mánadagur 3. januar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
4
Sosialurin
Snorri Brend
Sørvágur: - Hjá okkum er tað
sum so manga aðrastaðni: Tá
fiskaríið gongur væl, ávirkar
tað skjótt virksemið á landi,
vísir borgarstjórin á.
Í Sørvági er stórt og væl
útgjørt havnarlag, sum er
ført fyri at taka sær av øllum
tí víttfevnda virkseminum ið
finst innan fiskivinnuna.
Virksemið
innan
hesa
vinnuna sæst væl á bryggj
uni, har eftirspurningurin
eftir vørum og tænastum av
speglast í prísi og nøgd. Eitt
dømi um hetta er fiskiskap
urin eftir upsa, sum hevur
verið stak vánaligur.
- Eitt úrslit av hesum er, at
bátar hava ligið við bryggju,
tí tað snøgt sagt ikki loysti
seg at loysa frá landi. Og
støðan gjørdist ikki frægari,
tá Fiskavirking fór av knóra
num í farna mánaði.
- Tað svitast ikki, at minni
eftirspurningur eftir eini
vøru plagar at geva minni
prís, vísir Sune Jacobsen á.
- Vit mugu vóna, at okkurt
skilagott reisist úr øskuni, og
at tað framvegis fer at bera
til at hava fiskivinnu á landi.
Borgarstjórin vísir í árs
frágreiðing síni fyri 2010 á, at
annað alternativ til høvuðs
vinnuna finst ikki í løtuni,
hóast laksavinnan hevur
gingið væl, har serliga tann
góði prísurin hevur havt eitt
gott avkast við sær.
9000 tons
Tað hevur, sum nevnt, gingið
afturá við fiskivinnuni kring
landið hetta farna árið, men
soleiðis er ikki í Sørvági.
Nøgdirnar
sum
Land
ingarmiðstøðin hevur tikið
ímóti hava verið vaksandi ár
undan ári - frá 3800 tonsum í
2007 til omanfyri 9000 tons
í fjør.
- Bara í november mánaði í
fjør tók Landingarmiðstøðin
ímóti 540 tonsum. Og er
hetta størsta nøgdin sum er
farin gjøgnum miðstøðina
ein einstakan mánað, vísir
Sune Jacobsen á.
Tað eru heldur ikki smá
ar nøgdir sum farnar eru
niðan
gjøgnum
bygdina
- um Blindtarmin, tey siga
- í farna árinum. Umframt
tey
9000
tonsini
frá
Landingarmiðstøðini, hevur
kryvjivirkið Luna eisini flutt
5000 tons úr bygdini.
Haraftrat
hevur
Luna
flutt 2100 oman í bygdina.
Her er talan um alifisk, ið
er komin av Gøtuvík og til
kryvjingar í Sørvági.
- So hevði Blindtarmurin
dugað at tala, so hevði hann
sæð 16000 tons farið framvið.
Hetta eru ikki smá tøl, tí
hetta svarar til 16 prosent
av miðal botnfiskaveiðuni
undir Føroyum, staðfestir
borgarstjórin.
Inntøkur
Júst Luna er í mangar mátar
at meta sum ein sólskinssøga.
Í fjør vóru 5100 tons kruvd á
hesum virkinum - av teimum
komu tey 3000 tonsini av
Sørvágsfirði, meðan restin
sum nevnt kom av Gøtuvík.
Í ár er ætlanin at kryvja
eini 8000 tons - tey fyrstu
tonsini av Gøtuvík, og tey
seinnu úr Miðvági.
Alt hetta virksemið á
sjógvi og landi hevur verið
til gagns fyri inntøkurnar
hjá
kommununi.
Hesar
vóru í roynd og veru heldur
størri enn mett varð eitt ár
frammanundan.
Um teir fyrstu 11 mánaðir
nir í 2009 og 2010 verða sam
mettir, so var inntøkan góðar
26,8 mió krónur í 2009, með
an hon í fjør vaks við nærum
1,2 mió krónum, til góðar 28
mió krónur.
- Hetta er ein vøkstur sum
svarar til 4,43 prosent, vísir
Sune Jacobsen á.
Ikki afturgongd men
VINNULÍV - Tað eru ikki nógvar sólskinssøgur í hesum døgum. Men alivinnan her í økinum
hoyrir til undantakið, og hevði vind í seglunum í fjør. Og í ár eru vónirnar eisini góðar, sigur
Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu. - Tað var ofta trongligt á bryggjuni í fjør
NÓGVUR FISKUR
Hvønn einasta dag fer nógvur fiskur um bryggjuna í Sørvági. Bæði bátar av bygdini og aðrastaðni frá
landa her. - Eini 16000 tons komu uppá land í fjør, vísir borgarstjórin, Sune Jacobsen (innfeldur) á
Mynd: Jens Kristian Vang
Hugskotið er
at leggja 5 km av
jørðslangu ein metur
niður í sandin, haðani ein
kann upptaka ta orkuna
sum skal nøkta tørvin
hjá bæði skúlanum og
svimjihøll hansara