mánadagur 3. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
6
Sosialurin
Johan
Mortensen
Tað er sera stórur
áhugi manna mill-
um
fyri
okkara
skinkuverkætlan og vit, sum varða
av henni, fáa dagliga fyrispurn
ingar um, hvussu gongur. Tað sera
hugaligt og stimbrandi, at føroy
ingar sýna áhuga og tessvegna skal
eg loyva mær at koma við einari
lítlari kunning um, hvussu langt
vit eru komnir.
Eg havi ferðast nógv í suðurlondum
og varð tíðliga bergtikin av skinkum
sum italiensku Parma og sponsku
Serrano. Fyri sløkum tveimum ár
um síðani fór eg at umhugsa, um
tað ikki bar til at turka skinkur
her á landi. Okkara skerpikjøt er
nevniliga ikki ólíkt fyrrnevndu
skinkum.
Eg setti meg í samband við størsta
danska svínakjøts samtakið. Dan
ish Crown. Hesi vóru, sum rímu
ligt er, eitt sindur ivandi og var
tað ikki komið teimum til hugs,
at slík framleiðsla kundi bera til
í Føroyum. Men skjótt vóru teir
sera positivir og fingu ein av bestu
donsku
skinkuframleiðarunum,
Jens Munck i Skagen, at vera við í
ætlanini. Í føroyska partinum eru
Jógvan Høj, Dimunarfólkini, Gutti
Guttesen, Leif Sørensen, Johannes
Jensen, Mortan í Hamrabyrgi, Pál
Weyhe, Ingvar Joensen og Jørgen
í SMS.
Avtala varð so gjørd við Danish
Crown, sum skóru skinkurnar út,
saltaðu tær og sendu tær til Før
oya primo januar 2010, har tær
vórðu hongdar upp í Dímun, í Bø
og í Norðdepli umleið 6. januar. Í
mars vórðu tær smurdar inn í feitt.
Tað sást beinanvegin, at væl bar til
at turka og skjótt kom smakkur í
tær. Vit hava so latið skinkurnar
hanga uppi til út á heystið og síð
ani vacuumpakkað tær og lagt tær
á køl, fyri at tær skulu búnast enn
meira.
Eg tori at siga, at okkara ætlan er
hepnast og at okkara tesa um at tað
ber til at turka skinkur her á landi,
er røtt! Vit hava framleitt eina
fyrsta floks, sera vælsmakkandi
skinku, sum ikki stendur aftan fyri
útlendskar skinkur.
Altjóða skinkumarknaðurin er sera
stórur og eru vit sannførdir um, at
føroyska skinkan hevur ein møgu
leika at verða ein týðandi útflutn
ingsvinna í komandi tíðum. Eg skal
nevna, at heimskenda matstovan
NOMA vil fegin verða við í ætlanini.
Meðalsøluprísur fyri slíkar skinkur
liggur frá kr 500,- pr kg og uppeftir.
Bestu Serrano skinkurnar liggja um
kr 1.500,- pr kg.
Vit fara nú undir enn eitt royndarár
og fáa í hesum døgum eina fitta
nøgd av skinkum til landið. Næsta
ár fer at geva okkum enn fleiri
royndir og meta vit, at í 2012 kann
verða farið undir kommerciella
framleiðslu.
Vit hava valt at vera sera opnir og
kunnandi um hesa okkara ætlan
fyri at menna og kveikja áhugan
fyri nýggjum framleiðslum her á
landi. Okkara tilfeingi gevur stórar
møguleikar og skal eg bert nevna,
hvat ikki kundi fingist burtur úr
25.000 tonsum av makreli, um hesi
komu í land og vórðu góðskað, sum
til dømis skotar og norðmenn gera.
Vit hava fingið eitt ríkt land frá
Skaparans hond og eru vælsignað
við rávørum, latum okkum gagnýta
hesar, okkara tjóð at frama. Gott
nýggjár.
Eitt sindur um
skinkuætlanina