Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 191 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin • 10. desember 2010 JólaRákið Sexologurin hevur eina missión: Føroyingar skulu tosa opið um sex! Elin í Stórustovu lyftir tungu føroysku dýnurnar uppfrá á nýggjari heimasíðu við eggjandi íblástri um sex, leikur og vælveru ”Sum var tað ein jarðskjálvti, ið fór ígjøgnum meg, fekk hann meg at koma sum ongantíð fyrr!! Eg sá túsund litir framman fyri mær, hóast eg blundaði. Bleiv heilt svimbul, og pulsurin var í topp! Hann koyrdi á og kom við einum rópi av greði og nøgdsemi! Hann gav mær ein ordiligan smekk í endan og tivaði sum eitt ørt...” Brotið omanfyri er úr søguni ”Tann ókendi”. Hon er um eina kvinnu, sum steðgar upp í bilinum seint á kvøldi. Ein fremmandur steðgar og hjálpir. Afturfyri tekur hann hana hart og krevjandi aftanífrá á myrka førara­setrinum. Á føroyskum! Nýskrivaðar erotiskar søgur er bara ein partur av tí, sum nýggja heima­síðan elin.fo hev­ur at bjóða. Elin í Stórustovu, sexologur, sum flest øll kenna frá ung­dóms­send­ing­um í útvarp­in­um, hevur tikið stig til síðuna, sum er um sex, væ­l­veru, leikur og par­lag. – Endamálið er at fáa før­ oy­ing­ar, og serliga kvinn­ur­ nar, at kenna og menna seg sexu­elt. At leið­beina fólki til eitt betri sex­lív, bæði við hvørj­um øðr­um og einsa­møll, for­telur Elin í Stóru­stovu, sum hevur nom­ ið sær út­búgv­ing sum sexo­log­ur og par­ráð­gevi hjá navnframa danska sexo­ log­in­um, Joan Ør­ting. Krydd sum kitlar Eitt eyðkenni við síð­uni er parturin um sex­leikur. Sambært Elini í Stóru­stovu kunnu sex­leikur hava stóran týdn­ing fyri par­lagið sum heild, og ser­stak­liga fyri kvinn­urnar, sum ynskja at finna inn til sín veru­liga sexualitet. – Mannfólk, sum onki kenna til sex­ leikur, føla seg ofta hóttar av sexleikum. Teir halda, at eftir­gjørdu lutirnir koma í staðin fyri teirra egnu livandi amboð. Men veruleikanum eru tær bert eitt eyka krydd, sum ger, at kvinnan fær meira burtur úr, sigur Elin í Stóru­stovu. Týskir snillar Hon greiðir frá, at nógvar kvinnur lata sær lynda við vánaligt sex, tí tær hava lært at vera fittar og skikki­ligar og tær skamma seg um sexuali­tetin. – Og tað er synd, tí við at arbeiða eitt sindur miðvíst við at læra seg sjálvar at kenna kropsliga, ber til at blóma kynsliga, sigur Elin í Stóru­stovu. Hon fegnast almikið um, at tað í dag eru kvinnur, sum framleiða og designa sexleikur í einum feminin­um sniði, sum kvinnurnar kenna seg sjálvar aftur í. – Nútímans leikur eru nógv ele­gant­ ari enn tær gomlu, sum mann­fólkini komu dragsandi heim við av Istedgade – sovorðnir risastórir kjøtfarvaðir týskir plastikkmurtar við æðrum og hárum á bollunum. Totalt tørn of fyri kvinnuna, sigur hon og flennir. Opnar ungar kvinnur Sum skilst hevur Elin í Stóxrustovu alt gott at bera sexleikum, sum hon eisini hevur við til fyrilestrarnar, sum hon heldur kring landið. Tá hevur hon eitt stórt arsenal av leikum, sum hon setur fram á borðið at vísa áhoyrarunum. – Kvinnurnar eru sera opnar og posi­ tivar, tá tær hoyra um og sleppa at síggja hesar ymisku leik­urnar. Eg havi ikki upplivað, at tær verða illa við. Tvørturímóti eru tær yvirraskaðar av sniðinum og lit­unum, sum leikurnar eru úr í dag, sigur Elin, og staðfestir, at tey ungu eru nógv fríari enn tey tilkomnu, tá tað ræður um sex­leikur. Eitt nú vísir hon á, at sexleikur eru púra natúrligar hjá teimum ungu Føroyskt