fríggjadagur 16. juli 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
10
Sosialurin
Dagfinn Olsen
Myndir: Jens Kristian Vang
Tá G! 2010 skuldi byrja hóskvøldið,
gjørdu regn og nógvur vindur av
álvara um seg. Á sandinum í Gøtu
skolaðu tungar aldur heilt niðan
undir pallin, á tjaldingarplássinum
fóru fleiri tjøld um koll og onnur
fuku út á fjørðin og gøturnar í Gøtu
vóru at kalla manntómar, tí tað
regnaði av grimd. Mest vóru vaktar
fólk og fyrireikarar at síggja.
Tað sá ikki gott út. Fleiri gestir á
tjaldingarplássinum funnu leiðina
heim, tí tjøldini vóru burtur, stóri
pallurin mátti ruddast, og hugs
ingur var ikki um at byrja konserts
kránna, tí ongin hevði hug at vera
úti og ráðiligt var helst ikki at hava
tónleikarar á váta pallinum millum
ljós og leidningar.
G! Moll
Øll bíðaðu. Skráin skuldi byrja
klokkan 17, men millum klokkan 17
og 19 leikaði harðast á. Onkur vildi
vera við, at hetta var so sorgblítt, at
her var av sonnum talan um G! Moll.
Men lagið á fyrireikarum, starvs
fólki
og
festivalgestum
fánaði
ongantíð, og tá klokkan gjørdist
19 sást, at veðrið batnaði. Júst sum
fyrireikarar høvdu spátt.
Alla tíðina varð tosað um bíði
støðu, men ongantíð hoyrdist nakað
um at avlýsa. Og tá klokkan nærk
aðist 21, fóru fyrireikarar at tosa um
at fáa eina fyribils skrá fyri kvøldið
á Spæliplássinum.
Djørv á G!
Og klokkan 22 fór svenski Moto
Boy á pallin. Eina á pallinum við
sonevndum V guitara – tað vil siga í
rock sniði, fór hann á pall við stillum
løgum. Og hann sang sínar stillu
sangir og sang væl. Sermerkt er, at
hann stundum sang so
sera, sera høgt. Í falset.
Og næstan operakent
ljóðaði hetta. Tað sigst,
at dreingjakór er nakað,
ið fellur honum væl í
oyruni.
Og
stundum
minti tónleikurin um
dreingjakór. Ein frálík
framførsla, har moto Boy
fekk røst festival
gestunum fyri at teljast millum
coolastu og djarvastu festival- og
tjaldingarfólk, ið finnast.
FM Belfast úr Íslandi settu
av álvara gongd á. Hetta er
elektroniskur tónleikur, ið ikki altíð
tekur seg sjálvan so hátíðarliga.
Sambandið við fjøldina á Spæli
plássinum var gott. Ljóðið var hart
og gott, og pumpandi rútmurnar
fingu fólk at dansa og røra seg. FM
Belfast hava fingið rósandi orð við
sær, og framførslan á G! Var eisini
góð og full av orku.
So kom Lucy Love. Hon er nevnd
ein stórhending innan rapptónleik.
Og tað sat veruliga væl og umramt
hevði hon dansarar við sær, so
pallframførlan fekk eitt sindur
meira. Pápi hennara var DJ, og tað
sang hon eisini um, men annars
er kanska ivasamt, um vælsitandi
rapptekstirnir søgdu fjøldini so
nógv, men væl framført og sera væl
sitandi rapp.
So kom Hamferð. Bólkurin við
manning ymsastaðni úr Føroyum,
vann Sement kappingina herfyri.
Tungur tónleikur. Harður. Og har
er í øllum førum trupult at hugsa
sær, at orðini søgdu øllum so nógv,
tí ringt var at skilja tey. Men hetta
var kanska spell, tí stundum tóktist,
sum var talan um forvitnisligar
tekstir.
Hamferð er heilt
víst tað tyngsta innan tónleik, ið er
at finna í Føroyum í løtuni. Og tá
slíkt verður gjørt av fullum huga, og
menn veruliga meina tað teir takast
við, so riggar tað. Og tað er gott!
Uttan mun til, um einum dámar
slíkan tónleik, so merkist, at her er
okkurt ektað. Hamferð hevði eina
fr´líka framførslu og var eitt gitt
og tungt punktum fyri hesa skjótt
samansettu skrá fyri hóskvøldið.
Týr og Froðbiar Sóknar Blues
orkestur, sum eisini áttu á pall hós
kvøldið, fara ístaðin á pallin í dag,
fríggjadag. Og møguliga blíva aðrir
bólkar úr hósdagsskránni eisini
partur av skránni fyri restina av
G!festivalinum.
G!
Nú munnu allir føroysku festival
arnir hava roynt vansarnar við
føroyska veðurlagnum, men G! Var
nokk tan seinasti í røðini, og hevur
annars øll undanfarnu árini verið
hildin í sera goðum veðrið.
Men burtursæð frá flugvandi
tjøldum eina løtu og skerdari hós
dagsskrá, so tykist hetta higartil
ikki at órógva góða huglagið á G! Og
hóskvøldið eftir klokkan 22 hugn
aðu fólk sær á G!
dagfinn@sosialurin.fo
ReG!n av G!rim
gott lag og ár
Regn og vindur hóttu við at køva allar vónir um, at fyrsti dagurin á G!festivalinum
kundi byrja. Hóast tað sá eitt sindur keðilgt út fyrstu tímarnar, og tónleikurin fór
í gongd einar fimm tímar seinkaður, so køvdi hetta hvørki áræðið hjá fyrireikarum
ella góða lagið á festivalgestunum,hóast fyrstu tímarnir vóru í G! Moll.