mánadagur 3. januar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
24
Sosialurin
Nýggjastu hagtølini hjá
Akstovuni vísa, at samlaða
sølan av nýggjum akførum
er vaksin við átta prosent
um í ár í mun til í fjør.
Sølan av nýggjum per
sónbilum í Føroyum er
vaksin við 18 prosentum.
Í ár vórðu seldir 818 per
sónbilar í mun til 692 í fjør.
Sølan av vørubilum mink
aði við átta prosentum frá
93 bilum í 2009 til 85 í 2010.
Í ár vórðu seldir 19 hýru
vognar í mun til 11 í fjør.
Hagtøl fyri brúkt akfør
vísa, at í ár vórðu 18 ellis
akfør skrásett í mun til 6
í fjør. Ein lítil vøkstur er í
søluni av motorsúkklum,
meðan sølan av prutlum
er minkað við næstan 50
prosentum.
TOP-10
Bilmerki
Íalt
TOYOTA
147
CITROEN
133
FORD
124
SUZUKI
64
MITSUBISHI
55
HONDA
45
OPEL
44
VOLKSWAGEN
44
KIA
42
PEUGEOT
37
kelda: Akstovan
Ein jólagáva kann verða
hvat sum helst, og tað eru
ikki allar sum kunnu liggja
innpakkaðar
undir
jóla
trænum. Eina slíka gávu fekk
Tórun Højgaard á Argjum.
Hon fekk nevniliga eina VW
Boblu í jólagávu frá soninum
Rúna W.Højgaard.
Rúni visti, at mamman
altíð hevur ynskt sær eina
Boblu, og fekk hann tí hug
skotið at keypa henni eina
slíka. Hann leitaði á inter
netinum
og
fann
hesa
bobluna í Danmark. Rúni
sigur, at hann gav eitt boð,
sum hann ikki roknaði við
at seljarin fór at góðtaka,
men tað gjørdi hann. Fleiri
Boblur vóru upp á tal, men
eg eri glaður fyri, at tað bleiv
hendan, sigur hann.
Boblan er frá 1974 og
hevur 1,6 ccm motor við
umleið 55 hk. Kilometur
teljarin stendur á 47.000,
men motorurin er skiftur,
og hann hevur einans koyrt
20.000 km. Talan er um eina
sonevnda Super Beetle, sum
er eitt sindur fínari enn hin
ar, sigur Rúni.
Boblan kom til Føroyar
við Norrönu fyri jól. Tað
var ein vinmaður hjá Rúna,
Búgvi Øster, sum lesur í Dan
mark, ið hevði bilin við heim
í jólaferiu.
Tórun sigur, at hon visti
einki um bilin, fyrr enn hon
jólaaftan fekk ein flottan
gávupakka við lyklunum til
bilin, sum stóð í eini garasju
í grannalagnum. Eg gjørdist
sjálvandi ovfarin og skilti
einki av tí heila, men eg eri
glað fyri Bobluna, sigur hon.
Boblu í
jólagávu
Jólaaftan fekk
Tórun Højgaard
á Argjum ein
bil í jólagávu
frá soninum
Rúna, sum lesur
tónleik í Íslandi
Rúni W.Højgaard handar mammuni, Tórun Højgaard, lyklarnar til Bobluna
Mynd: Terji S. Johansen
Talið av nýggjum
persónbilum veksur
Í hesi fyrstu sendingini í ár verður vitjað hjá Auto Service,
har prátað verður við Otto Andreasen, sølumann, um
tveir bilar: Peugeot 3008 og Peugeot 5008, sum báðir
eru flexsiblir og væl innrættaðir familjubilar.
Eisini er ein samrøða við Tórun Højgaard og
sonin Rúna W. Højgaard, um VW Bobluna,
sum Tórun fekk í jólagávu frá soninum.
Ein samrøða við Ludvík Petersen verður
endursend, har hann fortelur um
sína Harley Davidson motorsúkklu
við undirskriftini hjá fyrrverandi
amerikanska forsetanum Bill Clinton á
bensintanganum.
Hósdagin 6. januar kl. 17.15
Vinnu- & bilradio á
Rúni W. Højgaard
Tórun Højgaard
Otto
Andreasen