fríggjadagur 16. juli 2010síða 43
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
Sosialurin
Føroya Banki søkir í løtuni eftir næmingum.
Í Føroya Banka eru vit dugnalig, eldhugað og framsøkin. Tí hava vit
ment okkum til eitt sterkt norðurlendskt samtak við 450 starvsfólkum
í Føroyum, Íslandi, Danmark og Grønlandi.
Vilt tú verða partur av framtíðini hjá Føroya Banka? Vilt tú verða
ein av okkum?
Send tína umsókn við CV og møguligum prógvum við telduposti til
starvsfolk@foroya.fo.
Umsóknarfreistin er 19. juli.
Les meira á www.foroya.fo
Hjá okkum fært tú eina
lønandi útbúgving
Yvirskrivtin kundi verið ein
viðmerking til altjóða fíggj
arkreppuna. Orðini eru úr
Brecht Cabarettini – GOYM
MORALIN TIL SEINNI, ið
verður framførd á Tjóðpall
inum í hesum døgum.
Tað er nýstovnaði leik
bólkurin GRUGG, ið bjóðar
vælkomin. Í somu løtu dyrnar
lata upp til leikhøllina, er tú
greið yvir, at her hendir nak
að, ið ikki plagar at henda.
Gjørdist
nærum
ovfarin.
Allir sjónleikarar koma tær
fryntliga ímóti og bjóða væl
komin. Sama gólvið, tú stígur
inn á, er pallur og áskoðarar
nir sita uppeftir á báðumeg
in – nærum í atriumsgarði.
Hvussu skal tað byrja,
tá allir leikarar longu eru
á pallinum og ljós er inni?
hugsaði eg, tá onki leiktjald
er? Væntaði, at tey fóru
útaftur fyri síðani at koma
innaftur og byrja framførsl
una. Jú lætt og elegant er
svarið: Ljósið verður sløkt,-
tað er myrkt nøkur sekund,
og tá ljósið aftur verður
tendrað, er leikurin byrjaður
við miklum ágrýtni, sangi,
tónleiki, virkisfýsni – og
stundum jongleringum og
akrobatikki. Samanumtikið
jaligt energi. Eisini er hetta
ogn í víðkanini av býarlív
inum í Havn. Í vikuskiftinum
byrjar framførslan kl. 10 á
kvøldi, so smábarnaforeldrini
kunnu leggja børnini, áðr
enn barnagentan tekur við,
soleiðis at tað legst ein ser
ligur upplivingardámur yvir
kvøldið
Tær hava verið stórtøknar
íbirtarakonurnar – Barbara
Christoffersen, Ria Torgarð
og Súsanna Torgarð – at
leggja lunnar undir leik
bólkin Grugg við Bertolt
Brecht, at fáa royndu sjón
leikararnar Hans Torgarð og
Páll Danielsen at vera við
og síðani Sonju Kelhler sum
leikstjóra við sínum finska
spælimanni. Hon er víðagitin
sum mætasti Brechttulkari.
Víst eru hesir sjónleikararnir
nøkur av okkara allarbestu
undir øllum umstøðum, Men
onkursvegna gevur leikstjór
in teimum eykaorku ella
megi. Tey eru ikki kørg við at
brúka seg sjálvan, sín kropp
og sína rødd. Tað tykist at
fella teimum ómakaleyst og
leikandi lætt. Og so er veru
leikin, at hetta eru millum
kravmiklastu leiklutir á palli
yvirhøvur.
Tekstirnir eru tiknir úr
ymiskum leikum og tekstum
hjá Bertolt Brecht, sum ofta
brúkar ein sang uppií fyri
at framskera boðskapin.
Yvirskrivtin til hesa grein
er tó tikin úr einum teksti,
ið Hans so meistarliga ber
fram, soleiðis skiftir Brecht
ímillum ymisk amboð, so
eingin skal vera í iva.
Barbara
Christoffersen
hevur fá ár á baki í mun til
hini, men hon smæðist ikki
burtur millum tey, ið framm
anundan eru vorðin fólka
ogn. Ikki bert hon, men eisini
hini eru í góðum selskapi.
Tað vísti hon eisini sum trú
boðarastjúkmamman
við
hinkubeini í Aftaná undrið .
Har var annars nógv at
lata seg hugtaka av. Mær
dámdi serliga væl varliga og
eyma ástarleikin við Hans og
Riu eins og dansin hjá Pálli
og Riu. Hetta var alt so javnt
gott, at ilt er at taka dagar
ímillum, men jongleringin
hjá Hansi og Pálli við stavin
um, har teir bæði fingu men
talar og likamligar veingir,
har
stavurin
samstundis
var álitið, lyfti eisini okkum
askoðar uppfrá í kæti.
Bertold Brecht er ikki
nakar hvørsumhelst. Doyði
58 ára gamal fyri meiri enn
hálvari øld síðani og er
kortini alsamt áhugaverdur
og hugvekjandi. Listarliga
nýhugsan hansara lá í at
beina fyri romantikki og
kenslum, ið laga seg eftir
hinum einstaka. Sjónleikur
skuldi ístaðin fyri undirhald
eggja til skynsemi og skil
og síðani fáa fólk at hugsa
og taka støðu ístaðin fyri at
lata seg tøla ella lata seg taka
av fótum. Han hugsaði altíð
politiskt – sosialistur um ein
háls, og niðurstøðan var, at:
Um tey niðastu ikki hugsa
um tey niðastu, so fáa tey
ongatíð høvdið fyri seg.
Teksturin er ofta stutt
ligur og beinrakin, tí vit
kenna okkum sjálvi og onnur
aftur í boðskapinum.
Pallurin er so nakin hann
kann verða, nakrir sodavatns
kassar, ein skotskur stavur
við drykkisteypi i hand
takinum og ein fótboltur.
Búnarnir minimalistiskir. Á
henda hátt verður boðskapur
Brechts eisini mest sjónligur.
Einki fjas við kenslum og
friðsælu. Einki uttanumtos.
Sjónleikararnir vóru á alla
tíðina. Tú sást tey ikki bert
framman og aftan, men eisini
úr erva, og tey fylti pallin og
rúmið saman við empatiska
klaverspælaranum
Hans
Paula Torgarð. Tøkk og prís,
at tey ikki kunnu lata vera
við at gera sjónleik. Tað man
vera tað, ið drívur verkið.
Samanumtikið satiriskur
og stuttligur sjónleikur um
peningaligt mutur og gramm
leika, svik og fals. Viðurskifti,
ið eru vorðin so sjónlig undir
núverandi globalu búskapar
ligu kreppuni. Ivist ikki í, at
onkur eisini spyr: Júmen er
tað ikki júst hetta, ið eisini
fer fram í landi okkara, har
politiska og peningaliga valdið
skiftast um at leikstjørna og
framføra og goyma moralin
til seinni, meðan
tey niðastu ikki fáa
høvdið fyri seg.
Er tað verri at rána ein banka
enn at stovna ein banka?
Karin Kjølbro