mánadagur 6. desember 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 127 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
14
Sosialurin
Slagorðið er: Kristus inn í
hvørt eitt heim
Tann 11. desember 1930 var
Heimaforbundið stovnað í
Tórshavn. Fyrstu leiðararnir
vóru Lena Christiansen og
Margretha Carlsen og vóru
tær leiðarar í 5 ár.
Tað vóru nógvar kvinnur
sum komu saman hvørt hós
kvøld kl. 20, tær hugnaðu
sær
við
handarbeiði
av
ymiskum slagi, og fingu ein
drekkamunn, umframt alt
arbeiðið í Frelsunarherinum,
so var eisini andakt, og vóru
tað offiserarnir sum høvdu
ábyrgdina har.
Í 1935 tóku Maria Olsen og
Rasmina Kjærbo við leiðsl
uni, og høvdu tær ábyrgdina
í meiri enn 30 ár.
Undir heimsbardaganum
gjørdi Heimaforbundið eitt
stórt hjálpararbeiði, bundu
pløgg og gingu út í hús at
hjálpa,
nógvar
familjur
høvdu sjómenn, so tað var
nógvur
ótryggleiki
undir
heimsbardaganum, so var
gott at fáa vitjan av eini
Heimaforbundssystir.
Eisini varð nógv bundið
og bleiv sent til Noregs, ser
liga Norðurnoregs, tað fór
ígjøgnum Reyða Kross og
kom takkarbræv aftur frá
Noreg.
Maria Olsen og Rasmina
Kjærbo arbeiddu væl saman,
eisini høvdu tær stóra um
sorgan fyri systrunum sum
komu á Heimaforbund. Í 1960
fóru tær frá vegna aldur.
Tá var tað Olga Højgaard
og Kirstin Joensen sum tóku
við. Tað hava altíð samlast
nógvar kvinnur til møtini
og í 50’unum var serliga væl
vitjað.
1968 tók Kirstin so leiðsl
una saman við Sofíu Jacob
sen og Amalie Olsen. Í 1971
bleiv
Amalie
leiðari
og
Sofía Jacobsen og Johanna
Clementsen,
Birthe Lena hjálpti og
var hon tann sum stóð fyri
skemtinum, so sum upp
lestur, sketsjir, mótafram
sýningum ja, nógv kundi hon
finna uppá. Í 1993 er Sofía
blivin leiðari og Karinbeth
Petersen og Irena Christian
sen. Ninna Holm var eisini
eina tíð kassameistari, til
hon flutti suður aftur til
Vágs og helt fram sum leiðari
í Heimaforbundinum har, tá
tók Inger Hansen við sum
kassameistari.
Í 2006 tók Inger við
leiðsluni og Karinbeth helt
fram sum varaleiðari, Mari
anna Højgaard sum kassa
meistari.
Á møtunum er ofta ymisk
evnir og tá verður roynt at
fáa onkran útifrá at hava tey.
Einaferð um árið er Árasølu,
tað er burturluting og fer
allur peningurin til korps
arbeiðið.
Missiónskvøld er eisini
eina ferð um árið, og sein
astu ferðirnar hevur verið
“”Syngið-við-kvøld” við full
settum sali og hava tey
eydnast avbera væl. Pening
urin sum kemur inn fer til
ymisk lond, sum øll Heima
forbund í Noreg, Íslandi og
Føroyum eru saman um.
Útferðir hava verið í nógv
ár, heimaforbundsystrarnar
hava verið busstúrar og
so verður farið inn á eina
matstovu at fáa ein góðan
døgurða. T.d.: hava tær ver
ið í Fuglafirði, við Gjógv,
Tjørnuvík,
Vestmanna,
í
Vágum,
Leynum,
Hósvík,
Klaksvík, Viðareiði og Sand
oy, kanska okkurt er gloymt
men vit hava verið víða um.
Tey seinasti árini eru buss
túrarnir blivnir til kvinnu
stevnur, har tær hava verið
saman eitt vikuskifti og
eisini havt vitjan úr Noreg,
sum hava leitt og talað. Tá
eru kvinnur úr Suðuroy
eisini við og tær havt góðar
stevnur. Tvær ella tríggjar
stevnur hava eisini verið í
Suðuroy.
Tann fyrsta stevnan var
í Runavík, so hava tær verið
í Nesvík, Øravík og seinasta
ár á Hotel Eiði, ið var ein
væleydnað stevna.
Nakrar systrar hava verið
á stevnu í Noreg á Gejlo og
Jeloya. Eisini hevur onkur
verið á skeið í Noreg.
Heimaforbundið
hevur
nakrar góðar limir, sum eru
aktivar og villigar at hjálpa til
á ymiskan hátt og vit ynskja
Guds signing fyri komandi
tíðir.
Leygardagin 11. desember
verður Heimaforbundið 80
ár, og veitsla verður hildin
fyri limum og avvarðandi
við døgurða o.ø. í Frelsunar
herinum og koma Brit Kne
dal, oberstloytn., úr Noreg, og
úr Íslandi kemur Margaret S.
Marit, majorur at vera saman
um hátíðardagin. Sunnudag
in kl. 11 og kl. 18 koma tær at
tala á møtunum, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Nøvn
Heimaforbundið í Havn 80 ár
Leygardagin 11. desember verður Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum 80 ár.