mikudagur 1. desember 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166
10
Sosialurin
Jólablaðið
Jólamaður og vættrar
búgva á loftinum
Býlingshúsið undir Fjalli Nýggjastova er ein barnagarðsstova við børnum, sum eru 4-6 ár.
Í Nýggjustovu byrja vit tíðliga at
jólastákast. Í sep/okt verður avgjørt
hvørjar jólagávur, børnini skulu
gera til foreldrini, og síðani verður
tilfarið fingið til vega.
Jólaverkstøð eru eisini fastur
táttur hjá okkum. Tá verða børnini
býtt í bólkar og fara upp á skift í
ymsu verkstøðini, har tey baka,
klippa, líma og evna ymiskt jóla
ligt.
Uppundir jólafestina venja vit
jólasangir og ”krubbuspæl”, sum
vit sýna fyri foreldrunum.
Jólafestin er altíð fyrsta fríggja
dag í desember. Tann dagin fáa
børnini
jóladøgurða
og
rís
à
l’amande og dansa um jólatræ.
Seinnapartin koma foreldur og
systkin, og eisini koma jólamenn á
rossabaki við pakkum
Á loftinum
Vit eru so heppin, at ein jólamaður
og tveir jólavættrar búgva á loft
inum í barnagarðinum. Og meðan
jólamaðurin fer sín árliga túr
við jólaskipinum, mugu vit ansa
jólavættrunum, sum eru tvær
ógvuliga jólaligar bamsur. Hesar
fara so hvønn dag í desember heim
við børnunum at sova og við aftur
í barnagarð, og tá hava børnini
við sær eina søgu ella dagbók um,
hvat tey hava gjørt saman við
jólavættrunum. (Tað er okkara
jólakalendari – ein søga hvønn
dagin). – Men tað kemur meira
enn so fyri, at tað liggur ein pakki
á loftinum til okkara, leika ella
okkurt etandi…
Vit gleða okkum at síggja, hvat
liggur á loftinum í ár, tí okkum
manglar eitt sindur av leikum …
SPÆL
Tey í Býlingshúsinum undir Fjalli duga væl at hugna
sær. Her eru tey ílætin til ein jólaleik
Uppundir jól verður Býlingshúsið
undir Fjalli prýtt. Og her verða børnini
sjálvandi tikin við uppá ráð
JÓLAPRÝÐI