Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 22. november · Nr. 162 Sosialurin Vilmund Jacobsen Enn einaferð vísir ein rokn­ skap­ar­greining hjá NOTA, at føroyski heimaflotin er í tung­um sjógvi. Samanlagt høvdu línu­ skip­ini eitt hall í 2009 á 8,5 miljónir krón­ur, meðan hallið hjá par­trolara­flota­ num var tríggjar ferðir so stórt – ella umleið 27 miljón­ ir krónur tilsamans. Heldur ikki hjá lemma­ trolarunum eru saman­ løgdu tølini nakað at reypa av. Seinastu árini hava øll givið hall, og í fjør var saman­lagda hallið hjá hes­ um skipum meiri enn 10 miljón­ir krónur. Leggja vit tølini hjá hesum trimum skipa­bólk­ unum, sum fiska undir Før­oyum, saman, høvdu línu­skip, partrolarar og lemma­trolarar eitt samlað hall í fjør á meiri enn 45 miljón­ir krónur. Tølini hjá grann­skoðara­ felag­num NOTA skulu les­ ast sum tað, tey eru, men eing­in ivi er um, at tey geva eina rættiliga góða heild­ar­ mynd av gongdini og støð­u­ ni hjá heimaflotanum. Tá raksturin gevur hall fleiri fylgjandi ár á rað, veks­ur skuldin, og hetta sæst eisini í tølunum hjá NOTA. At hesir tríggir skipa­ bólkar­nir – hvør í sínum lagi – geva hall, merkir tó ikki, at einstøk skip ikki klára seg betri enn onnur, tó at gongdin ikki er nøktandi. vilmund@sosialurin.fo Heimaflotin gongur ikki væl FISKIFLOTI Línuskip, partrolarar og lemmatrolarar høvdu eitt samlað hall í fjør á einar 45 miljónir krónur miðal­prísurin er hækkaður munandi. - Tí kann roknast við, at línu­skip fáa eitt betri úrsliti í ár enn í fjør. Garnaskip Seinastu árini hava ikki roynst væl, og hevur hetta havt negativa ávirkan á egin­ ogn­ina hjá hesum partinum av fiskiflotanum. Bæði gjald­ føri og solvensur eru vers­nað munandi. - Fyrstu 9 mánaðirnar í ár er miðalprísurin øktur nak­ að samanborið við somu tíð í fjør. Hinvegin er saml­ aða veiðinøgdin mink­að munandi. Samlaða veiði­virð­ið er tískil nakað lægri fyrs­tu 9 mánaðirnar í 2010 enn somu tíð í fjør. NOTA væntar, at úrslitið hjá garnaskipum verður nak­ að verri í ár enn í 2009. rðið hækkar Fiskiskipavinna gongur ongantíð bara væl – og heldur ikki bara illa. Nakrir skipabólkar klára seg verri, aðrir betri. Í løtuni hómast batar, nú toskurin er við at koma fyri seg aftur, eins og fiskaprísirnir eru betri, enn teir hava verið Mynd: Vilmund Jacobsen batar