mikudagur 26. januar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Hóast Emma Fríða Andersen
bert er 13 ára gomul, hevur
hon vant skoyturenning í
níggju ár. Og so telist hon
millum evnaríkastu skoytu
rennarar í danska ríkinum.
Men eitt er at hava evnir,
eitt heilt annað er at náa
heilt fram í oddin á einari
ítróttagrein.
– Eg venji rættiliga nógv.
Tað verður til einar 19 ferðir
um vikuna, og byrjað verður
frá morgunstundini av, sigur
Emma Andersen.
Hon er eisini við í elitu
bólkinum sum miðvíst venur
fram ímóti OL í 2016 og 2020.
– Eg eri eisini við í serligum
venjingartoymi sum venur
fast nøkur vikuskifti, og tá
kunnu vit saktans venja
einar fimm tímar um dagin,
sigur Emma Andersen.
Hon hevur longu vunnið
trý DM heitir, og við sein
astu DM kapping luttók
hon fyri fyrstu ferð millum
juniorarnar, og hóast hon
er væl yngri enn kappingar
neytarnir, megnaði hon at
gerast nummar trý.
Tað er heldur ikki nakar
vanligur skúli, sum Emma
Andersen gongur í.
– Hetta er ein serligur
elituskúli í Esbjerg, har skoyt
ing beinleiðis stendur á skúla
skemaðinum. So tá næmingar
í
vanligu
fólkaskúlunum
hava hondarbeiði og smíð,
havi eg skoyting, sigur Emma
Andersen.
Fegin um møguleikan
Hon hevur nógv um at vera í
løtuni, og seinasta vikuskiftið
luttók hon í norðurlendskari
venjing saman við øðrum
evnaríkum skoytarum, og
hósdagin skal hon til eina
norðurlendska
kapping
í
Riga. Men hon gevur sær
fegin stundir at koma til
Føroya at vísa síni kynstur á
skoytibreytini.
– Vit plaga ofta at vera við,
tá skoytubreytir lata upp, og
at sleppa at vera við til hetta
í Føroyum er nakað serligt.
So er tað bara spell, at tað
ikki bar til at steðga longur,
meðan vit eru heima kortini,
sigur Marjun Johannesen,
sum er mamma at Emmu, og
við á ferðini í Føroyum.
Í gjár var Emma so við til
at undirhalda stóru manna
múgvuni, sum var til staðar
í sambandi við, at skoytu
breytin var tikin alment í
nýtslu. Og hon skuffaði sanni
liga ikki. Tí meðan manna
múgvan stóð væl bjálvað í
tjúkkum
kotum,
skoytaði
Emma í tunnari drakt og vísti
royndir av sínum kynstrum til
stórt frægd fyri nógvu møttu.
Og so gav hon sær eisini
stundir at leggja fólki lag á,
og tað vóru nógv, sum nýttu
hetta fyrsta høvi at standa
á skoytum á nýggju skoytu
breytini
hjá
Tórshavnar
kommunu á Skálatrøð.
Enn ein føroysk
stjørna í Danmark
13 ára gamla Emma Fríða Andersen er væl á veg at gerast fyrsta stóra føroyska skoytustjørnan í Danmark, har
málið er OL í 2016 og 2020. Og hóast unga aldurin venur hon við juniorunum, sum eru í aldrinum 15 til 19 ár
Framman fyri hundraðtals
fólkum vísti Emma Fríða
Andersen síni kynstur
á skoytubreytini
Mynd: Álvur Haraldsen
Eftir at borgarstjórin hevði sagt nøkur orð, og Emma hevði skoyta longu skrá
sína, slapp almenningurin at royna seg á skoytubreytini
Myndir: Álvur Haraldsen