mikudagur 5. januar 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Eg fari at stríðast alt, eg
kann fyri at forða fyri, at ein
partur av sjóvinnuútbúgv
ingunum verða fluttar úr
Havnini, til Klaksvíkar.
Tað staðfestir Heðin Mort
ensen, borgarstjóri í Havn.
Hetta sigur hann, eftir
at Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í menta
málum, hevur gjørt av at
flyta
útbúgvingarnar
til
skipara og maskinist av
Vinnuskúlanum í Havn, til
Klaksvíkar.
Borgarstjórin í Havn og
landsstýriskvinnan í menta
málum eru í sama flokki,
nevnliga Javnaðarflokkinum
og sostatt kann eisini stað
festast, at tað er lagt í pottin
til opið kríggj innanfloks um
ætlanina at flyta útbúgv
ingarnar.
Rossahandil
Heðin Mortensen sigur, at tað
er ímóti fakligum tilmælum,
at sjóvinnuútbúgvingarnar
verða tægaðar sundur og at
ein partur verður fluttur til
Klaksvíkar.
Tí heldur hann, at tað er
forkastiligt, at lokalpolitikkur
skal forða fyri, at vit leggja
eina so týðandi útbúgving
til rættist ímóti tí fakliga
kunnleikanum.
Hann sigur, at sjóvinnu
útbúgvingarnar eru kanska
tær mest týðandi útbúgv
ingarnar, sum eru, tí her eru
føroyingar í harðari kapping
við onnur lond.
Sjálvur ivastt borgarstjór
in ikki í, at hetta er ein polit
iskur rossahandl og hann
bíðar bara eftir at vita, hvat
landsstýriskvinnan
hevur
fingið afturfyri.
– Vinnuháskúlin er ein
sólskinssøga og tað er umráð
andi at varðveita sjóvinnu
útbúgvingarnar sum eina
sterka heild.
Men nú verður sagt, at
útbúgvingarnar sum skips
førari og maskimeistari skulu
uppstigast til bachelor og tí
fella maskinistar og skiparar
uttanfyri og tí verður tað
flutt til Klaksvíkar.
– Men tað snýr seg somu
leiðis um at hava eitt sterkt,
fakligt umhvørvi og tí er tað
fullkomiliga skeivt at tæga
tað sundur.
Í arbeiðsklæðir
Heðin Mortesen staðfestir,
at hann er fyrst og fremst
lokalpolitikari.
Men hann leggur afturat,
at hann hevur eisini síni
politisk sambond og tey fer
hann at brúka til tað ítarsta
fyri at forða fyri ætlanini.
– Tað kann eisini verða,
at eg fái politiska ávirkan
seinni og hana fari eg eisini
at brúka.
– Sigur tú við hesum, at
tú fer at stilla upp á næsta
løgtingsvali?
Nei, tað sigi eg ikki, tí
eg kann ávirka á annan
hátt og eg fari at gera mína
ávirkan galdandi, allastaðni,
eg kann, eisini í sjálvum
Javnaðarflokkinum.
– Men nú eru landsstýris
kvinnan og tú í sama flokki?
Ja, tað eru vit og hóast
mær dámar nógv av tí, hon
hevur gjørt, men her er hon
á skeivari leið.
Einar tvær ferðir tá ið
tað hevur verið umrøtt á bý
ráðsfundi, at stovnar verða
fluttir úr Havnini, hava bý
ráðslimir nakrar ferðir skotið
tær í skógvarnar, at tað er
laga manni hjá tær at forða
fyri, at nakað verður flutt
úr Havnini, tí tú er virkin
limur í Javnaðarflokkinum,
sum er í samgongu og at
tað er bara hjá tær at fara í
arbeiðsklæðini og fara til tín
egna flokk at seta trumf á?
– Eg geri mína ávirkan
galdandi
hvønn
einasta
dag. Men tað er ikki bara
eg í samgonguni, sum havi
floksfelagar í samgonguni
og á Løgtingið annars, men
eg havi ikki hoyrt nógv frá
teimum, sigur Heðin Morten
sen.
aki@sosialurin.fo
Heðin Mortensen
bjóðar av í kríggj
OPIÐ STRÍÐ Hóast tey eru í sama flokki, fer borgarstjórin í Havn at
gera alt, sum stendur í hansara makt at forða Helenu Dam á Neystabø
at flyta ein part av sjóvinnuútbúgvingunum til Klaksvíkar
Stórur
fyri
munur
Helena Dam á Neysta
bø hevur fleiri ferðir
boðað frá, at eftir
hennara tykki verða
umleggingarnar
ein
stórur fyrimunur fyri
sjóvinnuútbúgving
arnar.
Hon sigur, at út
búgvingarnar
sum
maskinmeistari
og
skipsførari verða upp
stigaðar til bachelor og
samstundis verður ein
sterkur sjóvinnudepil í
Klaksvík.
Annars stendur í
samgonguskjalinum
hjá ABC, at nevnd
skuldi setast at kanna
møguleikarnar fyri at
leggja allar sjóvinnu
útbúgvingar á einum
staði.
Tann nevndin varð
seinni eisini biðin um
at koma við eini mill
umloysn.
Nevndin mælti til
at leggja sjóvinnuút
búgvingarnar í Havn.
Nevndin metti eis
ini, at verða útbúgving
arnar lagdar á tveimum
støðum, verða fakligu,
fíggjarligu og náms
frøðiligu fyrimunirnir
ikki náddir.
Men í svari til Sjúrð
Skaale, løgtingsmann,
sigur landsstýriskvinn
an, at sum landsstýr
iskvinna hevur hon
eisini onnur atlit at
taka.
Og tað er, at hon
hvørki kann ella vil
savna allar sjóvinnu
útbúgvingar í Havn.
Ein orsøk er, at
tá ið skipsførara- og
maskinmeistaraút
búgvingarnar
verða
uppstigaðar til bache
lor, verða skipara- og
maskinistútbúgvingin
sjálvstøðugar útbúgv
ingar, ið ikki náttúrliga
hoyrir heima innan
karmarnar á einum
universiteti.
Tí er ætlanin, at
skipara- og maskinist
útbúgvingin
verða
í Klaksvík burturav,
har skipaður verður
ein
sjóvinnudepil
í
samstarvi við Tekniska
Skúla.
- Tað er eisini ein
sannroynd, at tað er
ikki politiskur meiri
luti í samgonguni fyri
at flyta Klaksvíkar Sjó
mansskúla og Trygdar
miðstøðina til Havnar,
leggur hon afturat.
Tað er
opið kríggj
í Javnaða
rflokkinum
um at flyta
skúlar til
Klaksvíkar
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, fer at stríðast av øllum alvi ímóti ætlanini hjá floksfelaganum, Helenu Dam á Neystabø um at flyta skúlar til Klaksvíkar
Tægast sundur
Tað er ikki bara borgarstjórin í Havn, sum mót
mælir ætlanini at flyta sjóvinnuútbúgvingar úr
Havn til Klaksvíkar.
Tað ger eitt samt Tórshavnar Býráð í einum fe
lags mótmælisskrivi nú fyri stuttum.
Har siga allir býráðslimirnir við ein munn, at teir
mótmæla ætlanini harðliga og at teir halda, at
tað er óskiljandi, at ein vælvirkandi stovnur nú
skal niðurlagast, tá ið øll faklig tilmæli siga, at
tað er neyðugt at styrkja útbúgvingarnar og at
savna fakliga førleikan á einum staði, nevniliga
á Vinnuháskúlanum í Havn.
Øll mótmæla