Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 16 Sosialurin Kjak Í álitinum frá fíggjar­nevndin stendur m.a.: “Farið verður undir víðari útbyggingar á Tekniska skúl­ a­n­um í Klaksvík, sum skulu loysa framtíðar hølis­tørv­in á miðnáms-, yrkis-, og mari­tima skúla­økinum í Norðoyggjum. Skúladepilin, ið verður ment­ur, skal hýsa verandi út­ búgvingar­tilboðum, nýggju mat­vøru­­útbúgving­un­um og kom­andi maritima depli­num. Undir fyrireikingunum til útbyggingarnar eigur dentur at verða lagdur á at nøkta verandi tørv, umframt at hava í huga framtíðar møguleikar at fara undir nýggjar við­ komandi útbúgvingar, bæði á miðnámsstøði, og innan hægri lestur. Fyrireikingarnar skulu ger­ ast fyrst í árinum, so­leið­is at far­ast kann undir út­bygg­ing­ arnar longu á heysti í 2011”. At fjølbroyttir viðkomandi lestrarmøguleikar verða mentir, er avgerandi amboð í roynd­ini at fáa ungdómar og útbúgvið fólk at støðast í Føroyum. Í øðrum londum verður dentur lagdur á at spjaða útbúgvingartilboðini kring landið. Dømi um hetta eru í flestu grannalondum okk­ ara, har býir uttan fyri mið­ staðar­økið eru týðandi út­ búgvingar­støð. Endamálið við hesi mannagongd er at tryggja neyðugu út­­búgv­ing­ ar­tilboðini, sumstundis sum øki í landinum verða ment. Vónandi fer feskasta sam­tyktin á Løgtingi, har pening­urin er settur av til út­ byggingar á Tekniska Skúlan­ um í Klaksvík, at verður start­skotið í royndini at menna Klaksvíkina, sum er fiski­vinnubýur burturav, til eisini at verða útbúgvingarbý við fjøl­broyttum starvs- og lestrar­tilboðum á øllum út­búgv­ingarstigum, eisini innan hægri lestur. Grundarlagið at byggja víðari á er til staðar við verandi Tekniska Skúla, HF-skeiði, nýggju mat­vøru­ útbúgvingini, Húsar­halds­ skúlanum, víðkaðu skipara- og maskinistútbúgvingunum, nýggju Trygdarmiðstøðini, o.ø. Byggja út á Tekniska Skúlanum í Klaksvík Bjørn Kalsø løgtingsmaður Nú verðu farið undir til­trongdar útbyggingar á Tekniska Skúlanum í Klaks­vík. Í álitinum til fíggjarlógina frá fíggjarnevndini varð skotið upp at seta 5 mió. kr. av til endamálið í 2011. Uppskotið varð samtykt við stórum meiriluta á Løgtingi Tíðina upp undir jól hevur Rósa Samuelsen javnan staðið í andglettinum, álopini hava verið nógv, og onkrar av skolunum eru eisini av órøttum oystar yvir hana. At sita í hennara politiska stóli er heldur ikki lætt, tá ið sparast skal, tí líka mikið hvørja avgerð hon tekur, so verða sjálvt tær røttu avgerðirnar tulkaðar sum skeivar. Tí onkur má merkja niðurskurðin. Ofta verður av kommu­nalpolitikarum funnist at ógreiða býtinum millum land og kommunu á eldraøkinum. Hesum taki eg fult undir við og haldi eisini, at tíð er upp á at fáa hesar fløkjur greiddar, men satt at siga so skilji eg ikki atfinningina hjá kommununum í Eystur­oynni móti flytingini av røktar­plássunum úr kjallaranum í Gøtubrá. Einki pláss verður niður­lagt – tað verður bert ruddað upp í ábyrgdarfløkjuni. At gera fløkjuna av tí almenna/kommu­ nala enn meira fløkt er Gøtubrá eitt fekst dømi uppá. Hví skal kjallarin í Gøtubrá nýtast sum eitt sminkað Ellisheim við sersømdum? Hini eldrasambýlini/um­­­­læt­­­ingarheimini verða – tí­verri - eisini nýtt sum Ellis­­­­heim – uttan nakr­ar ser­­­sømd­ir. Sum verja móti hesi broyt­ing verður grund­givið við, at 100 fólk standa á bíði­­l­ista til Røktar­heim. Er tað veru­liga so galið, at fram­tíðar­­­politikkurin er at loysa trupulleikan, við pjøssa­­­loysn­ um, í ymsum kjallar­um???? Nei, trupul­ leikin fer bara at vaksa sum árini ganga – veruliga loysnin er eitt Ellisheim afturat í Eystur­oynni. Norð­ur­streymoy og Vágar eru normer­aðar við trimum ellisheimum, so tað er avgjørt upp á sítt pláss, at tvey eru fyri Eysturoynna. Fuglafjørður hevur tíverri slept tí ætlan, sum løgd varð á hesum øki, men onkur onnur kommuna má verða so mikið at sær komin at kunna taka við, har slept er. Í veruleikanum tosa komunal­polittik­ar­ arnir í Eysturoynni við tveimum tungum. Kravt verður eitt greiðari ábyrgdarbýti millum land og kommunu, samstundis sum teir sjálvir framleiða fløkjur í hinum endanum. Hetta má kallast politiskt skemt á høgum støði. Nei, - nýtið Ellisheimini til ellisheim og eldrasambýlini til tað, tey eru bygd til. Rósa! Sum fyrrverandi býráðs­politik­ari í Fuglafirði, við ábyrgd av eldraøkinum, og stýrislimur í Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í 8 ár, vil eg stuðla tær í tíni avgerð. Tín strategi í Eysturoynni er røtt, ein byrjan upp á at loysa fløkjuna av ábyrgdar­býtinum. Hetta er byrjanin – halt síðani áfram við sama treysti! Ellisheimsfløkjan í Eysturoynni Jóhan Heri Joensen “Fíggjarlógin varð einmælt samtykt beint undan jól­um”, og “... fyri einaferð skyld var semja um okkurt í Løg­ tingi­num”, skrivar Dimma í leiðara. Hetta er ikki so. Hós­ kvøldið hin 22. desember varð fíggjar­lógin fyri 2011, við metferð samtykt av einum stórum meiriluta. Men, hon var ikki einmælt samtykt. Vit vóru nøkur, sum hvørki vildu ella kundu trýsta á grøna knøttin fyri ein­ari fíggjarlóg, hvørs enda­ liga skap vit einans kendu í leysum brotum. Hvørs avleiðingar, vit ikki høvdu stundir at viðgera, og hvørs samlaðu broytingar vit einans fingu eitt korter at seta okkum inn í! Dugi ikki á nakran hátt at síggja, hvussu tað kann forsvarast, at landsins fíggj­ar­­­lóg, sum røkkur inn í hvørt ein­asta heim í Før­ oyum og út á hvørt ein­asta arbeiðs­pláss, so­leiðis verður skrum­bl­að ígjøgn­um. At vit fólka­­valdu skuldu kunna halda frí millum jól og nýggjár, er sjálvandi ikki ein grundgeving yvirhøvur. Ikki vita, einki siga Tað ber til at gleðast um summar av broytingunum og raðfestingunum, sum fíggjar­nevndin loksins samd­ist um. Men har vórðu eisini gjørd ógvuslig høgg, eitt nú á almannaøkinum, har konta til bústovnar varð skorin við tvísiffraðari milliónaupphædd. Og heldur ikki hetta varð viðgjørt ella kjakast um í tingsalinum. Tí orðaskiftið varð einki. Álitið frá fíggjarnevndini varð lagt fram hóskvøldið og skamma stund seinni, varð uppskotið við broytingum samtykt. Hetta hóast ting­ formaðurin hevði ásett, at 2. viðgerð av fíggjarlógini ikki skuldi verða fyrr enn 28. desember. Men ein meiriluti samtykti at víkjast skuldi frá øllum tíðarfreistum. Tí kundi 2. viðgerð byrja so stutt eftir, at álitið varð framlagt, og 3. viðgerð beint eftir hetta. Tinglimir høvdu ongan heiðurligan møguleika at gjøgnumganga og seri­øst viðgera mongu fesku um­ rað­festingarnar hjá fíggjar­ nevndini. Og fólka­ræðisins so­ nevndi varð­hundur, pressan, fyri ikki at tala um fólkið sjálvt, enn minni møguleika at vita nakað sum helst. Reglur til pynt Tíverri staðfesti fíggjarlógar­ viðgerðin tað, sum er vorð­ið reglan heldur enn undan­takið: Tess størri og týdningar­meiri eitt mál er, tess minni viðgerð fær tað í Løgtinginum. Hví eru yvir­ høvur ásetingar um tíðar­ freistir, um floytað verður á hesar í flestu stórmálum? Saman við einum lítlum minniluta atkvøddi undir­ ritaða ímóti uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2011. Tað munti sum hjá Snopprikki. Og fólkaræðið fekk enn ein dyggan undir vangan. Fíggjarlógin varð ikki einmælt samtykt Bjørt Samuelsen løgtingskvinna