Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 191 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. desember 2010 · Nr. 170 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Hóast Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar komm­unu, er lærari og bóndi, hevur hann altíð sæð tann stóra týdning, sum vinnu­lív­ið hevur, bæði á sjógvi og landi. – Viðhvørt verður sagt, at fiski­vinnan kanska ikki hevur so stór­an týdn­­ing, sum hild­ið hevur verið. Her eri eg slett ikki samdur. Eg ivist onga løtu í, at týdn­ing­ urin er so ómeta­­liga nógv størri, enn mong geva sær far um, sigur hann. Økið hart rakt Borgarstjórin sigur, at vinnulívið í kommununi hjá honum er ógvuliga hart rakt, nú Faroe Seafood fór á húsagang og nógv fólk, bæði fiskafólk og fiskimenn eru vorðin arbeiðsleys. – Stóra fiskavirkið er stongt og seks skip, sum hava ført stórar nøgdir av fiski til lands, eru løgd. Hetta er ein vanlukkulig støða, og sum borgarstjóri føli eg rættiliga við øllum teimum mongu, sum knappliga eru vorðin uttan arbeiði – og enntá beint undan jólum. Magnus Rasmussen vísir á, at eitt er fyrstahondsvirðið, sum fiskimenn og arbeiðsfólk skapa. – Sjálvandi hevur alt hetta alstóran týdning, bæði fyri lívsgrundarlagið og sjálv­ virðiskensluna hjá hesum fólkum og familjum, men ikki minni fyri allar tær avleiddu vinnur, sum hetta virksemi skapar. Borgarstjórin sigur, at í Runa­víkarøkinum eru veit­arar av eitt nú nautisk­ari út­­gerð, smiðjur og flutnings­feløg, sum fáa nakað burtur úr, at skip og virkir eru í gongd. – Haraftrat kemur, at ríka handilslívið so sanni­liga eisini fær ágóðan av vinnu­ virkseminum er í økinum, sigur hann. Góðar umstøður Magnus Rasmussen sigur seg onga løtu ivast í, at avleiðingarnar av, at so stórt virksemi á sjógvi og landi nú liggur lamið, fara at merkjast, um gongd ikki kemur á aftur rættiliga skjótt. – Vit duga kanska ikki nóg væl at meta og virðismeta slíkt virksemi fyrr enn tann dag, alt steðgar upp, og vit síggja avleiðingarnar. Hvørt einstakt arbeiðspláss hevur stóran týdning, og nú talan er um eitt so stórt tal av fólki, kemur hetta veruliga at merkjast í økinum. Tað er í løtuni trupult at yvirskoða, hvussu stóra ávirkan húsa­ gangurin hjá Faroe Seafood fær á Runavíkarøkið, men eg haldi, at hetta er rættiliga álvarsamt. Borgarstjórin sigur, at hann hevur fylgt væl við og hevur tosað við nógv fólk um støðuna, sum er íkomin. – Eg vil meiri enn fegin sleppa at siga, at vit í Runa­ víkar kommunu ógvu­liga gjarna vilja, at tað virksemi, sum verið hevur og sum beint nú liggur lamið, kemur í gongd aftur sum skjótast. Magnus Rasmussen vísir á, at Faroe Seafood í Runavík altíð hevur havt gott orð á sær, sum eitt væl rikið fiskavirkið við dugnaligum fólki. – Vit hava eisini góð havna­viðurskifti til skipini, landingarmiðstøð og dugna­ ligar veitarar í økinum. Tí vóna vit virkuliga, at tað virk­ semi, sum sprettur upp­aftur úr húsaganginum, fram­hald­ andi verður her í økinum, sigur Magnus Ras­mussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. vilmund@sosialurin.fo Støðan er álvarsom - Faroe Seafood í Runavík hevur altíð havt gott orð á sær, sum eitt væl rikið fiskavirkið við dugnaligum fólki. Vit hava góð havnaviðurskifti til skipini, landingarmiðstøð og dugnaligar veitarar í økinum. Tí vóna vit virkuliga, at alt tað virksemi, sum nú liggur lamið í økinum, kemur uppaftur at koyra sum skjótast, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu … í løtuni er trupult at yvirskoða, hvussu stóra ávirkan húsa­gang­urin hjá Faroe Seafood fær… MAGNUS RASMUSSEN Skeiðið hjá Magnusi Rasmussen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, er nú hálvrunnið. - Tíðirnar hava verið nokso truplar, men eg trívist við uppgávuni, sigur hann Mynd: Vilmund Jacobsen – Eitt er fyrstahondsvirðið, sum sjálvandi hevur stóran týdning. Annað er allar tær avleiddu vinnur, sum fiskivinnan skapar, sigur Magnus Rasmussen Mynd: Vilmund Jacobsen