Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 191 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo At fleiri fjølmiðlar hava hava verið í tungum sjógvi er ging­ ið sjón fyri søgn. At tað eis­ini hev­ur gingið tungt hjá teim­ um bløð­um, sum hava roynt seg við ó­keypis út­gávum, er eis­ini gingið sjón fyri søgn. Herfyri gav V-Blaðið skarv­in yv­ir eftir eina stutta roynd við at geva út lýs­ing­ar­ blað í hvørt hús eina ferð um vik­una. Fyri tveimum árum síð­ani mátti Dimmalætting gev­a skarvin yvir við bæði Viku­blað­num og Vinnuvitan, sum fóru á heysin. Og tað sein­asta er, at Gratisávísin, sum er kom­in út nakr­ar ferð­ ir sein­asta ár­ið - men hevur lig­ið í dvala eina tíð, eisini rep­ar segl­ini. Út­gevarin boðar um dag­ ar­nar í teld­u­posti frá, at blað­ ið ikki longur verður borið í hvørt hús, men at tað verður býtt út í á­vís­um handl­um. Tí­skil verð­ur prís­ur­in - eins og út­breiðsl­an - eisini sligin í botn. (Annars er tað løgin hand­ils­skap­ur hjá Effo, FK, PE og INN at bjóða eina fremm­anda vøru ókeypis í ein­um handli, meðan til­svar­ andi vøra er til sølu við vinn­ ingi). Í Degi og Viku í gjár fekk løg­maður spurningin, hví hann ikki gjørdi nakað við at av­marka kap­a­si­tetin á flaka­virk­is­markn­að­i­num. Løg­mað­ur stó sum vera man spyrj­andi, tí hvat skal hann gera? Skal hann steingja okk­urt flakavirki vegna yv­ ir­kap­a­si­tet? Sjálv­andi kann løgmaður ikki gera tað. Hann kann held­ur ikki steingja onkrar av priv­atu miðlunum - ella onkr­an bilhandlara ella timb­ ur­hand­il, tí at ov nógv eru, sum bjóða seg fram - og sum har­við missa nógvar pengar. »Veður má sær ráða«, sig­ ur orð­a­tak­ið. Sama er við markn­að­i­num. Vit kundu sagt, at »markn­að­ur­in má sær ráða«. Men tað tykir ikki, sum um før­oy­ing­ar hava ta vinn­u­lívstilvitanina, sum skal til, fyri at fáa eina skil­ a­góða for­rætn­ing at ganga. Alt ov nógv vilja royna seg á sama av­mark­aða marknaði - og køva soleiðis hvønn ann­ an. Privatir íleggjarar hava mist einar 40 milliónir kónur í fjøl­miðl­a­vinn­uni bara í hes­ ari øldini! Tápu­ligt, kundu vit spurt... Ja - hvat er tað annað, enn táp­u­ligt? Rávøran til føroysku flakavirkini er millum 80.000 og 100.000 tons, segði løgmaður í Degi og Viku í gjár­ kvøldið. Men kapasiteturin á flaka­ virkj­u­num er millum 200.000 og 300.000 tons. Er hetta ikki føroyska sam­felagið í einum nøtuhylki? Vit skuldu hava flakavirki á hvørj­um tanga, men tað bar ikki til. Hetta sóu vit í kreppuni í níti­ár­u­ num. Flestu flakavirkini vóru løgd sam­an í al­menna Fiskavirking, sum eft­ir besta førimuni skuldi royna at fáa so nógv virksemi í gongd aftur, sum til bar. Politiski myndugleikin - og sam­fel­ag­i­ð sum heild - kravdi meira av al­menna býtisbarninum, enn kap­i­talistiski veruleikin loyvdi - og tí vórðu fleiri virki als ikki latin upp­aft­ur. Men fimm hóraðu undan, til sein­astu mønutrøini vórðu drigin sein­asta fríggjadag. Í Degi og viku í gjárkvøldið briksl­ aði forkvinnan í Føroya Ar­beið­ar­a­ fel­ag politiska myndugleikanum, at »teir« ikki gjørdu nakað sum helst fyri hesi fólk­ini, sum sein­asta fríggj­ a­dag fingu at vita, at Fiskavirking varð farið á heysin. Hon vísti á, at tá tað galt um Smyril-Line, so var einki óført, og har »var bara talan um nøk­ur fá føroysk arbeiðspláss«. Ofta verður farið um har, ið garð­ ur­in er lægstur, men viðurskiftini hjá Smyril Line eiga at setast í eitt víð­ari perspektiv. Vit kunnu halda tað, vit vilja, um Smyril Line, men um stutt­skygdu and­støð­u­pol­i­tik­ ar­ar­nir fingu sín vilja í sam­bandi við Smyr­il Line, so sótu vit all­ir før­oy­ing­ar við skegginum í post­ kass­a­num, tí so var als einki ferða­ mann­a­skip, sum røkti okkara utt­ an­lands­sigl­ing. Løgmaður var greiður í sínari talu. Hann vísti í Degi og Viku á, at hetta er ikki tíð­in at peika eft­ir hvørj­um øðr­um, og at sorg­ar­leik­ur­ in v­ið Fisk­a­virk­ing ­ikki neyð­turv­ i­lig­a fær ein ringan enda. Í roynd og veru snýr tað seg bara um, at eitt stórt flak­a­virki og nøk­ur skip skulu skifta eig­ara - og so fáa vit eig­arar, sum helst hava ráð at gjalda – kanska øll­um – starvsfólkunum løn, tí ráð­vør­an er til stað­ar – hon hvørv­ur ikki við ein­um fíggj­ar­lig­ um hús­a­gangi. Vit mugu øll vóna, at hesin hús­a­ gang­ur­in skjót­ast verð­ur av­greidd­ ur, og at virki og skip skjótt koma í vinnu aftur - og at um yv­ir­kap­a­ si­t­et­ur er, at hann so verður skorin burt­ur. Troytt­andi er at hoyra upp á pol­it­ik­arar sum vilja hapsa sær pol­it­isk­an vinn­ing burt­ur úr ein­ um slík­um sorg­ar­leiki. Virð­i­lig­ari er, at pol­itiska skipanin og fak­fel­ags­ rørsl­an standa saman og geva kap­ i­tali­num eina hjálpandi hond – og ein kjans at end­ur­reisa hend­an so týð­andi par­t­in av okkara búskapi og til­ver­u­grund­ar­lag hjá so stórum parti av fólkinum. Sorgarleikurin við Fiska­ virk­ing fær kanska góðan enda Í morgin, le kl. 17 syngja Glym­ur og Kristiliga Sang­ kór­ið jólaløg í Dóm­kirkj­ uni. Hesi kórini eru vanliga rætt­i­liga ymisk í sínum sang- og lagavali. Glymur hoyr­ir til tann rytmiska kór­sang­in, meðan Kristiliga San­g­kórið vanliga syngur klass­isk­ar sálmar og sangir. Skrá­in í Havnar kirkju leyg­ ardagin er rættiliga ym­isk hjá báðum kórunum og er tí lagt upp til eina fjøl­ broytta sangløtu við kend­ um jól­a­løg­um ­víða um í heim­i­num. Tóna­úr­valið er frá Knúti Olsen, Hän­del, W. J. Kirkpatrick til Char­les W. Doug­lass. Heri Joensen, prestur, ríkar løt­u­na við eini jólaheilsan. Um­framt at kórini syngja hvør sína jólaskrá, syngja tey eis­ ini saman og telja um­leið hálvthundrað fólk. Kórleiðarar eru Ing­un Hent­ze hjá Glymi og Han­us Joensen hjá Krist­i­lig­a Sang­ kórinum. Jólakonsert í Havnar kirkju Gevið vinnuni ein kjans Skomager bliv ved din læst Eingin eigur at detta niðu­r­ í­millum Eyðgunn Samuelsen kjak á síðu 26 Spara seks røkt­ ar­pláss í Eysturoy Tummas eli joensen kjak á síðu 25 Gratisavísin boðar frá í telduposti, at blaðið ikki longur verður borið í hvørt hús - og at lýsingarprísirnir lækka