt at taka
burtur, ella linka, forðing-
arnar fyri útlendska ognar-
partinum í alivinnuni.
Samstundis verður neyð-
ugt at knýta treytir um
brúksskyldu at aliloyvin-
um, soleiðis at tað ikki ber
til at keypa upp føroysk
alibrúk, bert fyri at leggja
tey niður aftur av kapping-
arávum.
Vistfrøðilig burðardygd
Ongin ivast longur í, at
stóru orðini um útflutning-
snøgdir í 100 túsund tonsa
tali eru órealistisk. Mong
vísa á, at ein av orsakunum
fyri mongu sjúkutilburðun-
um í alivinnuni júst er, at
roynt hevur verið at ala ov
nógv á ov lítlum øki.
Og tá skotið verður upp
at medisinera seg burtur úr
øllum alisjúkunum, tá hev-
ur man av sonnum sett
spakan í jarðingina av før-
oyskari aling. Tí tá hevur
man eisini boða frá, at før-
oyskur alifiskur er vána-
vøra, sum bert kann seljast
fyri vánaprís.
Ongin ivi er um, at
gongdin á marknaðunum er
so, at brúkarin ikki vil
gjalda høgan prís fyri fisk,
sum er aldur við stressi og
sum er fyltur við heilivági.
Tí áttu vit at broytt hugburð
um aling í Føroyum. Skal
føroysk alivinna yvirliva
longi, mugu vit leggja okk-
um eftir smærri nøgdum ið
kunnu seljast fyri høgan
prís, tí fiskurin er aldur í
bestu umstøðum og uttan
heilivág - og sum frálíður
eigur hann at kunna seljast
við vøruheitinum »Vist-
frøðilig aling«.
Ein uppgáva hjá politisku
skipanini verður at leggja
til rættis eina strategi fyri
slíkari umlegging av før-
oyskari alivinnu.
Tá verða aftur útlit fyri
eini tryggari, inntøkuskap-
andi alivinnu í Føroyum.
Elin Tausen,
valevni Miðflokksins í
Suðurstreymi
Formaður í UFM
Hendan útsøgnin hevur nú
verið at hoyrt av nógvum
varrum, bæði kvinnuligum
og mannligum, tó seinnast
frá
Finnleifi
Guttesen.
Sjálvandi skal kvinnan ráða
yvir sínum egna kroppi, á
samma hátt sum maðurin
ræður yvir sínum. Tað kann
eingin annar uttan vit sjálvi
taka avgerðir viðvíkjandi
okkum sjálvum.
Men hvør hevur avgerð-
arrættin tá tað kemur til
ófødda barnið? Mamman,
pápin, læknin, politikarin
ella er tað barnið sjálvt?
Tað er kanska torført at
avgera, men fyri meg er
ongin ivi um at lóggávan
eigur at verja ófødda barn-
ið, sjálvt um tað enn er inni
í móðurlívið. Lat meg út-
greina hví:
Longu í 4 viku eftir at
barnið er gitið, byrjar eitt
lítið rørformahjarta at sláa,
barnið hevur longu fingið
sítt egna blóðrensl og sína
egnu blóðtypu, hóast tað
bert er 7 mm langt.
Tá barnið er um 8 vikur
hevur tað armar, bein, heil-
in er byrjaður at dannast,
organirnar eru dannaði og
barnið byrjar at røra seg.
(Kelda:
www.rettentilliv.dk/-
miraklet.htm)
Eg kundi hildið áfram,
men eg vil bert hava enda-
málið fram, at vit her tosa
um eitt livandi menniskja,
og ikki ein likamslut av
mammuni.
Hetta
lítla
menniskja er líka nógv ein
partur av pápanum, sum av
mammuni, hóast tað er hon
sum ber tað í 9 mánaðir.
Tá tað kemur til spurn-
ingin um at skal kvinnan
ráða yvir sínum egna
kroppi, er svarið sjálvandi,
JA. Men tá tað kemur til
rættin at liva, er tað ongin
uttan, Hann, sum hevur
mynda okkum í móðurlív-
ið, sum avgerð hvussu long
okkara lívsleið skal verða.
At ráða gevur eisni eina
ábyrgd. Kvinnan hevur
ábyrgd yvir sínum egna
kroppi, og eisini ábyrgdina
av avleiðingunum av sínum
egna valið. At hava kynsligt
samband gevur eisini eina
ábyrgd yvirfyri tí lívi, sum
kann spyrjast burturúr. Vit
mugu øll taka ábyrgd av
teimum avleiðingum, sum
standast av okkara egnu
avgerðum, sjálvt um tað
ikki bleiv sum vit høvdu
ætla. Vit kunnu ikki renna
frá ábyrgd.
Vit skulu innrætta okkara
samfelag, soleiðis at tað
altíð skal vera hjálp og veg-
leiðing at finna til tey for-
eldur, sum ikki síggja seg
føran fyri at taka ábyrgd av
einum barnið. Eitt barn er
altíð eitt av lívsins stóru
undrum, og tí skal øll lóg-
gáva verða gjørd til at verja
børnini.
Forkvinnan í Javnstøðu-
nevndini úttalaði seg so-
leiðis fyri stuttari tíð síðani
í Útvarpið Føroya, at tað er
ongin lóg í Føroyum sum
verjir børnini, men har fer
hon skeiv. Fosturtøkulógin
verjir júst ófødda barnið,
og er hetta eitt gott út-
gangspunkt at hava, til at
fara í holt við aðrar barna-
vinarligar lógir.
Miðflokkurin ynskir at
verða ein rødd á tingið fyri
tey í onga rødd hava enn.
Gev okkum tína atkvøðu
20. Januar. Setið X við lista
H.
Medisin til alivinnuna
Kvinnan skal ráða yvir sínum egna kroppi
Malan Johansen,
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymi
Tú kann meta um eitt
vælferðarsamfelag, við at
hyggja at, hvussu samfel-
agið fer við teimum veik-
astu. Føroyingar hava eitt
rímuliga gott vælferðar-
samfelag, men tað er ikki
nóg gott. Til dømis eru
fleiri sinnisveik fastløst á
sjúkrahúsinum, tí tey einki
stað hava at búgva. Tað er
ov vánaligt og kann als ikki
góðtakast. Vælferðarsam-
felagið, sum eg síggi tað,
hevur størstu virðing fyri
øllum samfelagsbólkum.
Skulu handla
Í nógvum førum kenna vit
loysnirnar á trupulleikun-
um, tí álit eru skrivað. Nú
er tíðin komin at handla.
Ein ætlan eigur beinanveg-
in at verða gjørd saman við
fakfólkunum á økinum. Tey
stig, sum skulu takast
næstu árini, skulu raðfest-
ast, soleiðis at tørvuin á
hesum økjum verður nøkt-
aður. Peningur skal síðani
játtast út frá hesari ætlan,
soleiðis at vit røkka málin-
um.
Skipað samfelag
Treytin fyri at vit kunnu
játta penging á fíggjarlóg-
ini til hesi øki er, at vit
skipa samfelagið so væl
sum gjørligt. Tað merkir
millum annað, at tann al-
menna umsitingin skal vera
so einføld og løtt at umsita
sum møguligt. Og tað
merkir at vinnan skal hava
best møguligar umstøður at
virka undir. Tað er vinnan
sum skapar framburðin í
samfelagnum, og eru karm-
arnir teir bestu, verður
framburðurin størstur. Tá
hava vit eisini penging til at
tryggja vælferðarsamfelag-
ið.
Set kross við lista D
Eg vil búgva í einum vælferðarsamfelag
HEILSANIR
Góði, fitti
babba!
Hjartaliga
tillukku við
degnum 28.
des. Takk fyri
at tú ert so
góður við
meg. Eg elski
teg. Alt tað
besta í
framtíðini.
Heilsan
Rakul xxx
Hjartaliga takka
vit øllum, ið á
ymiskan hátt
gleddu okkum á
hjúnabands-
degnum 26. juli
2003. Somu-
leiðis ynskja vit
øllum eitt gott
nýggjár.
Leona og Kári
Nilssen
Foreldur míni og eg takka
hjartaliga øllum tykkum,
sum við hjálpsemi, vitjan-
um, gávum og á annan hátt
gleddu meg á konfirmati-
ónsdegi mínum 5. okt.
2003. Við ynskjum um eitt
av Harranum signað nýggj-
ár.
Irena Áarberg Joensen,
Tórshavn
Góða, elskaða Tóra!
Hjartaliga tillukku við 4 ára
degnum. Alt tað allarbesta
og Guds signing ynskja vit
tær. Vit elska teg.
Teitur, babba og mamma
Góði Johnny
Hjartaliga tillukku við
degnum 10. januar. Alt tað
besta í framtíðni ynskja
Simona, Árni og mamma
Eg og foreldur míni takka
hjartaliga fyri vitjan, gávur,
heilsanir og alla hjálpina á
konfirmatiónsdegnum
5.
okt.
Eitt
eydnuberandi
nýggjár ynskja vit tykkum.
Sofus Foldbo
Góða Malan
Vit ynskja tær tillukku við
25 ára føðingardegnum.
Gita hvør
Tykkum, sum við vitjan,
telegrammum, gávum og á
annan hátt gleddu meg og
foreldur míni á fermingar-
degi mínum tann 12. okt.
2003, takki eg hjartaliga.
Eisini ein tøkk til tykkum,
sum á ymsan hátt hjálptu til
henda degin. Við ynskjum
um eitt gott nýggjár.
Leivur Samuelsen,
Bjarnoyarvegi 15,
Tórshavn
Góða, fitta
didde!
Eise meg
elke teg.
xxx
lítlibeiggi
Góða fitta Sólvá
Hjartaliga tillukku við 9
ára føðingardegnum 5. jan.
Jesus pápi signi framtíð
tína
Bestu heilsanir Heidi,
Angela, lítli beiggi,
babba og mamma
Góði Jóanis
Hjartaliga tillukku við eitt ára degnum 9. januar. Tað er so
deiligt at hava teg at spæla við. Eg eri so góður við teg.
Heilsan Gunnar
Til okkara elskaðu
Pavlu
Vit ynskja tær
hjartaliga tillukku
við 6 ára føðingar-
degnum í dag. Eis-
ini ein seinkað føð-
ingardagsheilsan til
Anniku og Jens.
Jesus pápi signi
tykkum. Tær kær-
astu heilsanir frá
mammu og babba
Góðu Emy
og Ingi
Hjartaliga
tillukku við 12
ára døgunum
ynskja
omma og abbi
Góða diddan
Hjartaliga tillukku við 50
ára føðingardegnum 9. jan.
Við vón um ein góðan dag
og 50 deilig ár afturat.
Heilsan ein av systrunum
á Kinn
Ein dugnaligur trummuslá-
ari á Argjum fylti 20 ár
sunnudagin 4. jan. Myndin
er tikin í mars 1985. Helst
eru tað arvaeginleikarnir
frá pápanum, sum so tíð-
liga gjørdu vart við seg.
Hjartaliga tillukku.
Omma
Góða, elskaða mamma
Vit ynskja tær hjartaliga til-
lukku við føðingardegnum.
Vit elska teg. Takk fyri alt,
sum tú ert fyri okkum. Allar-
bestu ynskir frá
Beintu og Boga
Góðu Emy
og Ingi
Hjartaliga
tillukku við
12 ára
døgunum
10. januar
ynskja
mamma
og Niggi
Góði elskaði lítlibeiggi
Hjartaliga tillukku við eitt ára degnum 9. januar. Jesus-
pápi signi framtíð tína. Vit elska teg. Bestu heilsanir frá
Diddu, Jóhannus og Frits
C
M
Y
K
51
50
MOTOROLA-TELEFON
Motorola MCR 4800 XL ynskist
(bara hornið, er eisini o.k.).
Tlf. 219153
JØRÐ Í SØRVÁGI
Um hóskandi boð fæst, verður ein
trøð í Sørvági seld. Trøðin er 15.791
fermetrar uml. 1/3 er dyrkaður.
Áhugað kunnu ringja og spyrja eftir
Rosu.
Tlf. 332650
TIL SØLU
Dekodari til Canal digital við kápuli
kr. 950,00. Parabolhøvd kr. 250,00
Ring 312077/229454
TIL SØLU
Nokia 6610 við datakápuli kr.
1.900,- Nokia 8310 kr. 1.500,-
Ring 312077/224944
TRAPPA
Vælhildin bein trappa úr furu til
sølu.
Tlf. 441218
NOKIA TIL SØLU
Ein sera góð Nokia 3310 við ladara
til sølu fyri 500 kr.
Tlf. 258411
KODAK MC3
Kodak MC3 digitalt mynda- og
videotól, við TFT skermi, spælir
eisini MP3 fílir, við í keypinum er
eitt 16 og eitt 48Mb Compact Flash
kort. Verður sett til telduna við
dokingstation ígjøgnum USB.
Komplett sett klárt at nýta. Prísur
2.200,- krónur.
Tlf. 258411
FLØSKUINNSAVNAN,
TÓRSHAVN
8., 9. og 10. januar fara vit undir
innsavnan av fløskum. Ágóðin fer til
16 ára gl. leikarar, ið koma at
luttaka í Dronninglund Cup
hondbóltskappingini í summar. Vit
koma eftir arbeiðstíð. Takk fyri. Gott
nýggjár.
H71-stuðlar
KUN 1300 TIL KASTRUP
Hjælp mig gennem lufthavnen, først
í februar, da jeg næsten er blind.
Ring hurtigt
28708411, Sonja
SIEMENS C45
fartelefon við øllum til sølu.
Tlf. 756757
ERICSSON T65 TIL SØLU
Lítið brúkt fartelefon til sølu vegna
keyp av nýggjari. Nýprísur 1.300,-
til sølu fyri bert 500,-
Tlf. 513264
PINNABRENNI
Vit hava pinnabrenni at selja 20 kr.
sekkurin.
Verkhúsið Stíggjur tlf. 448944,
Saltangará
YNSKIST
Uppsamlingsbrunnur ynskist til
keyps.
Tlf. 251450
BLANDINGSBATTARÍ
til sølu fyri 350 kr. 1 par
spildurnýggir arbeiðsskógvar nr. 43
við stálfronti til sølu fyri 200 kr. 75
tlf. kort til sølu.
Tlf. 270427
TIL SØLU
Radio, vekkari til sølu fyri 50 kr.
Tlf. 269909
TIL SØLU
3 tráðleysar ISDN- telefonir av
slagnum Eurit 133 v/ 1 stk basa til
sølu fyri 1.000 kr. 2 ISDN Modem av
slagnum Lasat og eicon diva til sølu
fyri 200 kr stk.
Tlf. 251819, Hans
FARTELEFON
SMS Chatboard óbrúkt til Nokia
51xx og 61xx model. Góð til m.a.
sms, telefonbók v.m. fyri 150 kr.
(+frakt)
Tlf. 0045 86428627/ 0045
26747474 (eisini sms)
FARTELEFON
Uppladari til Ericsson 626 óbrúkt
við antennu til sølu fyri 100 kr. (+
frakt).
Tlf. 0045 86428627/ 0045
26747474 (eisini sms)