Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-01, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2010síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166 22 Sosialurin Jólablaðið Gissur Patursson: Nú eru Jól Tann besti jólasangurin hjá mær er av nýggjari dato, nevniliga á Jólafløguni 1998. Her syngur Kim Hansen so sera væl sangin "NÚ ERU JÓL" við orðum og lagi eftir Carly Simon og týðingini hjá Steintóri Rasmussen. Hetta er sera væl yrktur sangur. Hoyr bara hetta ørindið: Børn á gøtum tendra ljós Vakra stjørnufjøld Einglar savnast hjørtum í Streingjaspæl í kvøld Úr handlum hoyrast jólaløg Sum træið lýsir bjart Tað stundar til jóla – So eri eg so avgjørt i jólahýri, tá eg hoyri sangin. Og so er hann so mega væl spældur eisini, sigur Gissur Patursson. Hetta lagið er á Jólafløguni ið kom út í 98, og er hetta sum heild tann besta jólafløgan ið er útkomin her á klettunum. Hon er sera væl úr hondum greidd av Jákup Zachariasen, saman við Edgar Struble ið samskipaði i Nasville. Finn­ ur Hansen hevur lagt til rættis. Nú eru jól Orð og lag: Carly Simon Týtt: Steintór Rasmussen   Børn á gøtum tendra ljós Vakra stjørnufjøld Einglar savnast hjørtum í Streingjaspæl í kvøld Úr handlum hoyrast jólaløg Sum træið lýsir bjart Tað stundar til jóla   Um ikki tú ert ein eingil Syng jólunum boð Um ikki tú ert eitt barn Tú manst undrast so Lat vísmenn og mætar kongar Fella á knæ Í okkara hjørtum eru jól í dag   Nú eru jól Nú eru jól   Um tú kennir vetrartyngd Sorgin kom á gátt Sang og dansur skýggja teg Fella vilt í fátt Eg bera vil tær sólina ið fjaldist handan ský Tað stundar til jóla   Um ikki tú ert ein eingil Syng jólunum boð Um ikki tú ert eitt barn Tú manst undrast so Lat vísmenn og mætar kongar Fella á knæ Í okkara hjørtum eru jól í dag – Eg komi í jólahýr, tá eg hoyri sangin »Nú eru jól«, sigur Gissur Patursson Hetta er mín jólasangur Snorri Brend Konsertrøð hennara byrjaði í kirkj­ uni á Tvøroyri, og helt síðani fram í Glyvra kirkju og í Hoyvíkar kirkju. Hóskvøldið hevði hon konsert í Skálavíkar kirkju, síðani í Kollafirði, við Norðskála og sunnukvøldið varð seinasta konsertin hildin í Mið­vágs kirkju. Tá konsertin varð hildin í eini fullsettari Skálavíkar kirkju, var Sandoyarportalurin á staðnum. Og á heimasíðu teirra verður skrivað soleiðis um konsertina: “Linda hevur glett seg sera nógv at koma til Skálavíkar at syngja og sang av hjarta. Ein ótrúliga vøkur rødd og ein sera væleydnað konsert”. Aftaná konsertina varð boðið oman á Keldu til kaffi og køkur. Her nýttu fólk, kanska mest tað yngra ættarliðið høvið at fáa eina autograf frá Lindu. – Konsertferðin eydnaðist av­ bera gott, og runt roknað hava næst­an 3.000 vitjað konsertirnar í teimum ymisku kirkjunum. So tað var sera stuttligt, sigur Linda Andrews í stuttari viðmerking. Fullsettar kirkjur og sjey konsertir Í farnu viku hevði okkara so kenda og væl umtókta Linda Andrews  jólakonsertir í sjey kirkjum kring alt landið. Umleið 3000 fólk hoyrdu hana. VÆL SUNGIÐ Hóast hon var einsamøll frammi í kór, saman við væl uppløgdum pianisti, megnaði Linda Andrews at fylla Skálavíkar kirkju við sangi sínum Mynd: sandportal.fo At Linda er populer millum tað yngra ættarliðið fekst prógv um í Skálavík. Hon gav sær eisini tíð at práta við tey POPULER JÓLAHÝRUR