Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo » - Starvsmannafelagið hart­ ar javn­an ar­beiðs­gev­ar­ar, sum ikki halda sáttmálan, tá størv verða sett, men ikki lýst leys.« Soleiðis byrjaði útvarpið hjá Kring­varp­i­num eitt inn­slag í tíð­ind­a­send­ing­ ini á mid­degi 21. des­em­ber í fjør. Or­søk­in var, at Starvs­ mann­a­fel­ag­ið hevði sett ein kunning­ar­ráð­geva í starv, utt­an at lýsa starvið leyst. Og víðari segði Kring­varp­ ið í inn­slag­num: » - Men Starvsmanna­fel­ag­ ið sær lætt og elegant burtur frá hes­um treytum...« Tann, ið læs tíðindini, var Dia Midjord, sum tá umboðaði starvs­fólk­ini í stýrinum fyri Kring­varp Føroya. Søg­an var góð, tí tað líkist ong­um, at eitt stórt fakfelag van­virð­ir grundleggjandi fak­fel­ags­ rætt­indi. Men her endar logikkurin hjá tíðindadeildini í út­varp­i­ num. Níggju dagar seinni ger leiðsl­an í Kringvarpinum av at seta trý fólk í starv sum tíð­ind­a­leið­ar­ar í eitt ár - utt­ an at lýsa størvini leys, so­ leið­is sum tey sjálvandi eiga at verða. Men hetta sær tíð­ind­a­ deild­in hjá Kringvarpinum ikki sum eina søgu. Tann góða søgan, tey høvdu um Starvs­mann­a­fel­ag­ið - var knapp­liga ikki ein søga, tá tað snúði seg um Kringvarpið. Rás2 setti seg í samband við nýggja tíðindaleiðaran, Beintu Løwe Jacobsen, og spurdi hana, hví hetta ikki var ein søga, at leiðsl­an í Kring­varp­i­num gjørdi sama »brølara« (sam­bært tíð­ind­a­ deild­ini hjá Kring­varp­i­num) sum Starvs­mann­a­fel­ag­ið gjørdi. Svarið frá nýggja tíð­ind­a­ leið­ar­a­num var stutt: »Onga viðmerking!« Vit kunnu so bara stað­ festa, at meðan leiðslan í Kring­varp­i­num - har tíð­inda­ deild­in var um­boð­að, »lætt og elegant sær brut­ur frá grund­ leggj­andi fak­felagstreytum«, so held­ur tíð­ind­a­deildin ­nú, at hetta ikki eru tíð­indi og hevur annars onga við­merk­ ing. Er hetta tann fjórða stats­ makt­in? So kunnu vit bara stað­ festa, at public service út­ varp­ið í Før­oy­um b­læs­ur og hev­ur mjøl í munn­i­num, so tað stend­ur eftirá... Tað vóru sera áhugaverd sjón­ar­mið, sum fyrr­verandi løg­tings- og lands­ stýr­is­mað­ur­in hjá Javn­að­ar­flokk­i­ num, Thom­as Arabo, bar fram í Rás2 í gjár og í Sos­i­alinum í dag, at pol­i­tik­ arar, sum koma fram at vald­i­num, so skjótt gloyma, at alemnna skip­anin er til fyri borgaran og ikki øvugt. Tað er beteinkiligt, at Javn­að­ar­ flokk­urin einki hevur gjørt fyri at minka um og skerja tann alt ov stóru al­mennu umsitingina. Eingin hevur sum Javn­að­ar­flokk­ur­in funn­ist at Finn Nor­man Christensen-bygn­að­i­ num hjá Ed­mund­i Jo­en­sen. Javn­að­ ar­flokk­ur­in sleit samgonguna í 1996 upp á júst hetta málið. Men hvat hev­ ur flokk­ur­in gjørt síðani? Hann hev­ ur nørt um somu almennu um­siting, sum nú telur helvtina so mong að­al­ ráð, sum Finn Norman Christ­en­sen mælti til. Og Thomas Arabo reisir eisini spurn­ingin, hví Javnaðarflokkurin frið­ar hesa alt ov stóru almennu um­sitin­g­. Hví kanaliserar Javn­að­ar­ flokk­ur­in ikki nakrar mill­i­ón­ir frá al­ mennu um­sit­ing­ini til eitt nú heima­ hjálp, sjúkra­røkt og skúl­a­verk­ið? Hví kann Javnaðarflokkurin ikki verða fremsti garanturin fyri, at vit hava eina al­menna umsiting, sum er so lítil og so smidlig, sum hon yv­ir­høv­ ur kann vera? Ein annar trupulleiki hjá Javn­að­ ar­flokk­i­num e­r øv­und­sjúku­skatt­ur­ in. Hetta gav at bíta, nú eykaskattur varð lagd­ur á dugnaligar fyritøkur í fiski- og al­i­vinn­uni við páskoti um, at vit nú hava fingið tilfeingisskatt. Tað er í fínasta ordan við einum til­feing­ is­skatti, men gerið tað so ordi­ligt, og lat­ið vera við í óðum verkum at koma við eini skipan, sum hartar dugn­alig vinn­u­virki, meðan tey ó­dugn­a­ligu sleppa undan. Formaður Javnaðarfloksins er so fok­us­er­að­ur upp á DIS’­ar­a­r, sum sleppa ov lætt. Í staðin fyri at leggj­ ast eftir slík­um bólk­um, prógv­ið so held­ur, at sos­i­al­dem­o­krat­isk­ur pol­i­ tikk­ur kann tryggja væl­ferð­ina. Men prógvið so eisini, at tað kann ger­ast uttan at leggja vinn­uni fót­ongl­ar. Ein skil­a­góð­ur væl­ferð­ar­pol­i­tikk­ur kann bara tryggj­ast, um vinnan fær góðar, trygg­ar og á­lít­andi karm­ar at virka und­ir. Tað kann ongantíð verða eitt sos­i­al­dem­o­krat­iskt mál at kvala tað sunna vinn­u­lívið, tí so kvala tit eis­ini væl­ferðina. Thomas Arabo hevur púra rætt, tá hann sigur, at flokkurin nýtir ov nógva orku upp á fjant og fjas - eins og and­støðan, sum er ov fokuserað upp á at taka burt­ur blokk­stuð­ul­in utt­an at seta nak­að alt­er­n­a­tiv í stað­in - og sum eisini vil nøra eina bólgn­aða al­menna um­siting, sum vit ikki hava ráð at gjalda. Har er eingin reali­tets­ sans­ur held­ur – tíverri. Okkum tørvar skynsamar pol­it­ik­ar­ar, sum bæði kunnu tryggja væl­ferð­i­na og skilja tørvin hjá vinnuni. Øv­und­sjúka og nationalisma hev­ur tí­verri fast­a­tøkur í føroyskum pol­i­tikki. Hví friðar Javnaðar­flokk­ urin almennu umsitingina? Tá Mentamálaráðið og kring­varps­stýrið skrivaðu und­ir public service sátt­ mál­an í heyst varð sam­ stund­is boðað frá, at ein f jøl­miðl­a­komm­issión skuldi set­ast at skriva álit um ver­andi og fram­ tíð­ar støðu fjøl­miðl­anna í Føroyum. Hetta fat­aðu vit á privatu fjøl­miðl­u­num sum eina tátu. Tí lands­stýr­ is­kvinn­an í ment­a­mál­um setti til viks pol­it­isku semj­ una um at fáa skip­að við­ur­ skifti á fjøl­miðl­a­mark­n­að­ i­num, tá hon ikki megn­ar at skapa Kring­varp­i­num neyðugu fígg­ing­ina. Hetta politiska at­gerð­ ar­loysi hevur ta beinl­eið­is avleiðing, at lívs­grund­ar­lag­ ið hjá privatu fjølmiðlunum er hótt. Men fyri at kyrra priv­atu miðlarnar, ætlaði lands­stýr­is­kvinn­an at »seta eina komm­isión«. Nú ein tíð er fráliðin, hev­ ur Sosialurin biðið um inn­lit í arbeiðið við hesi komm­i­si­ ón - og tær ætlanirnar, sum lands­stýr­is­kvinn­an hev­ur. Men her var lítið at heinta. Í innlitssvarinum sig­ur Ment­a­mál­a­ráð­ið, at ráðið hevur í eina tíð ar­beitt inn­ an­hýsis við hesi ætlan, men at enn er kommisiónin ikki sett, og at Mentamálaráðið tí­skil einki tilfar hevur at út­flýggja. Halló Helena Dam á Neyst­a­bø! Ikki ein stavur er skriv­að­ur í mál­i­num um hesa kommisiónina. Tú hev­ ur breiðkað skatta­grund­ar­ lag­ið undir kringvarpinum sam­stundis sum tú tryggjar Kring­varp­i­num­, at tað kann fara í eina beinharða hamr­ andi órættvísa kapping á lýs­ing­ar­markn­að­i­num við 80 mill­i­ón­um almennum skatt­a­krónum í rygginum fyri at jarðleggja privatu miðl­ar­nar í Føroyum. Hvat hugs­ar tú fyri tær? Ætlar tú at tjóðartaka privatu miðl­ ar­nar í Føroyum? Slíkur politikkur er ó­ment­að­ur og sera ó­dem­o­ krat­isk­ur! Nerta ikki umsitingina Kringvarpið blæsur við mjøli í munninum Illa við­ far­in av Jav­ n­aða­r­flokk­ i­num Gerhard Lognberg kjak á síðu 10 Havnin uppiborið virðiligari býráð Jógvan við keldu kjak á síðu 20 Einki gjørt við fjøl­ miðla­kommisión