mánadagur 6. desember 2010síða 62
‹ fyrra síða allar 127 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember 2010 · Nr. 168
22
Sosialurin
Jólablaðið
Mær er sagt
um ein stað
Syng ein sang um Jesus.
Petur Jacob Sigvard
sen gevur 149 upp
runa- og 129 týddar
sálmar og sangir út
í bókini »Mær er sagt
um ein stað«.
Petur Jacob Sig
vardsen hevur verið
ógvuliga
aktivur
sum yrkjari seinastu
árini, har hann hevur
yrkt
stórthundrað
sálmar. Flestu sang
irnir, sum týddir eru,
hava streingjakór og einstaklingar heitt á Petur
Jacob Sigvardsen at týða til ávís høvi, og næstan
allir eru týddir í tíðarskeiðinum 1970-1990.
Allir sálmarnir kunnu syngjast til væl kend
sálmaløg, men Knút Olsen hevur gjørt nýggj løg
til umleið 50 teirra, og ætlanin er, at allir sálmarnir
skulu fáa sítt egna lag.
Í bókini eru eisini 42 stuttlestrar, sum høvundurin
í eitt tíðarskeið hevði í egnum teigi í Sosialinum.
Undir einum lítlum træi,
liggur... ein bókapakki!
Allarbesta jólagávan er hørð og fýrakantað og keypt í bókabúðini. Sosialurin
viðmælir nýggjar føroyskar bókaútgávur í hvørjum blað í jólamánaðinum.
Gullgentan
er tað fimta
søgusavnið,
sum Hanus
Kamban
letur úr
hondum, og
umboðar
eina av
gjørda snar
ing í hansara
søgukynstri.
Í øllum
savnsins
tíggju tekst
um verður
lesarin leiddur út ígjøgnum veruleikans
dyr og - inn í dreym, søgn, ævintýr og
framtíð ella inn í eitt sjónarvovið univers,
har tað ómøguliga, merkiliga, ókunnuga og
ræðuliga spegla aftur menniskjans leiklut
og avbjóðingar í einum heimi, har hon er
fremmand og kanska sum frá líður verður
avrøkt.
Forkunnug nýskrivað uppruna
føroyskari bók, sum hevur jólini
sum høvuðsevni. Hetta er fyrsta
royndin hjá Ingun Christensen at
geva út bók.
Bókin
Garðvættrarnir
gera
uppreistur er um nakrar vættrar,
ið búgva á einum bóndagarði og
eru í øðini um at gamlir siðir ikki
verða hildnir. Og tá ið vættrar
gerast óðir er ikki at vera fyri, tað vita øll!
Ingun Christensen hevur ikki bara skrivað eina jólasøgu, men eisini gjørt sangir
til søguna, so børn og foreldur kunnu gleðast um at fáa bók við fløgu hesaferð.
Á fløguni er søgan lisin inn og sangirnir sungnir. Søguna lesur Elin á Rógvi,
sjónleikari, og sangirnar syngja børn úr Eysturskúlanum í Havn undir leiðslu av
Joannu Johansen og Paula Hansen.
Í bókini eru nógvar myndir, sum Allan Korsager Davidsen hevur teknað. Hon
er 66 bls. og innbundin við fløgu.
”Uff, puff, eg eri so gorhungraður, at eg kundi etið tríggjar fullar grýtur av
rísgreyti,” tutlaði Hjalsvætturin og gníggjaði sær um búkin. ”Áh, búkurin. Hví
hevur bóndakonan givið mær eina skál við turrum breyði og vatni hesar tríggjar
morgnarnar? Uff, eg hati turt breyð og vatn.”
Til børnini
Vættrasøga við sangfløgu
Børnini gleða seg...
JÓLATIPS:
Kanel chocolate
chip cookies
Tær nýtist
• 250 gr bleytt smør
• ½ tesk salt
• 1 dl sukur
• 1 ½ dl putursukur
• 1 tesk vaniljusukur
• 2 tesk kanel
• 1 egg
• 4 ½ dl hveitimjøl
• ½ tesk natron
• 150 gr myrk sjokuláta
- uml. 70 %
Ger soleiðis:
Píska smør, sukur, putursukur,
vaniljusukur, kanel og salt saman. Lat
eggið í, og píska eitt sindur aftrat.
Blanda hveitimjøl og natron í deiggið.
Hakka sjokulátuna og blanda hana í.
Ger deiggið til eina rullu og legg í
plastikk. Lat hvíla í køliskápinum nakrar
tímar.
Ger 12 kúlur av deigginum og legg á
plátu við bakipapíri.
Baka køkurnar á 175 hitastigum í
umleið 12-15 minuttir.
Gullgentan
Legg gyltan skaldskap
undir jólatræið