Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin Randi Jacobsen Tá ið fyritøkan Look North byrjaði í 2001 var fram­leiðslan fýra sløg av kass­um til ali­ vinnuna. Tey høvdu í fyrsta umfari bara alivinnuna í huganum. Men tá ið alivinnan varð rakt av ILA-sjúkuni, var neyðugt at hugsa øðrvísi, og Look North hevur síðan framleitt bæði kassar og annað til aðrar partar av fiskivinnuni. – Tá ið vit byrjaði, settu vit okkum yri at koma við fýra nýggjum vørusløgum um árið, og tað hava vit hildið, tí vørusløgini eru nú 40-50, sigur Árni Skaale, stjóri á Look North. ILA rakti eisini Look North, tí alivinnan sveik. Góður kreditorur - ILA koyrdi okkum næstan á heysin, og tað er bara okkara góðu kreditorum fyri at takka, at vit yvirlivdu, sigur Árni Skaale. Tolni kreditorurin var Vestnorden grunnurin. Nú er umleið helvtin av fram­leiðsluni til alivinnuna, og næststørsti keyparin er feskfiskavinnan. Tey gera bjálving til bygningar, og ein týðandi framleiðsla er at gera stólpar at seta ímillum salt­fiskaplattar. Hetta er ein útflutn­ingsvøra til Noregs og Íslands, og tað gongur hampi­ liga væl, sigur Árni Skaale. Hann sigur, at gjøgnum árini havt nógv hugskot, og viðskiftafólk eru eisini komin við hugskotum. Sumt hevur eydnast, og øðrum eru tey givin við. Eitt nú royndi virkið at framleiða trolkúlur, men kúlurnar verða ikki gjørdar longur. Fleiri nýggjar vørur Nýggjar vørur til alivinnuna er komin á marknaðin. – Seinasta ár fóru vit undir at gera nýggjar sterkar kassar, og tað er ein fram­ leiðsla, sum vit vænta okkum nakað av, tí tosað verður um at pakka feskan fisk í smærri eindum, sigur Árni Skaale. Økta framleiðslan krevur meira pláss, og tí keypti virkið gomlu Norðborg, sum er rivin niður. Á grundina skal byggjast eitt goymsluhús, sum verður 1200 fermetrar og nakað lægri, enn Norðberg var. Tað fer at koma væl við at fáa goymsluhús, tí nú er bæði framleiðsla og goymsla í sama húsi, og har er trongligt. Raksturin hjá Look North var hampiligur seeinasta ár, men ikki heilt so góður sum árið fyri. – Okkara mál er alla tíðina at brúka vinningin til at menna nýggjar vørur, sigur Árni Skaale. Look North spílar seg út Virkið Look North í Klaksvík fer undir at byggja goymsluhús fyri at kunna víðka framleiðslu sína Árni Skaale, stjóri á Look North hevur stórar ambisjónir savnsmynd Sum skilst hava samráðingar verið millum partarnar í eina tíð, og at hesar nú eru komnar so mikið langt, at tað stundar til, at ein avtala kann verða undirskrivað fyrsta dagin. Sosialurin hevur roynt at fáa tíðindini váttað, bæði frá seljara og keypara, men, sum vituligt er, vil eingin siga nakað um part ella krónutal, fyrrenn alt er greitt, liðugt og undirskrivað. Frá hálendskari síðu verður tó sagt so mikið, at ein almenn fráboðan um hesa broytingina í eigaraskapinum kunngjørd rættiliga skjótt. Hinvegin er líkt til, at nógv virksemi hevur verið hjá Faroe Pelagic, og at tað somuleiðis fer at verða so í hesum árinum, - ikki minst nú, ið hálendingar av álvara eru komnir inn í virksemið í Kollafirði. Eik farin úr Pelagic Hálendingar eru nú av álvara komnir inn í pelagiska virksemið í Kollafirði. Nógv virksemi er longu her, og verður enn meiri í framtíðini Kollafjørður: Tíðindini eru ikki alment váttað enn, men eftir øllum at døma hava hálendskir íleggjarar keypt partin hjá Eik Banka í Faroe Pelagic í Kollafirði