Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-01, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2010síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166 18 Sosialurin Jólablaðið Tað siga tey um JÓLINI Øll hava sína hugsan um jólini. Les her, hvat so ymisk fólk sum Heðin Mortensen, Margaret Thatcher og Victor Borge halda um hátíðina, ið tað nú stundar til. – Eg gavst at trúgva uppá jólamannin, tá eg var seks ár. Mamma tók meg við sær í handilsdepilin, fyri at hyggja eftir honum, og hann bað meg um mín autograf. Shirley Temple, amerikansk barnastjørna, sjónleikari og sendiharri – Fyri nøkrum árum síðan gjørdist ein prestur í Grimstad nógv umrøddur, tá hann mælti til at stovna eina fólkarørslu ímóti, at jólini komu so tíðliga. Tað miseydnaðist. Sjálvandi, kundu vit næstan sagt. Handilsliga frælsið er nærmast fullkomið, og tað er heldur ikki trupulleikin, sum hildið varð, at jólini komu ov tíðliga. Spurningurin er bara, um jólini, tá tey koma, hava tað innihald, hvør einstakur ynskir, at tey hava. Nú eg eri vorðin rímiliga tilkomin, so havi eg sannað, at tað eru fýra stig í lívinum hjá einum røttum manni. Í fyrsta partinum trýr hann á jólamannin; í næsta partinum trýr hann ikki á jólamannnin; í triðja partinum er hann jólamaður, og í seinasta partinum líkist hann jólamanninum. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá jólatræið varð tendrað leygardagin 27. november 2010 –Jóladagur er ein dagur av týdningi og siðum. Ein serligur dagur saman við familju og vinum í heitum vinalagi. Margaret Thatcher, bretskur forsætisráðharri 1979-90 – Jólamaðurin er inni á nøkrum týdningar­miklum: Vitjið fólk einaferð um árið. Victor Borge, danskur pianistur og skemtari – Ein heimagjørd gáva sigur nógv meiri enn ein keyptur smálutur. Hon sigur, at ein hevur brúkt tíð og orku. Hon sigur, at hetta er ein persónlig gáva. Hon sigur, at ein fær ov lítið í lummapeningi Steen, úr teknirøðini Steen & Stoffer