fríggjadagur 16. juli 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– At Føroya Løgting skal vera
mannað við 33 tinglimum, er
alt ov nógv.
Tað heldur Kaj Leo Jo
hannesen, løgmaður.
Og nú ein nógv umrødd
nevnd er sett at endurskoða
okkara valskipan, mælir hann
til, at hon í hesum sambandi
eisini tekur spurningin upp
um, hvussu nógvir limir
skulu vera í Løgtinginum.
Í Sosialinum mánadagin
reisti Kári P. Højgaard, løg
tingsmaður spurningin um,
at allir politikarar skulu
fara 55 ella 10% niður í løn
fyri at vísa Føroya Fólki, at
teir eru sinnaðir at ganga á
odda, nú teir annars áleggja
borgarunum eina byrðu og
aðra fyri í eini roynd at basa
kreppuni.
10 løgtingsfólk færri
Hetta er eitt uppskot, sum
Kaj Leo Johannesen, heldur
lítið um, sigur hann í aðrari
grein her á síðuni.
Sjálvur heldur hann, at
tað er nógv skilabetri at
talið á løgtingslimum verður
munandi skert.
Hann vísir á, at tað eru
eisini
onnur,
sum hava reist spurningin
um ikki tað eru ov nógvir
tinglimir í Løgtinginum
– Álvaratos altso, er tað
neyðugt at hava 33
tinglimir at stýra
Føroyum, spyr
hann.
S j á l v u r
heldur hann,
at eitt ting
mannatal upp
á 23 er hósk
andi fyri eitt
samfelag sum
tað føroyska.
– Skulu vit
tosa um at spara,
vildi eg persón
liga nógv heldur
viðgjørt spurningin um at
lækka tingmannatalið enn
eg eri sinnaður at viðgera
spurningin um at lækka løn
irnar, sigur Kaj Leo Johanne
sen.
Hann
heldur,
at
ein
kombinatión kundi verið at
lækka tingmannatalið, men
at styrkt umsitingina í Løg
tinginum so at hon fekk betri
umstøður at virka og at gjøg
numkanna uppskot, sum
verða løgd fyri tingið.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
– Eg má viðganga, at eg
smíltust fyri meg sjálv
an, tá ið eg á Rás2 og í
Sosialinum fekk at vita,
at Kári P. Højgaard, løg
tingsmaður, heldur, at
politikarar eiga at lækka
sína egnu løn 5%-10%.
Kaj Leo Johannesen
sigur, at hann kann ikki
taka eitt slíkt uppskot frá
sjálvstýris-formanninum
í álvara.
Kári P. Højgaard held
ur, at politikarar eiga at
lækka sína egnu løn fyri
at ganga undan sum góðar
fyrimyndir,
nú
byrðar
skulu leggjast á allar
landsins borgarar fyri at
koma okkum burtur úr
kreppuni.
– Tað er í fínasta lagi
at vit kunnu senda eitt
signalvirði,
sigur
løg
maður.
Sjálvur róði hann í
heyst framundir, at allar
almennar lønir og sostatt
eisini politikaralønirnar,
skuldu standa í stað.
– Men tað varð ikki
væl dámt, minnist hann
og úrslitið varð eisini, at
fakfeløgini hildu fast um
lønarhækkingina,
tey
høvdu krav upp á eftir
sáttmálanum.
– Men hatta uppskotið
hjá Kára P. Højgaard um at
politikarar nú skulu lækka
í løn, ber eitt sindur brá av
at verða sett fram fyri at
tekkjast veljarunum.
Skulu arbeiða
fyri lønina
Hann heldur, at áðrenn
politikarar fara at tala
fyri lønarlækkingum, eiga
teir at seta teir sjálvum ta
krav, at teir arbeiða fyri ta
løn, teir fáa.
Løgmaður staðfestir, at
tað eru fleiri løgtingsfólk,
sum taka sítt politiska
starv í fullum álvara og
sum tískil eru løgtings
limir burturav.
– Men tað eru sanniliga
eisini løgtingslimir, sum
hava hjástørv av øllum
handa slagi. Og í hesum
sambandi heldur hann,
at tinglimirnir hjá Sjálv
stýrisflokkinum
halda
seg sanniliga ikki aftur,
tí báðir hava hjástørv
og hjávinnur, sum teir
røkja afturat sínum løg
tingssessi.
– Tað fyrsta, vit kunnu
vænta av løgtingslimum
er, at teir eru til arbeiðis
fyri sína løn og geva alla
okkara orku til tað polit
isku arbeiði og ikki hava
hjástørv
og
hjávinnur
afturat.
– Tá ið løgtingslimir
hava fingið síni viðurskifti
í rættlag í so máta, kunnu
teir eisini fara at seta høg
krøv til aðrar politikarar,
men ikki fyrr, leggur Løg
maður afturat.
Fyri nøkrum árum síð
ani samtykti Løgtingið at
hækka sínar egnu lønir
rættiliga munandi.
Grundgevingin fyri tí
var, at varð lønin hækkað,
kundi løgtingslimir verða
politikarar burturav og tað
skuldi føra til, at dygdin í
lóggávuarbeiðnum fór at
hækka.
Men tey eru mong, sum
vilja tvíðhalda um, at tað
hevur ikki gjørt mun.
Og heldur ikki løg
maður dugir at síggja tær
stóru broytingarnar, tí enn
eru tað nógv tingfólk, sum
hava onnur størv afturat
sínum løgtingssessi.
aki@sosialurin.fo
Uppskot um
lønirlækking
fekk løgmann
at smílast
POLITIKARALØNIR Løgmaður
heldur, at ongin álvari er
í tankanum hjá Kára P.
Højgaard, løgtingsmanni, um,
at politikarar skulu niður í løn
Vil koyra 10
tinglimir úr
løgtinginum
TINGLIMIR Løgmaður heldur, at tað er ov nógv at hava 33 limir í løg
tinginum og nú mælir til, at talið á løgtingslimum verður munandi skert
Er tað neyðugt at
hava 33 tinglimir at
stjórna Føroyum?
Tað fyrsta, vit kunnu
krevja av politikarum,
er, at teir eru til arbeiðis
færri TINGLIMIR
Kaj Leo Johannesen,
løgmaður heldur, at 23
løgtingslimir eru nóg mikið
til at stjórna Føroyum
og tí mælir hann til, at
talið verður lækkað