mikudagur 1. desember 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166
12
Sosialurin
Jólablaðið
Oddvørsa
buffetstjørnur
Krás til kræsnar gómar
Ein hin best umtókta jólagávan er føroyska kókibókin.
Vælumtókta kateringkvinnan Oddvør Skarðhamar, ið er kend
fyri at gera leskiligan og spennandi mat til veitslur, móttøkur,
miðlar og annað, hevur nú latið sína triðju kókibók úr hondum.
Í nýggju bókini “Oddvørsa buffetstjørnur” eru uml. 90 upp
skriftir, ið eru valdar við umhugsni, gjørdar við nærlagni og ser
veraðar við tokka til tær upplivingar, ið góður matur gevur.
Undir einum lítlum træi,
liggur... ein bókapakki!
Allarbesta jólagávan er hørð og fýrakantað og keypt í bókabúðini. Sosialurin
viðmælir nýggjar føroyskar bókaútgávur í hvørjum blað í jólamánaðinum.
Bókadeildin gav út ungdómsbókina eftir Marjuna
Syderbø Kjelnæs. Tað eru fimtan ár síðani, at tað
seinast kom upprunaføroysk ungdómsbók út frá
Bókadeildini, tvs. bók, ið lýsir gerandisdagin hjá
ungdómi.
Skriva í sandin fer fram eitt vikuskifti í Havn,
og søgan verður søgd úr sjónarmiðnum hjá
tíggju ungdómum.
Longu áðrenn hon kom út, hevur ungdóms
bókin Skriva í sandin fingið nógv lovorð á veg
num. Ummælarar hava lagt dent á, at bókin
er aktuell og er skrivað á ungdómsmáli, so
hon er leikandi løtt at lesa. Sostatt er talan
um nýbrot í føroyskum ungdómsskaldskapi,
bæði viðvíkjandi evni og lætta málinum.
Høvundurin er ikki bangin fyri at taka tabu
evni upp og dugir sera væl at lýsa viðurskifti,
sum ungfólk stríðast við og hugsa nógv um
hesa truplu tíð, tá ið alt broytist bæði í sinn
og skinn.
Savnið Rend eftir Tórodd Poulse er funnin fressur hjá
teimum, sum dáma speirekandi og hugvekjandi skald
skap.
Eins og í teimum undanfarnu eru nógvar stak per
sónligar, men um somu tíð umboðandi tekstir í hesum
savninum.
Høvundurin lítur aftur um bak og roynir eisini, nú hann
er gott og væl miðskeiðis í lívinum, at hyggja frameftir.
Veldugar speirekandi, groteskar myndir trína á pall í tí
drúgva kvæðinum "Feskasta marran", har politikararnir
trúna deyðadansin, líka til yrkjarin vaknar.
Oddvørsa
Buffetstjørnur
Med dansk
tekst
Rend
Speirekandi og hugvekjandi
skaldskapur
Gávan til tannáringin
Skriva í sandin
Fyrsta ungdómsskaldsøgan í áravís