fríggjadagur 10. desember 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 191 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170
6
Sosialurin
Aksel V. Johannesen, lands
stýrismaður í almannamál
um, er nøgdur við semjuna,
sum er gjørd um ognirnar
hjá sjúkrakassanum.
- Hetta er ein neyðsemja,
sum eg væl kann liva við, tí
hin møguleikin er at fara
ígjøgnum eitt uppslítandi
rættarmál, sigur hann.
Hann sigur, at uppruna
liga kravdu sjúkrakassarnir
at fáa allar ognirnar til eina
privata sjúkratrygging.
Síðani slakaðu teir niður
á helvtina og seinnu aftur
niður á 20%.
Tað endaði so við, at
nevndin kann avgerða at
brúka 15% av grunninum
til ein ískoytistrygging.
Men landsstýrismaður
in staðfestir, at nevndin
er soleiðis samansett við
umboðum fyri fakfeløg,
sjúklingar og brekað, at
hann væntar, at nevndin
fer at hugsa seg væl um,
áðrenn
han
fer
undir
eina
skipan
við
eini
ískoytistrygging,
sum
hann sjálvir ikki heldur er
serliga samhaldsføst, men
hinvegin bara verður fyri
tey vælbjargaðu.
- So leingi, vit hava eina
góða Heilsutrygd, er ikki
neyðugt við eini ískoytis
trygging. Tað verður ikki
uttan so, at tað almenna
niðurlagar Heilsutrygdina,
at tað verður neyðugt,
leggur hann afturat.
Nýggi sjúkrakassagrunn
urin skal stjórnast av eini
fimm mannanevnd.
Fakfeløgini á privata
arbeiðsmarknaðinum og
fakfeløgini
á
almenna
arbeiðsmarknaðinum
skulu velja hvør sín lim í
nevndini. Harafturat skal
Meginfelag Teirra Brek
aðu velja ein nevndarlim,
Sjúklingaráðið skal velja
ein lim og Heilsumála
ráðið skal velja fimta
nevndarlimin.
Hvørt valskeið er fýra
ár, men tað fyrsta val
skeiðið gongur til 1. apríl
í 2014 og í fyrstu nevndini
skulu
sjúkrakassarnir
hava tveir limir, so nevnd
in verður sjey limir tað
fyrsta valskeiðið.
Nú eru pensjónistar
tann
aldursbólkurin,
sum fær mest brúk fyri
viðgerð og heilivági, so
vit
hava
spurt
Aksel
V.
Johannesen,
lands
stýrismann í heilsumál
um, hví ikki Landsfelag
Pensjónistanna
hevur
fingið ein lim í nevndini.
- Tað er so eitt val, sum
er tikið. Tað skuldu vera
fimm fólk í nevndini og
tí hava vit avtalað, at
nevndin skal mannast so
leiðis, sum nevnt.
Hann heldur eisini,
at nevndin er soleiðis
samansett, at hon um
boðar rættiliga væl allar
samfelagsbólkar,
eisini
pensjónistarnar.
Ognirnar hjá sjúkrakassu
num eru leyðsliga mettar
at vera einar 40 milliónir
krónur tá ið fastar ognir
eru taldar upp í.
Tað var rættiliga stór
ósemja um, hvat skuldi
henda við ognunum eftir
at sjúkrakassarnir vórðu
niðurlagdir
og
Heilsu
trygd varð stovnað.
Sjúkrakassarnir sjálv
ir vildur varðveita peng
arnar til eina privata
trygging, sum fólk skuldi
kunna seta seg fyri sum
eina eyka sjúkratrygging
afturat almennu Heilsu
trygdini.
Men hetta vildi Aksel V.
Johannesen, landsstýris
maður í heilsumálum, ikki
hoyra talan um, tí hann
helt, at ein slík trygging
bara verður fyri tey múgv
andi, sum hava ráð til at
tryggja seg serliga væl, tí
tað fara vanlig fólk ikki at
fáa ráð til.
Ístaðin vildi hann hava
peningin í grunn, sum
skuldi fíggja gransking
og
aðrar
verkætlanir,
sum skuldu koma øllum
til góðar.
Men sum tað sæst
aðrari grein, er tað endað
við eini neyðsemju, har
báðir partar fingu eitt
sindur.
Áki Bertholdsen
Eftir at hava samráðst í eitt
heilt ár, hevur tað nú loksins
eydnast at finna eina sem
ju um, hvat skal henda við
ognunum hjá teimum før
oysku sjúkrakassunum eftir
at teir vórðu niðurlagdir í vár
og Heilsutrygd varð stovnað
ístaðin.
Eftir drúgvar samráðing
ar, har tað leingi stóð í botni,
er tað endað við eini millum
loysn, har báðir partar fingu
eitt sindur.
Eftir
semjuni
ímillum
Heilsumálaráðið og umboð
fyri teir 11 sjúkrakassarnar,
skal peningurin setast í ein
serligan
Sjúkrakassagrunn,
sum
Heilsumálaráðið
og
Sjúkrakassarnir stovna í felag.
Endamálið við grunninum
er at veita stuðul til átøk og
verkætlanir at menna ymisk
heilsuøki í Føroyum, sum
annars ikki eru við í almenna
heilsuverkinum annars.
Talan kann í hesum sam
bandi vera um gransking og
upplýsing um ymisk heilsu
viðurskifti, umframt annað
virksemi.
Serlig trygging
Men annars kann nevndin
fyri grunnin eisini gera av
at seta 15% av stovnsfænum
hjá grunninum í eina ískoyt
istrygging, sum fólk kunnu
tekna seg til, fyri at hava
eina eyka trygging til við
gerðir og heilivág, afturat tí,
tey annars kunnu fáa frá al
mennu Heilsutrygdini.
15% av 40 milliónum eru
seks milliónir, sum sostat
kunnu setast í hesa serligu
ískoytistryggingina.
Teir
11
sjúkrakassarnir
skulu nú hava fund, at har
skulu taka avgerða um teir
taka undir við hesum ella ikki.
Tað skulu teir gera nú fyri
jól.
- Taka sjúkrakassarnir
undir við hesum, verður
uppskot lagt fyri Løgtingið
beinanvegin í januar mánaða,
har grunnurin verður settur
á stovn, staðfestir Aksel V.
Johannesen.
aki@sosialurin.fo
Aksel nøgdur við úrslitið
5
manna
nevnd
40
mió
Hava gjørt neyðsemju
um 40 milliónir krónur
SJÚKRAKASSAR Nú er tað loksins eydnast at finna
semju um ognirnar hjá sjúkrakassunum, eftir at teir
vórðu niðurlagdir og Heilsutrygd stovnað ístaðin
Tað er nú greitt, at orrustan um
ognirnar hjá sjúkrakassunum er
endað við eini semju, har báðir partar
máttu lata nakað fyri at fáa nakað
Sjúkragrunnur
Meira um sama evnið á síðu 8