mánadagur 6. desember 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 127 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað er mikið áhugavert at
hoyra kjakið í sendingini
Álvaratos í Kringvarpinum
fríggjadag. Har viðger pan
elið ymiskt, sum hevur verið
frammi í fjølmiðlunum – og
so fáa vit teirra meining um
tað.
Fríggjadagin var tað ein
grein her á síðu tvey, sum
var til viðgerðar. Tað var
greinin »Hvar var Kring
varpið«, sum vit skrivaðu, tí
vit hildu tað vera eitt sindur
løgið, at Kringvarpið ikki var
til tiltakið hjá Dugna, tá tey
heiðraðu Snorra Brend fyri
positivar greinar um fólk við
breki.
Vit fara ikki at misteinkja
Kringvarpið fyri ikki at
dekka tiltakið, tí tað var eitt
blaðfólk í Miðlahúsinum,
sum varð heiðrað. Tí tað
vistu tey ikki. Men løgið var
tað kortini, at Kringvarpið
als ikki nevndi hesi positivu
tíðindini - havandi public ser
vice kravið í huga.
Men so er tað Jákup
Magnussen, sum ikki kann
lata vera við at koma við in
sinuerandi viðmerkingum.
Hesaferð postuleraði hann,
at bløðini fáa fleiri millión
ir í almennum stuðuli, tí tey
eru frítikin fyri MVG. Reint
journalistiskt hevði tað sømt
seg betur fyri bæði Kring
varpið og Jákup Magnussen,
at hann eftirkannaði tað,
hann sigur. Minsta kravið má
vera, at pástandurin er rætt
ur. Einaferð legði hann Rás2
undir at taka ímóti mutri,
og nú er skuldsetingin, at vit
ikki gjalda MVG. Føroysku
bløðini gjalda fleiri milliónir í
MVG um árið! Tað sum Jákup
Magnussen hevur misskilt
er, at søla av bløðum, eins og
bókum, er frítikin fyri MVG.
Óbeinleiðis kunnu vit siga,
at hetta er stuðul til bløðini
- men tað umfatar altso bara
søluna av blaðnum, sum í
sølubúðini kostar 20 krónur
í staðin fyri 25, harav lands
kassin skuldi havt tær fimm
krónurnar.
Annars vóru tað kvinn
urnar í sendingini, sum bet
ur dugdu at reflektera og
analysera viðurskiftini, enn
journalisturin og politisturin
gjørdu fríggjdagin. Kanska tí
tær hava vinnulívsroyndir og
vita, hvat tað er at reka for
rætning, har pengarnir bara
ikki koma av sær sjálvum.
Men stríðið um lýsingar
pengarnar, tað heldur fram,
hóast Elin Michelsen rullar
eygu. Vit í Miðlahúsinum
eru í tí vanlukkuligu støðu
at skula kappast móti einum
heilum landskassa um lýsing
arpengarnar, og tað er hvørki
rætt, rímuligt ella rættvíst.
Tað er so hamrandi órættvíst.
Og at politikarar - fyrst og
fremst landsstýriskvinnan í
mentamálum - ikki eru sína
uppgávu vaksin, tað ger bara
trupulleikan størri.
Tað vóru sorgarboð, sum frættust
fríggjadagin, at Fiskavirking er farin
í Skiftirættin. Harvið mistu 800 fólk
arbeiði - og harvið lívsgrundarlagið.
Fiskavirking var eitt politiskt pro
jekt frá byrjan og harvið eisini eitt
politiskt býtisbarn. Landið hevur nú
royndir við at reka fiskavirking og
hevur eisini mist nógvar pengar upp
á projektið, sum helst var neyðugt
tá. Helst kundi hesin truplleikin
verið handfarin øðrvísi tá, men vit
kunnu so bara taka útgangsstøði í
støðuni, sum hon er beint nú.
Og hon er ikki góð hjá teimum,
sum nú hava mist síni størv. Men
tað er kortini vón fyri framman, tí
bæði virki og skip fara í gongd aftur,
og vónandi so skjótt sum gjørligt.
Landið fer eftir øllum at døma einki
at gera við at endurstovna felagið, og
harvið er tað litið upp í hendurnar á
vinnuni sjálv at finna útav.
Ein stórur munur á kreppuni í
dag og henni í nítiárunum er Ar
beiðsloysisskipanin, sum nú hevur
nógvar pengar. Tað er ein troyst, at
starvsfólkini kunnu koma í hesa
skipan beinanvegin, men tað stend
ur ein stór uppgáva fyri framman
hjá fakfeløgunum, sum eisini eiga
at lofta sínum limum. Hetta er helst
tann størsta avbjóðingin hjá Sam
taki.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Før
oya Arbeiðarafelag nevndi, at land
ið eigur at traðka til, har tað privata
ikki røkkur, og hon helt, at landið tí
hevur eina skyldu at vera við í eini
eindurreisn so ella so.
Tað er púra rætt, sum hon sigur,
at vit ikki mugu koma í ta støðu,
at virki og skip fara at liggja still í
longri tíð. Skiftirættarfundur verður
fríggjadagin í næstu viku, og fyri ta
tíð hendir valla nakað. So er bara
at vóna, at ein endalig loysn kann
finnast sum skjótast - og hon verður
helst, at virki og skip verða seld hvør
sær, tí politiski boðskapurin er púra
greiður, at landið fer ikki at keypa.
Ein fyribilsloysn kann sjálvandi
verða, at onkur fer at leiga virki og
skip fyri at reka tað víðari til ein
endalig loysn verður funnin. Tað er
óiva ein møguleiki, sum bústjórarnir
arbeiða við.
Tað er í øllum førum vist, at fleiri
góðar kreftir mugu arbeiða saman í
hesum máli, til tess at fáa gongd aft
ur í virki og skip sum skjótast.
Ein annar trupulleiki, sum kemur
í kjalarvørrinum á kreppuni hjá
Fiskavirking er, at nógv fólk koma at
liva undir fátækramarkinum, sum tó
ikki er ásett. Ingeborg Vinther vísir
á, at fólk sum hava verið í fiskavirk
isskipanini koma nú at fáa eina 30-
40 krónur um tíman frá ALS, og tað
kann eingin liva fyri.
Her stendur ein stór uppgáva fyri
framman hjá politiska myndugleik
anum.
Hetta er helst tann størsta
uppgávan hjá Samtaki
Í
blaðnum
fríggjadagin
skrivaðu vit frá Høgna Hoy
dal, at tað hevur passað so
væl hjá honum at røkt bæði
størvini sum fólkatings
maður og løgtingsmaður
síðani 15. mars í ár, at tað
ikki hevur verið neyðugt at
sent boð eftir Páll á Reyna
túgvu, sum er fyrsti vara
maður hjá Tjóðveldinum á
tingi.
Hvat tað so er at »røkja«
sítt løgtingsstarv, tað kunna
tað vera ymsar meiningar
um, men ein partur er
vælsaktans
at
møta
á
tingfundi.
Av teimum 68 tingfund
unum, sum hava verið frá
15. mars til 1. desember í ár
hevur Høgni Hoydal verið
burturstaddur teir seytjan.
Tað er eitt fráveruprosent
upp á 25 - og í einum mið
námsskúla hevði tað verið
útvísing.
Høgni burtur
fjórða hvønn fund
FÁA GONGD Á SUM SKJÓTAST
18 mill
iónir til
Saltsilo
Edmund Joensen
kjak á síðu 26
Væl
komin
umborð
Sonne Smith
kjak á síðu 28
Er tað »Álvaratos«,
Magnussen?