mikudagur 5. januar 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Nú skulu tey, sum ikki vilja
rinda
kringvarpsgjaldið,
prógva, at tey onki tól hava
har tað ber til at lurta eftir
ella hyggja at Kringvarpinum
í.
Sostatt
er
kringvarps
gjaldið nú ein skattur, sum øll
verða kravd at gjalda, heldur
Sjúrður Skaale, løgtingsmað
ur fyri Tjóðveldi.
Hann sipar til, at nú á døg
um er helst onki húski, sum
ikki hevur eitt radiotól ella
alnet.
Hann heldur tí, at hetta
gjaldið skal kallast ein skatt
ur.
- Alt annað er óreiðiligt,
sigur hann.
Tí hevur hann nú reist
spurningin um kringvarps
gjaldið í Løgtinginum, har
hann hevur spurt Helenu
Dam á Neystabø, sum umsit
ur
Kringvarpið,
nakrar
spurningar.
Hann vil hava at vita, um
landsstýriskvinnan vil viður
kenna, at kringvarpsgjaldið í
roynd og veru er ein skattur
sum øll verða kravd at rinda,
og hann vil eisini hava at
vita, um hon heldur, at tað
er sosial rættvíst at krevja
gjaldið inn sum eitt brúkar
agjald.
Løgtingsmaðurin vil eisini
hava at vita frá Helenu Dam
á Neystabø, um hon heldur,
at tað er í samsvari við góð
an lóggávusið at nøkur rinda
fult gjald, samstundis sum
onnur bara rinda ein brot
part.
Landsstýriskvinnan
skal eisini svara, um hon
sær nakran trupulleika í,
at løgfrøðiliga eindin, sum
skal rinda kringvarpsgjald,
er húski, og at tað sostatt í
summum førum er eitt fólk
einsamalt, sum skal bera alt
gjaldið, men at tað í øðrum
húskjum eru fleiri um at býta
gjaldið sínamillum.
Tað eru sera áhugaverdir spurning
ar, sum Sjúrður Skaale setir Helenu
Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu
í mentamálinum í sambandi við
kringvarpsgjaldið – nú hann spyr,
um talan í veruleikanum ikki er um
ein kringvarpsskatt.
Sjálvandi skulu vit hava eitt al
ment kringvarp, sum skal liva upp
til tær treytir, sum verða settar
í einum public service sáttmála,
sum sjálvsagt eigur at verða nógv
ambitiøsari, enn verandi sáttmáli.
Men vit fara at halda fram við at
endurtaka, at tað er so hamrandi
órættvíst, at Kringvarp Føroya, við
stuðuli frá mentamálaráðharranum,
skal vera í beinharðari kapping við
okkum privatu miðlar um lýsing
arpengar. Hetta hevði ikki gingið í
nøkrum øðrum landi við skipaðum
kappingarviðurskiftum.
Ein útvarpsstøð sum Rás2 hevur
ongan kjans at kappast við tunga
almenna Kringvarpið, sum við 80
almennum milliónum í rygginum,
kann dustsúgva allan lýsingar
marknaðin. Tað er ógjørligt. Prísút
rokningargrundarlagið hjá Kring
varpinum kann als ikki roknast út,
tí eingin kann áseta eitt slíkt virði í
einum skattafíggjaðum stovni. Tað
dugir ein og hvør at síggja, sum bara
hevur eitt lítið sindur av innliti í tað
at dríva vinnu.
Tað einasta rætta er at vent verð
ur aftur til semjuna, sum mentan
arnevndin hjá Løgtinginum gjørdi ,
um at lýsingarnar í Kringvarpinum
skulu burtur. Hesa semju hevur
Helena Dam á Neystabø bara ign
orerað.
Einki er meira nátúrligt, enn at
Kringvarpið verður fíggjað yvir
skattin. Tað sigur seg sjálvt. Um tað
verður beinleiðis á fíggjarlógini sum
allir aðrir almennir stovnar, ella tað
verður við einum serligum skatti,
sum Sjúrður Skaale skjýtur upp, tað
kunnu politikararnir so sleppa at
keglast um.
Fyri eksistensin hjá privatu miðl
unum hevur tað alt at siga, at Kring
varpið fær rímulig kor at virka und
ir, so stovnurin – við vælsigniilsi frá
landsstýriskvinnuni í mentamálum
– ikki kvalir hinar miðlarnar í Føroy
um, tí tá er lítið vunnið.
Men tað er tað, sum er við at
henda. Kringvarp Føroya skal ikki
vera ein kappingarneyti hjá øðr
um miðlum. Kringvarpið eigur at
vera tann stolta fyrimyndin. Men
politiska drálið hjá Helenu Dam
á Neystabø ger stovnin til ein
kommersiellan
kynsvilling,
sum
ikki fær ta barlast, sum ein slíkur
mentanarberi hevur uppiborið.
Latið so privatu miðlarnar fáa
frið at skapa sítt egna fíggjarliga
grundarlag, sum bara byggir á
handilsligt virksemi – og tað vita vit
av royndum, at tað skal ikki blandast
saman við politiskum áhugamálum,
tá tað gongur bara galið.
Tað er ómentað, at Helena
ger Kringvarpið kommersielt
Fríggjakvøldið
klokkan
20 fer Anna Faroe aftur at
hava konsert í Løkshøll í
Runavík.
Áhoyrarar kunnu vænta
sær eina stóra og spennandi
tónleikauppliving, har Anna
bæði syngur sangir av fløgu
síni, Because I want to, og
onnur góð løg.
Tónleikararnir,
sum
spæla saman við henni,
eru:
Hjalti Joensen: Guitar
Høgni Klakkstein:
Trummur
Eyðun Johannesen: Bass
Gunnar Guttesen: Keys
Kristina Bærendsen: Kór
Aftrat teimum fer kórið Vox
eisini at luttaka, og sum
prikkurin yvir i'num kemur
Jens Marni Hansen, Planet
Award vinnari, á vitjan og
syngur saman við Annu.
Jens
Marni
vitjar
Annu
drál køvir privatar miðlar
Føroya Rættur hevur dømt
ein pápa fyri at sláa dóttur
sína við knýttum neva fleiri
ferðir. Men pápin skal ikki
inn at sita, tí hann fekk ein
treytaðan dóm á tvey ár.
Tað var eitt leygarkvøld
í februar í fjør, at pápin gav
dóttrini nevan framman á
fleiri ferðir. Pápin segði seg
einki minnast til hendingina,
men rætturin ivaðist ikki í,
at hann var sekur og tí varð
hann dømdur.
Útvarpið veit at siga, at
upplýsingar, sum rætturin
fekk um viðurskiftini millum
faðir og dóttir gjørdu, at
eingin revsing varð ásett, og
tí fekk maðurin ein treytaðan
dóm í tvey ár. Tað merkir, at
pápin ikki skal inn at sita, um
hann einki revsivert ger tey
bæði næstu árini.
Gav dóttrini nevan fleiri ferðir
Finna
røttu loysn
ina í felag
Gunvá við Keldu
kjak á síðu 17
Nýggj
ársheilsan
frá ÍSF
Petur Elias Petersen
kjak á síðu 16
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ivast í um kringvarps
gjaldið er lógligt