Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin Minningarorð um Jóhannes Holm Jacobsen, Hvalba f. 1924 - d. 2010 Tá ið eg seti meg niður at skriva nøkur orð um mín góða vin og bróðir í Harr­ anum, sum nú er komin heim í teir ævigu bústaðir hjá Gudi, leita tankarnir aftur til farnar dagar. Vit komu at kennast vesturi á Zarepta fyri meira enn 30 árum síðan. Vit vóru leiðarar á barnaleg­unum hjá dreingjaholdunum fyrstu árini vit vóru saman. Síðan vóru yngri kreftir, sum tóku yvir og vit fóru í annað arbeiði. Hannis var tann, sum bleiv náttar­ vakt og gjørdi hann tað til lítar. Tað var eint og ruddiligt hjá okkum at koma upp um morgunin, uppvaksið var væl úr hondum greitt og borðið dekkað. Tað arbeiði, eg fekk, var at vera køksmaður fyri tað mesta í grov­køk­ inum, vaska grýtur, kóka epli og hjálpa køkskonunum við døgurð­anum og ymiskt annað, sum har til hoyrdi. Hannis og eg vóru saman á hvørjum sumri hesi árini. Tað var ein andaliga góð tíð fyri okkum at vera saman á Zarepta. Man kom at kenna nógv fólk og samfelagið var gott. Um kvøldarnar, tá ið mesta rokið var av, kundu vit seta okkum at syngja saman við øllum køks­ fólk­unum. Hanni svar góður for­sang­ ari, hann dugdi tey flestu løgini í G.F.S. Sangbók. Tað kom eisini fyri, at vit vóru saman um veturin og hildu vakt í húsinum. Hannis vitjaði onkuntíð norður til okkara, tá ið samfelagsmøti var í Betesda, og eg vitjaði suðureftir, tá møti vóru har suðuri. Annars tosaðu vit saman í telefon. Hannis var óførur at ringja og ofta kom prátið at verða um Zarepta. Hann hevði eitt stórt hjarta­lag fyri Zarepta. Seinast, vit tosaðu saman, var tveir dagar áðrenn hann fór frá hesari fólk. Tá var hann veikur á málin­ um, men skilagóður sum altíð. Eg fari at enda hesi minningarorð við sanginum, sum Hannisi dámdi so væl og vit mangan sungu: Tá ið endar mítt stríð og útrunnin mín tíð, skal eg náa ta himmalsku strond, Jesus eyga mítt sær og tá vísir Hann mær naglamerkini í síni hond. Niðurlag: Eg skal ganga til lívsvatnsins strendur hoyra pálmanna friðsæla sús eingin synd eingin sorg er í himmalsins borg men bert songur sum havsbylgjubrús. Ferðin endar ei her men til Himmals tað ber til tað heimland, sum Jesus mær vann, vinir hitti eg har sum her skiltust frá mær, gævi skjótt at tann stundin upprann. Á ver tolin og bið tí Guds himmalska frið skal hin trúfasti fáa í løn Tann ið krossin her ber lívsins krúnu har fær á Guds barn ver tí vakið í bøn. Ein heilsan til tykkum, sum stóðu Hannisi nær, Dávur og Jóna við familjum. Vit vita at tað er ein saknur, tá ein av okkara kæru verður tikin burtur. Vit syrgja ikki sum hini, sum onga vón eiga, 1. Tessalonikabræv 4. kapitul og 13. ørindi. Richard og Apolonia Jólamorgun andaðist Dánjal Pauli Danielsen, Dánjal í Búð­ ini, Velbastaður. Hann náddi høgan aldur, stutt áðrenn hann doyði fylti hann 91 ár. Líka frá ungdóminum av vísti Dánjal sín stóra áhuga fyri føroyska samfelagnum og tók lut í samfelagstjakinum í heilt breiðum týdningi. Hann vaks upp á Velbastað og byrj­aði tíðliga at arbeiða á garðinum, sum hann seinri festi. Her hevði hann sítt lívs­ grundarlag, og herfrá kom hann at arbeiða og luttaka í mongum viðurskiftum bæði inn­an jarðabrúk, politikk og øðr­um samfelagsøkjum. Í sín­um yngru árum hevði hann rættiliga tætt samskifti við Jóannes bónda, og sjálv­ bjargnishugsjónin, sum teir høvdu í felag, fylgdi honum alt lívið. Samfelagsliga átók hann sær fleiri postar. Hann var nevndarlimur í Jarðaráðnum í mong ár, herav fleiri ár sum formaður. Eisini var hann umboðsráðslimur hjá SEV í eini 12 ár. Herav nøkur ár sum formaður. Hansara stóri áhugi fyri norðurlendskum samarbeiði hevði eisini við sær, at hann í fleiri ár var nevndarlimur í Norðurlanda Húsinum í Føroyum. Persónliga kom eg at kenna Dánjal Paula gjøg­ num politiska arbeiði. Hann gjørd­ist tíðliga partur av Fólka­flokk­inum. Hann var fram­burðs­hug­aður og sjálv­ stýris­hugaður, tað var tí heilt nátúrligt fyri hann at halda seg til hendan flokk. Við sínum áhuga og arbeiðs­ vilja var hann ikki bara hvíl­ andi limur, nei hann gjørdi mun, har hann var. Tí kom hann at vera í fremstu røð innan flokkin. Tá flokk­urin í fimti árunum fekk ávísa afturgongd, tók hann saman við øðrum góðum monnum sum Hákun Djurhuus, Knút Wang, Poul Petersen, Martin Holm við fleiri, stig til at organisera tað flokkspolitiska arbeiði betur við valfeløgum og landsfelag. Fólkaflokkurin var fyrsti flokkur, sum organi­seraði seg á hendan hátt. Dánjal gjørdist fyrsti lands­formaður flokksins, og hevði hann hetta starv í eini 20 ár. Í 1970, tá eg kom á ting, var hann framvegis lands­formaður og sigast má, at tað var ein fragd at kunna arbeiða saman við honum. Í 1975 hendi eitt politiskt siða­skifti í Føroyum. Tað, sum var hildið at vera polit­iskt ómøgu­ligt, nevni­liga eitt sam­ arbeiði millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, gjørdist veruleiki. Einum slíkum sam­ arbeiði hevði Dánjal Pauli leingi verið talsmaður fyri, og tá samgongan mill­um hesar báðar flokkar og Tjóð­veldis­ flokk­in varð skip­að gjørd­ist hann sam­an við Demmus Hentze umboð Fólka­flokk­ sins í hesum landsstýri. Hann var landsstýrismaður í 6 ár og umsat hann m.a. vega- og havna­mál, landbúnaðarmál og mentamál. Eisini um­sat hann norðurlanda sam­ arbeiði. Dánjal Pauli var sera gløg­ g­ur maður, eisini hevði hann stóra vitan og víð­skygni. Hann var góður í ráð­um og royndi altíð at fremja tær bestu og skilabestu loysn­ irnar. Hann var ikki harð­ mæltur, tá hann førdi fram síni sjónarmið, heldur var hann siðiligur og róligur. Tí var altíð lurtað eftir honum. Eg kann ikki minnast, at hann nakratíð kom við per­ són­ligum álopum, heldur ikki tá hann sjálvur var álopin. Hann var væl lýddur í politiska umhvørvinum og samarbeiðsevni hevði hann góð. Hann var trúfastur móti sínum hugsjónum og eis­ini sínum flokki, sjálvt um polit­ iska telvingin onkuntíð kundi fara øðrvísi fram enn hann helt vera tann rættasta. Nú Dánjal legði árarnar inn hevði hann livað eitt langt og virkið lív. Hann var mettur av døgum. Við honum hevur ein av Føroya stóru syn­um lagt frá sær. Vit lýsa frið yvir minnið um Dánjal Paula Danielsen í Búðini. Jógvan Sundstein Dánjal í Búðini farin