mánadagur 22. november 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. november · Nr. 162
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Eg vil ikki taka ábyrgdina
av hesum longur!
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í menta
málum, hevur eitt treytaleyst
krav til samgonguna.
Og kravið er, at antin tekur
samgongan undir við umfat
andi bygnaðarbroytingum á
fólkaskúlaøkinum, ella sigur
hon landsstýrissessin frá
sær.
Men hon leggur aftur
at, at tað er nú, at bygn
aðarbroytingarnar skulu
setast í verk.
– Tær skulu vera settar
í verk tá ið næsta skúlaár
byrjar í august, annars
eri eg ikki við meiri, sigur
landsstýriskvinnan.
Men tað verður longu
um einar fýra mánaðir, at
Helena Dam á Neystabø
fær greiði á, um samgongan
gongur krøvum hennara á
møti.
Tað hendir tá ið fíggjar
karmurin fyri 2012 verður
lagdur fyri Løgtingið
í seinasta lagi 31. mars
2011.
Ikki við longur
Landsstýriskvinnan
viðgongur, at tað gongur
ómetaliga striltið at fáa und
irtøku fyri teimum bygn
aðarbroytingunum, sum eru
neyðugur.
Sjálv umsitur hon skúla
verkið
og
lands
Uppgerð
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í
mentamálum, hevur
lagt upp til eina uppgerð
av teimum heilt stóru í
samgonguni og kanska sigur hon
landsstýrissessin frá sær longu í vár
Mugu
tola
luktin
Hóttir við
úr lands
– Nú má Javnaðarflokk
urin finna útav, hvørjum
vit skulu samstarva við
í politikki.
Tað staðfesti Helena
Dam
á
Neystabø,
landsstýriskvinna
í
mentamálum, á lands
fundinum hjá Javnaðar
flokkinum
seinasta
vikuskifti.
Hon var so mikið
greið í síni meining, at
nógvir lurtarar sótu
eftir við eini sterkari
kenslu av, at ein politisk
uppgerð
av
teimum
heilt stóru er á veg í
samgonguni.
Hom mælti rætt og
slætt til, at Javnaðar
flokkurin nú ger støð
una í samgonguni upp.
– Vit mugu finna
útav, hvønn vit skulu
samstarva við fyri at
kunna føra javnaðar
politkk og fyri at kunna
seta
tær
nýskipanir
í verk, vit hava sett
okkum fyri.
– Vit mugu meta um
støðuna og gera upp
við okkum sjálvi um
úrslitið, sum er komið
burtur úr, er nøktandi
ella um tað er ov ússa
ligt.
Tola luktin
Landsstýriskvinnan
gjørdi eisini greitt, at
Javnaðarflokkurin má
gera upp við seg sjálvan,
hvat virðisgrundarlag,
hann byggir á og hvørj
um
flokkum,
hann
kann føra ein politikk
saman við, sum er í
samsvari við tað virðis
grundarlagið.
– Tann, sum ikki tolir
luktin í tí bakaríðnum,
má bara rýma.
– Javnaðarflokkurin
kann ikki liva við at
framtíðin er borgarlig,
soleiðis
sum
Jørgen
Niclasen,
formaður
Fólkafloksins,
hevur
fráboðað alment.
– Tað skulu vit boða
greitt og týðiligt frá,
legði hon afturat.
Hon legði afturat, at
Javnaðarfokkurin má
halda fast um, at tær
stóru
nýskipanirnar
skulu
gjøgnumførast
fyri at framtíðartryggja
búskapin og vælferðar
samfelagið,
men
tað
skal vera á tí virðis
grundarlagið, sum er
okkara.
Hon legði afturat, at
tað ber ikki til at spara
seg burtur úr trupul
leikunum.
Samstundis er tað
greitt, at tað tekur tíð
at gjøgnumføra nýskip
anir, so tað má leggjast
til brots nú.
– Tí mugu vit gera
okkum,
greitt,
hvat
virðisgrundarlag
vit
skulu byggja á, tað, sum
er eftir av hesum skeið
num og ikki minst, í eini
framtíðar samgongu.
SAMGONGAN Fær Helena Dam
á Neystabø ikki undirtøku fyri
sínum krøvum, fer hon at siga
landsstýrissesin frá sær
Javnaðarflokkurin
má gera støðuna upp
So vil eg
ikki sita við
ábyrgdini
longur