Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2 14 Sosialurin Kjak Í fjølmiðlunum nú um dagarnar, kunna vit lesa, at Jóhan Heri Joensen heldur at vit politikkara í Eysturoy tosa við tveimum tungum, tá tað verður mót­mælt at Rósa Samuelsen, Lands­ stýriskvinna, ætlar at niður­ leggja umlættings­pláss­ini á Gøtubrá. Fyri at nýta hans­ ara orð, so heldur hann hetta vera ”politiskt skemt á høgum støði”. Hetta førir hann fram, uttan so mikið sum um at hava sett seg inn í málið. Tað harmar meg. Lat okkum taka tað frá einum enda. Gøtu- og Leir­ víkar kommunur tóku tey stóru stig, og bygdu eldra­sam­ býlir. Hetta vóru íløgur fyri uml. 35. mió. kr harav stuðulin frá landinum var 1.3 mió. kr. Eisini hava komm­ununar báðar, og nú Eysturkommuna eisini, verið við at bygd og útbygd Eysturoyar Ellis- og Røktarheim. Umframt tað, so hava komm­unurnar goldið fyri rakstur og náttarvaktirnar á sam­býlunum. Árliga netto­út­ reiðslan av hesum er knappar 2. mió. kr. ella 1.000,- kr. pr. borgara í Eysturkommunu. Tá sambýlini vóru bygd, var ikki tørvur á 26 sam­býlis­ plássum í Gøtu og Leirvík, men Eysturoyar Røktar- og Ellisheim (ERE) manglaði umlættingarpláss, og tí blivu 6 pláss bygd aftur­at i sam­býlinum í Gøtu, og pláss­ini blivu leigaði út til ERE. Støðan er ikki broytt í dag. Enn er tørvur á røktar­ heimsplássum og ikki sam­ býlisplássum. Tí undrar tað okkum, at man nú skal niður­ leggja røktarheimspláss og upprætta nýggj sambýlis­ pláss við tí grundgeving, at tað er betri fyri borgaran. Niðurleggingin hevur einans eitt endamál, nevnuliga at spara landinum pengar. Og tað kann man so hava sínar meiningar um. Eysturkommuna hevur greitt boða frá, at hon góð­ tekur ikki at landið flytir fleiri útreiðslur frá landinum til kommununa, og hevur tískil boða frá, at hon ikki er sinn­ að at rinda fyri nýggj sam­ býlispláss. Tískil verður niður­ legg­­ingin av hesum pláss­um verðuleiki, og Rósa Samuel­ sen sparir nakrar krónir. Greitt ábyrgdarbýti er nakað sum kommunurnar leingi hava eftirlýst. Tískil hevur Eysturkommuna eisini bjóða Almannaráðnum/Nær­ verkinum at umleggja alt Gøtubrá til eitt Røktarheim. Á tann hátt vildi Jóhan Heri Joen­sen eisini fingið sín vilja, nevnuliga við einum ellis­ heimið í Eysturoy afturat. Samstundis vildi Eystur­ kommuna komi niður á áleið sama kostnaðarstøði til eldra­ økið, sum hinar komm­un­ urnar í landinum hava í dag. Lat okkum venda myndini eitt sindur. Kommunurnar hava ábyrgd av barnaøkinum, og sum sagt, ikki av eldra­ økinum. Bleiv Gøtubrá um­ lagt til eitt ellisheim, so vildi kostn­aðurin Eystur­komm­ una rindar til eldraøkið lækka við uml. 1. mió. kr ár­liga, ella niður á uml. 500,- kr. pr. borg­ ara, ið allíkavæl er væl hægri enn t.d. tað sum Fugla­fjarðar kommuna rindar. 1 mió. kr. á eldraøkinum svarar til 2.000,- kr. í barna­ frádrátti. Í staðin fyri at kommunan var noydd at lækka barnafrádráttin við 1.000,- kr í 2011, kundi hon hækka hann við 2.000,- kr. Kundi eisini víst á, at tað eru kommunur, ið rinda millum lítið og onki til eldraøkið í dag. Var Eysturkommuna ein av teimum, so kundu vit hækka barnafrádráttin við 4.000,- kr. og ikki lækka hann fyri 2011. Í staðin fyri rindar komm­ unan knappar 2 mió. kr. til eitt málsøkið, ið ikki eru komm­ unalt, men lands. Orsøk­in til hesa útreiðsluna, kenn­­ir Jóhan Heri Joensen, sum hevur tikið sær av eldra­­øki­ num í sínum loka­løk­ið í mong ár, betri enn undirritaði. Lat ongan misskilja okkum. Eysturkommuna er stolt av og glað fyri tey megn­ ar tøk Gøtu- og Leirvík­ar kommunur hava gjørt. Tað var neyðugt, tí landið røkti ikki sínar skyldur, og tey gomlu sum hava bygd hetta samfelagið upp, lógu óhjálp­in og einsamøll heima, uttan tað røkt teimum er uppiborði. Tað Eysturkommuna mót­ mælir er, at okkara skatta­ borgara skulu áleggjast fleiri útreiðslur til eldraøkið, enn man longu hevur í dag. Og tær útreiðslur skattaborgarin í Eysturkommunu hevur í dag á eldraøkinum, eru millum tvær og fýra ferð størri, enn flestu aðrar kommunur hava. Skal ein umlegging frá røktarheimsplássum til sambýlispláss fara fram, so eigur hon at vera gjørd har tað ikki longu verður rinda í so stóran mun til eldraøkið, sum tað verðu í Eysturkommunu. Men rættast er uttan iva, at landið tóks sær fult og heilt av teimum uppgávum, ið tey varða av. Her millum eisini eldraøkinum. Greitt ábyrgdarbýtið!!! Jóhan Christiansen borgarstjóri Greitt ábyrgdarbýti á eldraøkinum, púra samdur Nei, tað er eingin løtt loysn – men tíðin er komin til at hyggja føroyska samfelagið í kortini og rationalisera. Løkke og Thorning vóru, ígjárkvøldið bæði samd um at okkurt má gerast við øktu útreiðslurnar at reka danska samfelagið. Bæði vóru tey samd um at rationalisera og spara, so danir ikki bara fáa eina bíligari men eisini eina betri almenna umsiting. Hetta er alneyðugt fyri at tryggja donsku vælferðina, sum er hótt av øktum almennum útreiðslum. Í Føroyum Í Føroyum standa vit í somu støðu sum danir. Útreiðslurnar at reka land­ ið eru nógv vaksnar sein­ astu 10 árini. Hyggja vit eftir høvuðstølunum hjá landskassaroknskapinum, vóru inntøkurnar hjá landi­ num 3.767 mió. kr. í ár 2000, meðan útreiðslurnar vóru 3.166 mió. kr. Tað vil siga at húsarhaldið Føroyar tá hevði eitt yvirskot áljóðandi 601 mió. kr. í ár 2000. Síðani ár 2000 vaksa útreiðslurnar skjótt ár undan árið. Inntøkurnar vaksa eisini, men tær megna ikki at vaksa eins nógv og útreiðslurnar. Inntøkurnar í 2009 vórðu 4.535 mió. kr., meðan útreiðsl­urnar eru vaksnar til 5.223 mió. kr. Undirskotið hjá lands­ kassanum var sostatt í 2009 688 mió. kr. Útreiðslurnar vaksa og eingin er glaður Sjálvt um útreiðslurnar eru øktar munandi síðan ár 2000, og hetta skuldi havt við sær, at almenna umsitingin er vorðin tilsvarandi betur, so hava vit ongantíð fyrr hoyrt so nógv ónøgdsemi um manglandi pengar sum nú. Vit hoyra dag og dag­liga í fjølmiðlunum, at stovns­leiðarar gremja seg um manglandi játtan og at føroyskir borgarar eru mis­nøgdir við almennu tænasturnar. Tað er eingn løtt loysn – men vit mugu rationalisera Nei, tað er eingin nem loysn – men tíðin er komin til at hyggja føroyska samfelagið í kortini og rationalisera. Í einum so lítlum landi sum Føroyar eiga vit at ansa væl eftir, at fyrisitingin virkar effektiv, smidlig og tænastu­vinarlig. Samstundis sum hon er tilpassað tey umleið 50.000 fólkini, ið búgva í Føroyum. Tá talan er um rationali­ seringar og sparingar eigur at verða byrja úr erva. Tildømis havi eg víst á, at aðalráðini verða minkað úr 9 til 6 aðalráð. Hetta hevði bara betra um bæði fyrisitingina sjálva og fakliga umhvørvið hjá fyrisitingini. Verða aðalráðini løgd saman, verður tað nógv lættari at fáa samskipað ella leggja stovnar saman við effektivieringum/ sparingum fyri eyga. Lat okkum ikki sita hend­ ur í favn – men lat okkum fara ígongd áðrenn danir aftur gera tað fyri okkum. Okurs útreiðslur ein hóttan fyri vælferðina í Føroyum Kitty May Ellefsen Eins og danir so mugu vit eisini byrja at rationalisera