mikudagur 26. januar 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Á løgtingsvalinum seinast
varð Bjarni Djurholm ikki
afturvaldur. Fólkaflokkurin
fekk sjey tingfólk vald. Bjarni
Djurholm og Heðin Zachari
assen fyri báðir 317 atkvøður,
meðan Óli Breckmann
fekk 312. Av tí at
tað stóð á jøvn
um, varð lut
akast, og tað
vann
Bjarni
Djurholm, sum
soleiðis
gjørdist
fyrsti
varamaður
hjá Fólkaflokkinum.
Eftir at trý av
tingfólkunum
hjá flokkinum
komu í lands
stýrið, komu
allir
tríggir
varamenn
inir á ting.
Tá nú Jørgen Niclasen fór úr
landsstýrinum og fer aftur í
tingið, so má síðsti varamað
urin víkja sæti. Tað er Óli
Breckmann.
Men av tí at Anfinn Kalls
berg leggur frá sær, so varð
veitir Óli Breckmann sæti
á tingi. Hinvegin er Bjarna
Djurholm ikki longur vara
maður. Hann hevur nú fast
an sess á tingi.
Tá Anfinn Kallsberg legg
ur frá sær, fer hann endaliga
úr tinginum. Hann hevur
sagt seg úr starvi og kann
ikki koma aftur í tingið. Skal
á ting aftur, so skal hann velj
ast á einum løgtingsvali.
Anfinn Kallsberg er ann
ars tann av verandi ting
monnum, sum hevur sitið
næstlongst á tingi. Hann varð
fyrstu ferð valdur 8. novem
ber í 1980. Tann einasti í ting
inum nú, sum hevur
sitið
longri
enn
Anfinn Kallsberg,
er Óli Breckmann.
So
tað
má
metast
sum
l a g n u n n a r
speisemi, at
Anfinn Kalls
berg soleiðis
t r y g g j a r
Óla Breck
mann sæti
restina
av
valskeiðinum
-
sjálvandi
treytað av, at
Fólkaflokk
urin
verður
verandi
í
landsstýris
samgong
uni...
Dimmalætting hevði um vikuskiftið
sítt boð uppá, hvør kemur at mynda
ovastu leiðslu í Eik Banka. Sambært
hesi meting er Gunnar í Liða besta
boðið upp á nevndarformanssessin,
meðan Súni Schwartz-Jacobsen er
besta boðið upp á Eik-stjóra.
Boðini hjá Dimmalætting eru
mikið áhugaverd, hóast vit bæði
kundu lagt afturat og drigið frá.
Men so sum bæði Dimmalætting
og Sosialurin hava víst á, so hevur
Tryggingarfelagið
Føroyar
ein
marghátligan bygnað, líkur tí, sum
gamli Eik Banki hevði.
Tí er tað í veruleikanum ovasta
leiðsla í Tryggingarfelagnum Føroy
um, sum sjálv ger av, hvør myndar
leiðsluna. Gott nokk er tað umboðs
ráðið sum velur nevndarlimir, men
tað er sum oftast avtalað framman
undan. Um stutta tíð skulu nakrir
nevndarlimir veljast. Okkara boð
er, at Gunnar í Liða bæði verður
valdur í nevndina í TF Holding og
í nevndina í Eik Banka. Skal hann
verða formaður í nevndini í Eik
Banka, hví skal hann so ikki eisini
verða formaður í TF Holding?
Gjøgnum Eik Banka eigur trygg
ingarfelagið nú í nógvum vinn
uvirkjum, so sum skipasmiðju,
alifelag, snikkaravirkjum, útflutn
ingsfyritøkum og Fastogn, sum eig
ur fyri út við hálva milliard í vinn
ubygningum kring landið.
Bigir Mohr passar ikki so væl inn
í hasa myndina av banka- og trygg
ingarmonnum. Hann hevur verið
sýslumansskrivari á Sandoynni og
virkin javnaðarmaður. Tað vóru í
sínari tíð kvalifikatiónir at fáa okk
urt politiskt bein at gnaga, men
neyvan eru tað kvalifikatiónir,
sum banka- og tryggingarfólk meta
hægst. Tí gita vit, at Birgir Mohr
glíður úr nevdnini í TF Holding,
meðan Gunnar í Liða verður valdur
í staðin.
Vit halda, at Tryggingarfelagið
Føroyar skal broytast, so tað fær
ein meira gjøgnumskygdan bygn
að. Hetta eigur at vera gjørt bein
anvegin, nú felagið er vorðið so
sjónskt og fingið so stóra ávirkan
á føroyskt vinnulív. Umboðsráðið
átti beinanvegin at broytt nevndar
bygnaðin í felagnum, so tað líktist
meira eini partafelagsnevnd. Tað
gevur onga meining at velja fólk
í slíka nevnd at sita í fýra ár. Tað
kundi verið ein byrjan, soleiðis at
»eigararnir«, – gloymið nú ikki, at
tryggingartakararnir eru veruligu
eigararnir – kundu fingið eina
ábending um, at vilji er til at broyta
myndina av Tryggingarfelagnum
Føroyum frá at vera ein tungur
mastodontur við einum diffusum
eigaraskara til eina modernaða
marknaðardrivna fyritøku, sum
kann stimbra og eggja privatum
fyritaksemi.
Gloymið ikki, at trygging
artakararnir eiga Tryggingina
Nógv
virksemi
í
ungdómshús
inum í Hoyvík
DJ og VJ SHOW
við
Pandaboy,
Sunflower og DJ
Neiz verður 29.
januar
og
nýtt
ungdómsráð er nú
stovnað í KLUBB 188.
Týskvøldið 18. januar var
skipað fyri einum valkvøld í
»Klubb 188«, sum ungdóms
húsið í Hoyvík eitur, har
veljast skuldi eitt ungdóms
ráð. 12 ung vóru í uppskoti,
men einans fimm skuldu
veljast.
Tá
atkvøðurnar
vórðu taldar, so bleiv ung
dómsráðið
manna
við
tveimum, úr 6. og 7. flokki
og trimum úr 8. flokki og
eldri.
Ungdómsráðið
fer
at
hava tætt samstarv við
samskiparan, har tey fara
at bera ynskir frá teimum
ungu fram.
Tað fyrsta sum verður
á skránni verður enn eitt
fjølbroytt DJ og VJ SHOW,
hetta verður longu leyg
arkvøldið 29. januar 2011 í
»Klubb 188«. Opið verður frá
kl. 21.00 - 02.00. Kostnaður:
50 krónur. Tað verður nógv
ymiskt spennandi á skránni,
eitt nú kann nevnast at DJ
verða: Pandaboy, Sunflower
og DJ Neiz. Eisini verður
eitt stórt surprice, so tað er
nógv at gleða seg til.
Ungdómshúsið í Hoy
vík hevur fingið eina sera
góða byrjan upp á 2011.
Bygnaðurin
í
ungdóms
húsinum er broyttur nak
að, soleiðis at tað nú er ald
ursmark á fríggjakvøld og
leygarkvøld, og tey hava økt
um upplatingartíðirnar og
hava nu opið tríggjar ferðir
um vikuna. Samstundis er
Bjarni Beder settur sum
samskipari í Klubb 188 frá 1.
Januar. 2011.
- Vit gleða okkum til
eitt spennandi 2011, har tey
ungu fara at seta sín dám á
ungdómsvirksemi. Alt virk
semi í KLUBB 188 fer fram í
rúsfríum umhvørvi og ald
ursmarkið er frá 13 til 18 ár,
sigur Levi Mørk, leiðari.
Nógv virksemi í
ungdómshúsinum
Mánadagurin 31. januar er
ásettur at vera almennur
lúsadagur í Føroyum eins og í
fleiri øðrum Norðanlondum.
Lýs er ein stórur trupul
leiki fyri smábørn og skúla
børn.
Gigni – Heilsufrøði til
børn & ung og Apoteksverk
Føroya hava nú í fleiri ár
samstarvað um at fyribyrgja
og basa lús. Afturvendandi
átakið nevnist lúsakríggj,
og verður tað mánadagin í
næstu viku, 31. januar 2011.
- Fyri at steðga smittuni av
lýs er neyðugt, at øll børn
verða kannað sama dag. Tí
fara vit við hesum átaki at
heita á foreldur um at kemba
barni
teirra
mánadag
in 31. januar, sigur Gigni
í tíðindaskrivi.
Kunning um lús, smittu,
viðgerð og kembing liggur á
www.gigni.fo
www.apotek.fo
Nú er Bjarni fastur á tingi
Neyð
lærir nakna
kvinnu...
Uni Næs
kjak á síðu
Skýggja
Staða
navna
nevndina?
Rolf Guttesen
kjak á síðu
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Gunnar verður stóri maðurin
Í kríggj móti lýsnum