Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2004síða 26

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 7 - 13. januar 2004 Nr. 7 - 13. januar 2004 51 ALMANNASTOVAN Eitt fulltíðarstarv sum málsviðgeri á Veitingardeildini er leyst at seta til 1. januar 2004. Arbeiðs- og ábyrgdarøki: • Pensiónsmál – útrokning, áseting og ávísing • Dagpeningamál – viðgerð, avgerð, útrokning, áseting og ávísing • Uppihaldspeningur – viðgerð, útrokning, áseting og ávísing • Forsorgarmál – útrokning og ávísing av málum játtað í Almannamiðstøðini, Streymoy, Barnaforsorgar- og Brektoyminum Arbeiðsmarknaðardeildini • Gera upp fíggjarliga partin, tá mál ganga út • Aðrar uppgávur Útbúgving: • Skrivstovuútbúgving, merkonom, HH ella onnur fyrisitingarlig útbúgving • Starvsfólkið skal luttaka á innanhýsis útbúgving hjá Almannastovuni Arbeiðsroyndir/førleikakrøv: • Arbeiðsroyndir innan almenna umsiting ella líknandi starvsroyndir er ein fyrimunur • Er fleksibul og hevur góð samarbeiðsevnir • Evni og vilja til at arbeiða saman við øðrum toymum og miðstøðum • Evni at hava yvirlit við at kunna arbeiða við fleiri kompleksum problem- stillingum í senn • Hava góð evni til at kunna umstilla seg tá broytingar henda • Góð evni at orða seg bæði munnliga og skrivliga • Hollan kunnleika til EDV – her er tað ein fyrimunur at hava hollan kunnleika til Windows office programmini Um deildina: Á deildini starvast 11 málsviðgerar,3 fulltrúar og 1 deildarleiðari.Av tí at talan er um nýggjan bygnað á Almannastovuni, má tann ið sett/-ur verður tola broyt- ingar í starvsinnihaldinum. Lønar- og setanarviðurskifti: Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið og lønt í lønarbólki 3.Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tummas Djurhuus, deildarleiðari á tlf. 35 35 10. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til Almannastovuna J. Broncksgøta 27 Postsmoga 3096 110 Tórshavn í seinasta lagi mánadagin 26. januar 2004. Vinarliga merkið brævbjálvan: »Veitingardeildin«. Málsviðgeri á Veitingardeildini Almennir fundir hjá Hvannasunds Bygdaráð 2004 verða á kommunuskrivstovuni hesar týsdagar kl. 18.00: 27. januar 18. februar 9. mars 6. apríl 4. mai 8. juni 14. september 12. oktober 16. november 14. desember Fundirnir verða hildnir á kommunuskrivstovuni. Yvirlit yvir tey mál, sum koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund,verða løgd fram á kommunuskrivstovuni til alment innlit 3 dagar áðrenn fundin. Fyrilit verða tikin fyri reglum um tagnarskyldu. Mál, sum skulu viðgerast á kommunustýrisfundi, skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 7 dagar áðrenn fundin. Broyttar skrivstovutíðir frá 1. feburar 2004. Kommunuskrivstovan er opin hesar tíðir: mánadag-mikudagin kl. 8.00-11.00 hósdag kl. 14.00-18.00 fríggjadag kl. 8.00-11.00 Hvannasunds Bygdaráð Kunngerð Til veljarar til løgtingsvalið týsdagin 20.januar 2004 í Kvívíkar kommunu. Sagt skal verða frá, at valkort verða send út við postinum til allar veljarar,sum standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt ikki hevur fingið valkort, ella um annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni, tlf. 421294, frá sum skjótast ella seinasta mánadagin (helst áðrenn kl. 15.00) 19. januar 2004. Kvívíkar kommuna Kunngerð Tað verður hervið gjørt kunnugt,at valkort til nýtslu til løgtingsvalið 20. januar 2004, verða send øllum veljarum í kommununi. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur móttikið valkort ella okkurt er komið skeivt fyri, skal vera sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi fríggjadagin 16. januar 2004 kl. 15.00 á tlf. 444006. Veljari,ið greiðir atkvøðu,skal hava valkortið við sær á valstaðið. Fuglafjørður, tann 12. januar 2004 Fuglafjarðar býráð veitst tú ikki tað? Lýsið við brúktum bilum Lesið Sosialin C M Y K 51 50