fríggjadagur 16. juli 2010síða 46
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Sosialurin
Fríggjadagur 16. juli · Nr. 108 · Lýsingartilfar
Handil
Lýsingartilfar
Alt frá pilkum til bátar
Ein av best kendu fyritøkunum í landinum er P/f Jógvan Weihe í Havn,
sum hevur eitt stórt vøruúrval av øllum til frítíðarfólkið og vinnuna
Magnus Gunnarsson
Jógvan Weihe er eitt kent navn
innan sølu- og handilslív í Føroyum.
Jógvan Weihe arbeiddi sjálvur sum
ferðandi sølumaður fyri Lands
handilin og aðrar heilsølur í mong
ár og kom at kenna nógv fólk kring
landið, áðrenn hann stovnaði sína
egnu fyritøku í 1991.
Við áræði og áhaldni bygdi
Jógvan, saman við konuni Hildi
bjørg, sítt virki upp til at verða eina
av kendastu fyritøkunum av sínum
slagi í landinum, sum síðan 2004
hevur hildið til í stóra virkisbygn
inginum við Stiðjagøtu í Havn.
Handilsbygningurin rúmar ein
um hópi av ymiskum vørum og hev
ur umboð upp á alt millum himmal
og jørð – alt frá hosum til plattar av
hoyggi og stórar Viksund bátar.
Í handlinum er eisini ein rúgva
av bæði arbeiðs- og frítíðaklæðum
at finna av kendum merkjum sum
Bergans, Helly Hansen, Fjällräven
og Columbia. Eisini umboðar fyri
tøkan
svensku
arbeiðsklæðini
Tranemo.
Fyritøkan er eisini kend fyri
sítt stóra úrval av arbeiðsklæðum
og fiskireiðskapi, bæði til vinnuna
og til frítíðarfiskaran, kamping
útgerð, eins og setepli og útgerð til
urtagarðsrøkt. Fyri at taka burt
urúr rúgvuni kunnu vit nevna at
fyritøkan eisini selur t.d. ruskíløt,
fløgg, skógvar og stivlar, vakum
maskinur, grillir og terassuhitarar.
P/f Jógvan Weihe er eisini skipa
umboð hjá eitt nú norskum línu
skipum, sum fiska undir Føroyum.
Í dag hava synirnir tikið yvir við
Ólavi sum stjóra og Gunnari Oluf
sum
nevndarformanni.
Jógvan
Weihe er enn virkin í fyritøkuni
sum sølumaður. Í dag starvast átta
fólk hjá P/f Jógvan Weihe.
maggi@sosialurin.fo
Regatta flótidraktir
Regatta bjargingarvestar
Frítíðarfisking
Bergans frítíðarklæðir
Viking gongustivlar