Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin Ítróttur Heri Simonsen 8810: dagar sum venjari hjá Man­chester United, og Sir Alex Ferguson koppaði metinum hjá lands­mann­inum Sir Matt Busby, sum tann sum hevði verið venjari hjá Man­chester United tað longsta tíðarskeiðið. Talan hevur verið um meir enn 2000 dystir og 36 ymisk vunn­in heiti hesar mongu dagarnar Sir Alex Ferguson hevur sitið við róðrið á Old Trafford. Metið hjá Sir Alex varð sett tann 19. desember. 1283: dystir, 400 mál og 31 vunnin heiti gjørdist tann samlaða veiðan hjá Raul og Guti, tá teir góvust í Real Madrid í mai í fjør. Guti var í Real Madrid í eina fjórðingsøld (1985- 2010), meðan Raul skoraði fleiri mál (323) og spældi fleiri dystir (741), enn nakar annar í drúgvu søguni hjá Real Madrid. 300: mál sum yrkisspælari gjørdist veruleiki hjá argentinska spæl­aranum, Martin Palermo í desember. Í summar gjørdist tann 37 ára gamli Martin Palermo tann elsti argentinski landsliðs­spæl­arin, sum hevur skorað í einum HM- endaspæli. Sam­stundis gjørd­ist Martin Palermo tíðar­innar topp­ skjútti hjá høvuðstaðar­liðnum, Boca Juniors, tá hann kopp­aði tí 72 ára gamla mál­met­inum hjá Roberto Cheeros. 99: stig av 114 møguligum var metið Barcelona setti tá liðið vann sítt 20. ligagull. Liðið hjá Pep Guardiola endaði kappingarárið, uttan at missa eina einastu leiðslu á heima­vølli. Liðið skoraði trý mál ella fleiri í meir enn øðrum hvørjum dysti, og liðið fekk bert 24 mál ímóti sær. So fá mál hevur Barcelona ikki latið inn, síðani kappingarárið 1973/74. 58: mál í 54 dystum fyri Barcelona eru tey ótrúligu hagtølini hjá Lionel Messi í 2010. Lionel Messi hevur vunnið Gullstyvlan, og hann endaði kalendaraárið 2010 við 42 málum, 15 málskapandi sendingum og 166 driblingum í tí sponsku liguni. 26: ár við Istanbul-dominansi endaði í Turkalandi, tá Bursaspor vann ta bestu fótbóltsdeildina í Turkalandi. Bursaspor er fyrsta lið­ ið uttan fyri Istanbul, sum vinnur, síðani Trabzonspor vann turkiska meistaraheitið í 1984. 19: dystir á rað uttan tap í teimum afrikonsku endaspølunum gjørdist metið hjá Egyptalandi, tá teir sum tað fyrsta landið vunnu afrikanska meistaraheiti tríggjar ferðir á rað. Stóra hetjan gjørdist Mohamed »Gedo« Nagy, sum við fimm málum gjørdist toppskorari í Africa Cup of Nations. Hetta hóast Nagy ikki byrjaði inni í nøkrum dysti í tí afrikanska endaspælinum. 14: mál í HM-endaspølum. Miro­slav Klose deilir nú annað plássið saman við landsmanninum, Gerd Müller. Tíðarinnar toppskjútti er framvegis brasilski, Ronaldo, sum hevur skotið 15 mál í HM-enda­spølum. 10: mál í einum dysti hjá PSV elvdu til, at Feyenoord við ein­um 10-0 tapi setti met við tí størsta tapinum nakrantíð í søgu felags­ins. Hetta hendi í oktober. 7: ár og 10 mánaðir. José Mourinho hevur ikki tapt ein heimadyst sum venjari hjá Porto, Chelsea, Inter og Real Madrid, síðani Porto tapti 2-3 ímóti Beira Mar í februar í 2002. 6: feløg hava nú vunnið »The Treble« í Europa. Inter megnaði hetta sum tað sætta felagið í Europa í 2010. Hini eru Celtic (1967), Ajax (1972), PSV (1988), Manchester United (1999) og Barcelona (2009). 4: ferðir er Samuel Eto´o kosin til besta afrikanska fótbólts­ spæl­aran, og tað er met. Kame­runski spælarin vann »The Treble« við Inter í ár, og »The Treble« við Barcelona í fjør. Tað hev­ur eingin spælari megna áður. 3: spælarar – David Villa, Andres Iniesta og Carles Puyol – skoraðu øll málini hjá Spania, tá liðið vann heimsmeistaraskapið í Suður- Afrika. Einki annað landslið hevur vunnið HM við færri enn fýra málskjúttum. Við átta málum gjørd­ ist Spania tann minst skorandi heims­meistarin í HM-søguni. 1: lið var ósigrað í HM-enda­spæl­ inum í Suður-Afrika. Og av øllum liðum, so gjørdist tað Ný Sæland. Hetta ótrúliga bragdið gjørdist veru­leiki, tá niðurlendska liðið tapti ímóti Spania í finaluni. Seinast Ný Sæland tók lut í einum HM- endaspæli varð í Spania í 1982. 0: tap í 30 dystum í 2010, og Rosen­ borg er tað fyrsta liðið í tí bestu norsku fótbóltsdeildini, sum hevur spælt eitt heilt kappingarár, uttan at tapa ein einasta dyst. Seinastu tvey kappingarárini hevur liðið úr Tróndheimi bara tapt ein dyst í tí bestu norsku fótbóltsdeildini Kelda: TV2 í Noregi Ótrúlig fótbóltshagtøl í 2010 Fótbóltur Á hagtalssíðuni hendi nógv forkunnugt og spennandi í 2010. Sosialurin hevur hugt nærri at fleiri hagtølum Sir Alex Ferguson Samuel Eto'o Lionel Messi Martin Palermo Miroslav Klose