mánadagur 6. desember 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 127 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
Sosialurin
Kommunuskatturin
hjá
Tvørafólki verður fram
vegis 23,5% næsta ár og
barnafrádrátturin verður
eisini 5.000 krónur fyri
hvørt barnið undir 18 ár,
akkurát sum í fjør.
Tað er greitt, nú Tvør
oyrar Býráð hevur sam
tykt fíggjarætlanina fyri
næsta ár.
Næsta ár verður inn
tøkan av vanligum komm
unuskatti mett at verða
eina millión hægri enn ár,
men inntøkan av parta
felagsskatti fer at minka
250.000 krónur, niður í
eina millión.
So tilsamans fer tað
at geva kommununi eina
inntøku upp á 47 milliónir
næsta ár.
Annars fer tað at kosta
37 milliónir at reka Tvør
oyrar Kommunu næsta
ár og átta milliónir skulu
betalast
í
rentum
og
avdráttum, so tað er skil
igt, at tað er ikki nógv eft
ir til íløgur.
Næsta ár ætlar býráðið
at keypa fimm talgildar
talvur
til
Tvøroyrar
Skúla, samstundis sum
kommunan fer upp í aft
ur NSR samstarvið í Suð
uroy,
sum
kommunan
annars fór burtur úr í fjør.
Á tekniskum økinum
verður roknað við at
koma á mál við reinum
vatni til øll húski, eins og
umfatandi arbeiðið uppá
kloakkskipanina heldur
fram.
Annars samtykti Tvør
oyrar Býráð at stuðla
ætlaða 50 metra lang
hylinum í Vági við 100
krónum fyri hvørt fólkið
í kommununi.
Men býráðið setir sum
treyt, at arbeiðið at byggja
høllina, verður boðið út,
so at eisini fyritøkur á
Tvøroyri fáa høvi til at
bjóða seg fram til at gera
arbeiðið.
Áki Bertholdsen
Hóast tað sær ljósari út hjá
Tvøroyrar Kommunu, eru
eisini onkri fremstifingrar á
lofti.
Sum tað sæst í hinari
greinini her á síðuni, er Tvør
oyrar Kommuna nú um at
verða tikin av ”svartalista”
hjá Fíggjarmálaráðnum
Ein
av
teimum,
sum
kortini hevur fremstafingur
á lofti, er Jaspur Vang,
býráðslimur.
- Taka vit 2010, er fíggjar
lógin upp á góðar 49 millió
nir, tá ið alt er tikið við, og
rakstrarútreiðslurnar vóru
upp á góðar 37 millionir.
- Sostatt hava vit 12
milliónir eftir til útbyggingar
og ábøtur.
Taka vit 2011, er fíggjar
lógin upp á 47 milliónir og
raksturin verður framvegis
mettur at kosta 37 milliónir.
Sostatt hava vit tvær
milliónir minni eftir til út
byggingar og ábøtur næsta
ár, enn vit hava havt í ár.
Ansa sera væl eftir
Býráðslimurin helt sostatt,
at býráðið eigur at ansa
ómetaliga væl eftir rakstrar
útreiðslunum og, hvørjar
skyldur, hon annars átekur
sær.
Hann mælti til, at býráðið
beinanvegin næsta ár setir
sær fyri at endurskoða allan
raksturin fyri at vita um
hann ikki kann skilbøtast.
Hann spurdi serliga um
kommunan hevur ráð til at
átaka sær fleiri útreiðslur
á eldraøkinum, sum í veru
leikanum er ein landsupp
gáva.
- Heldur hendan gongdin
fram, verður býráðið ikki
annað enn ein fyrisiting,
tí tað verða ongir pengar
at raðfesta við, helt Jaspur
Vang.
Hesum vóru fleiri býráðs
limir samdur í.
- Kommunan er so bundin
fíggjarliga, at fyri ein stóran
part er tað óneyðugt, at vit
yvirhøvur sita her, helt Berg
ur Bærendsen, býráðslimur,
turrisliga fyri.
Ein beisk tíð
Bergur Bærendsen helt, at
hesi seinastu árini hava ver
ið beisk hjá býráðnum við
sparingum, uppsagnum og
skerjingum.
Men
hann
var
eisini
fortørnaður
um,
hvussu
býráðið mangan varð tikið
á bóli av ”óbehagiligum yvir
raskilsum” í sambandi við
útreiðsluvøkstur á almanna
økinum og á barnaverndar
økinum.
Tí fekk hann ikki lagt
nóg stóran dent á, hvussu
ómetaliga stóran týdning tað
hevur, at býráðið heldur fast
um raksturin og serliga eigur
býráðið at ansa eftir, hvørjar
skyldir tað átekur sær.
23,5%
Býráðslimir á Tvøroyri
hava fremstafingur á lofti
VARSEMI Tað verður neyðugt, at Tvøroyrar Býráð
vendir hvørjari krónu, áðrenn hon verður brúkt
Nú kunnu vit av álvara fara at leggja
framtíðina hjá Tvøroyri til rættis,
siga býráðslimir á Tvøroyri
Tað standa nógvar
avbjóðingar fyri framman
Fíggjarligt frælsi