Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166 6 Sosialurin Jólablaðið Meibritt Djurhuus: Nú tendrast túsund jólaljós Hesin sangurin rakar meg heilt inn í hjartað. Tankarnir leita aftur til barnajólini á Sandi, tá vit komu úr kirkju jólaaftan og vindeyguni í bygdini vóru upplýst og prýdd við livandi jólaljósum. Í dag er bygdin upplýst og prýdd við alskyns vøkrum  el-ljósketum og er hetta sera, sera hugnaligt. Men hetta kann ongantíð viga upp ímóti tí gomlu og einføldu myndini, sum eg goymi í mínum hjarta, við jólaljósunum sum bóru boð um, at nú var tað JÓL. Nú tendrast túsund jólaljós um myrka jarðarkring, og túsund stjørnur sína kós sum hválvi sláa ring. Og yvir alla fold í kvøld nú jólaboðið fer til mannaætt, í syndum køld: Guðs sonur føddur er! Tú bjarta stjørna, milda ljós, sum birtist jólanátt tað vón, tú barst í fátækt fjós, ber inn um hvørja gátt! Skín í hvørt fátækt hjartaból, tú jólastjørna blíð, ber vitni um Guðs kærleikssól í sælu jólatíð. (Emmy Køhler 1898/ Edmund í Garði týddi) – Ljósini boðaðu okkum, at nú var tað jól, sigur Meibritt Djurhuus Hetta er mín jólasangur MINNI Nú tendrast túsund jólaljós Jólasølan hjá Skósøluni við Gøtu­ jógv er byrjað. Nýggjar vørur eru heimkomnar, og úrvalið av skóm og stivlum er stórt og rættuliga umfatandi. Skósølan selur damuskógvar, harraskógvar og barnaskógvar eins og ítróttarskógvar og gummistivlar til allar aldursbólkar. Millum tey ymisku merkini sum Skósølan selur eru t.d.: Marco Tozzi, Caprice, Relaxshoe, Zoo York, Marc Ecko, Skechers, Josef Seibel og Mizuno. Eisini selur Skósølan vetrarjakkar frá Highroad. Skósølan við Gøtugjógv er ein rættiliga gomul fyritøka. Tað var gøtumaðurin Jákup Hansen, ið byrjaði fyri seg sjálvan sum skó­ makari við Gøtugjógv í 1937. Um­ framt at umvæla skógvar byrjaði Jákup í 1947 eisini at selja skógvar og læt upp ein skógvahandil við Gøtugjógv. Terje Hansen, sum hevur rik­ ið skósøluna síðan 1994, sigur, at handilin liggur væl fyri við lands­ vegin, og at tey hava ikki einans kundar úr Eysturoynni og úr Norð­ oyggjum, men eisini úr høvuðs­ staðnum. Hann leggur seg eftir at hava eitt stórt úrval av skóm í nýggjasta móta og til rættan prís. Skósølan klár til jólasøluna