mánadagur 3. januar 2011síða 44
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
16
Sosialurin
Eydna Skaale
- Júst handan myndin varð tikin til
konsertina hjá Týr, og tað, sum ser
merkti ta konsertina, var, at nógv
fólk vórðu borin frameftir uppá
handan mátan. Men eg helt, at
hasin fýrurin var serliga stuttligur,
tí hann kláraði at halda fast í bæði
øl og sigarett ímeðan, greiðir Jón K.
Joensen smílandi frá.
Hann er vanur at taka myndir
og undirvísir eisini í foto á kvøld
skúlanum. So tað er ikki nakað
fremmant fyri honum.
- Eg havi tikið myndir síðani eg
var smádrongur og fekk mítt fyrsta
kamera frá pápa mínum. Hann
hevur sostatt tikið myndir í 30 ár og
veit tí eisini at siga, at hatta ikki var
ein serliga teknisk krevjandi mynd
at taka, tí ljósið var gott.
- Tað, sum serliga hugtekur meg
við myndatøku, er, at tú fært fang
að eitt eygnablikk. Tú kanst altíð
royna at greiða frá eini støðu ella
eini løtu, men tað er nakað heilt
annað at kunna vísa tað, heldur
Jón.
Nógv motiv á festivalum
- Tað eru so sera nógv motiv, tá tú
fert á festival. Tú kanst taka myndir
allatíðina. Tí har eru so nógv fólk,
og har hendir so nógv. So um tú
skalt fáa tær heilt góðu myndirnar,
so mást tú næstan taka avgerð um,
hvørjum tú skal taka myndir av. T.d.,
at nú fari eg at taka nakrar flottar
myndir av tónleikarunum. Ella,
sum eg gjørdi í hesum føri, gera av
at taka myndir av stemninginum og
áskoðarunum, sigur Jón.
Hann heldur, at myndirnar av
tí, sum hendir á pallinum ofta eru
flottar reint visuelt, men myndir
nar av áskoðarunum nógv betri
lýsa stemningin og hin partin av
festivalinum, sum ofta verður eitt
sindur forsømdur av fotografunum.
Lá sjúkur
Mikukvøldið, tá Planet tiltakið var,
lá Jón sjúkur í seingini við nógvum
fepri. Hann lurtaði tó eftir øllum til
takinum á Rás2, og tá komið varð til
at avdúka vinnaramyndina, var tað
skjótt, at fimmoyrað fall.
- Tá eg hoyrdi grundgevingina
fyri vinnaramyndini, so kendi eg
beinanvegin tað aftur, sum varð
lýst. Tá var eg harmur um, at eg ikki
fekk verið har og tikið ímóti. Tað
ljóðaði til at vera super stemningur
og gott lag, heldur hann.
Jón er ikki heilt vísur í, hvat tær
5000 krónurnar skulu nýtast til.
- Kanska hetta fer at dekka jóla
gávurnar, sigur hann smílandi.
Hann hevur góða útgerð, so tað
verður neyvan tað, pengarnir verða
nýttir til.
- Men tað er ikki myndatólið,
sum tekur myndina, tað er fólkið
aftanfyri. Tað er tí als ikki altíð,
at tey bestu tólini taka tær bestu
myndirnar. Tað snýr seg um at læra
seg at brúka ta útgerðina, sum man
hevur at arbeiða við. Tá kann man
fáa super myndir, sigur Jón K. Joen
sen.
eydna@hotmail.com
Ársins tónleikamynd 2010
- Eg var til G! festivalin og legði meg eftir at fáa myndir av áskoðarunum, fyri at lýsa hvussu stemningurin var.
Veðrið var jú út av lagið vánaligt, men lagið á fólkið var so øgiliga gott, sigur Jón K. Joensen um vinnaramyndina
Rás2 takkar øllum stuðlum og samstravsfeløgum, sum á ymsan hátt góvu sítt íkast til, at tiltakið eydnaðist so væl.
Tryggingarfelagið Føroyar • Føroya Tele • Atlantic Airways • Tórshavnar Kommuna • Deep • Føroya Bjór • Sonja Design • Royal Hárfríðkan
Eirikur Lindenskov og Jón K. Joensen sum endiliga
var nóg frískur at taka ímóti virðislønini
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jón K. Joensen