Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 28

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 6 - 10. januar 2004 Kunngerð um løgtingsval í Fuglafjarðar kommunu Til veljarar til løgtingsvalið 20. januar 2004 í Fugla- fjarðar kommunu. Tað verður hervið gjørt kunnugt,at atkvøðugreiðsl- an fer fram í býráðssalinum týsdagin 20. januar 2004 fyri Fuglafjørð og Kambsdal og í húsunum hjá Annu Jensen fyri Hellurnar. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan støðg. Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu,kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til og við fríggja- dag millum kl. 10.00 og 15.00. Tey, ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima við at venda sær til býráðsskriv- stovuna á telefon 444006 innan kl. 15.00 tann 19. januar 2004. Seinasti dagur fyri at greiða brævatkvøðu er mánadagur tann 19. januar 2004. Fuglafjørður, tann 5. januar 2004 Fuglafjarðar býráð -tað loysir seg Lýsið við brúktum bilum C M Y K 54 Nr. 6 - 10. januar 2004 55 Føroya symfoni- orkestur og stóri valfundurin eru stóru tiltøkini hjá Norður- landahúsinum í næstum TILTØK Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Næstu vikuna verður rætti- liga hendingarrík hjá Norð- urlandahúsinum. Føroya Symfoniorksestur skipað fyri árligu nýggjárskonsert- ini sunnudagin 11. januar, men eisini valstríðið fer at merkjast í Norðurlandahús- inum. Men tað slepst ikki und- an, at hóast val er í hond, so gleða nógv fólk seg til nýggjárskonsertina, sum er eitt av teimum væl umtóktu afturvendandi tiltøkunum hjá Norrðurlandahúsinum. Umframt at savna eina ørgrynnu av hyggjarum og lurtarum kring landið, plaga vanliga nógv fólk eis- ini at koma til konsertirnar. So nógv, at fyrireikarnir mugu seta tvær konsertir á skránna. Hesar verða kl. 16 og 19 sunnudagin 11. janu- ar. Tað verður Martin Mour- itsen, sum stjórnar Føroya Symfoniorkesturi. Solistar eru Nikolaos Kapnas, vio- lin, Nina Pavlosky, sopran, og Niels Jørgen Riis, tenor. Eisini luttekur Tórshavn- ar Manskór hjá Bjarna Res- torff. 13 verk eru á skránni hjá symfoniorkestrinum og manskórinum. Valstríð og Kielarfriður Mikudagin 14. januar kl. 19.30 hýsir Norðurlanda- húsið Norrøna felagnum. Evni á fundinum hjá fel- agnum mikukvøldið er Kielarfriðurin. Mikudagin eru 190 ár síðani, at kielar- friðurin varð staðfestur hin 14. januar 1814. Hesin sátt- máli varð gjørdur millum Danmark-Noreg og Eystur- ríki og onnur stórveldi. Sáttmálin segði, at Dan- mark skuldi lata Noreg til Svøríki, Stórabretland fær Helgoland, meðan Dan- mark fær svenska Pomm- ern við Rugen. Noreg góð- kendi ikki Kielarfriðin, men stovanði eitt sjálvstøð- ugt ríki 17. mai 1814. Tað verður Zakarias Wang, sum fer at halda fyrilesturin í Norðurlanda- húsinum mikukvøldið. Stóri valfundurin, sum fólk eru vorðin von við seinnu árini í Norðurlanda- húsinum, verður sunnudag- in 18. januar kl. 19. Hesin fundurin verður sum und- anfarin ár sendur beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi. Fundurin savnar vanliga nógv fólk, og hann fáa stóra ávirkan á valúrslitið tveir dagar seinni. 21. árið á rað 17. januar letur ein lista- framsýning upp í Norður- landahúsinum. Heitið er »Skibet er ladet med...«. Listafólkini eru úr Suður- jútlandi og Suðurslesvik. Tey trý listafólkini, Nis Vollertsen, Viggo Bõhrn- sen-Jensen og Bente Sonne til staðar. Tað er Norðurlendska kunningarstovan í Suður- jútlandi, sum hevur fingið sambandið í lag, og ætlanin við ferðandi framsýningini er at víðka um tey góðu mentanarligu sambond, sum longu eru millum Suðurjútland/Suðurslesvik, Føroyar og Ísland, har framsýningn verður sýnd seinni, siga fyrireikarnir. Barnadansurin hevur ver- ið eitt fast punkt á skránni hjá Norðurlandahúsinum í samfull 21 ár. Hetta er tískil drúgvasta tiltakið í søguni hjá Norðurlandahúsinum. Dansað verður hvørt fríggjakvøld kl. 20. Tað er Norðurlandahúsið og dansifelagið í Havn, sum skipað fyri. Endamálið er at kveikja áhuga og at læra børnini um føroyska dansin. Symfoniorkestrið við spennandi solistum Føroya symfoniorkestur fer aftur at spæla fyri einum væntandi fullsettum sali í Norðurlandahúsinum sunnudagin 11. januar. Mynd: Jens Kristian Vang 55 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 10.01.kl. 2045 Leygardagin 10.01.kl. 2345 Sunnudagin 11.01.kl. 2045 Sunnudagin 11.01.kl. 2215 Leygardagin 10.01.kl. 2145 Leygardagin 10.01.kl. 2315 Sunnudagin 11.01.kl. 1845 Leygardagin 10.01.kl. 1730 Sunnudagin 11.01.kl. 1800 Leygardagin 10.01.kl. 1800 Sunnudagin 11.01.kl. 2315 P BIO KIOSKIN P Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a.