Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 4 Sosialurin Rólant Waag Dam Mánakvøldið vísir sjón­ varps­rásin DR2 ein doku­ ment­ar­film um Lars Løkke Ras­mussen sum familju­ mann. Ein filmur, har danski for­sætis­ráðharrin hvørki tosar um búskaparpolitik ella eftirløn, men har hyggj­ ar­in fær eitt innlit í ger­ andis­dagin hjá familjuni Løkke Rasmussen. Men hetta fær ikki blíða móttøku millum fleiri danir. Kasper Møller Han­sen, pro­ fessari, á lær­da há­skúla­num í Keyp­man­na­havn, sigur við dansk­ar miðlar, at tað er pro­ ble­mat­iskt, at Lars Løkke Ras­mus­sen fær ein hálvan tíma í bestu senditíð so tætt upp undir fólkatingsvalið. - Tá kanst tú eisini spyrja, um ikki Helle Thorning- Schmidt, Pia Kjærsgaard og aðrir floksformenn ikki ei­si­ ni áttu at fingið ein hálvan tíma í bestu senditíð, tí í slík­um sendingum tosar po­litikk­arin beinleiðis til veljaran, sigur Kasper Møll­er Hansen, pro­fessari í stjørn­ mála­frøði á lær­da há­skúla­ num í Keyp­man­na­havn. Kasper Møller Hansen vísir á, at talan ikki er um krit­isk­an journalistik og um valið longu var útskrivað, hevði DR2 ivaleyst ikki víst film­in. Júst hetta metir DR2 eisini vera ógvuliga av­gerandi, tí um valið var útskrivað, høvdu tey endur­ skoðað skránna og um­hugs­ að ikki at sent sendingina. Men valið er ikki út­ skri­v­að og filmurin um, hvussu Lars Løkke Ras­ mus­sen fær tilveruna sum forsætisráðharri og familju­ maður saman við føroysku Sólr­un Løkke Rasmussen og børnum teirra at hanga sam­an, verður vístur mánakvøldið. Nú ein av okkara ráðgevum hevur tikið við aðrari avbjóðing, søkir Føroya Arbeiðsgevara­ felag eftir ráðgeva til Vinnuhúsið. Ráðgevin skal samskipa og ráðgeva vinnugreinafeløgum, m.a. Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Ráfiskakeyparafelag. Arbeiðið fevnir um at · samskipa uppgávur fyri nevndir í nevndu vinnugreinafeløgum · lýsa mál og gera frágreiðingar · viðgera lógir og kunngerðir · luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum · vera við í fyriskipan av vinnuligum tiltøkum og átøkum Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við leikarar í føroysku vinnuni og við myndugleikar. Vit vænta, at tú · hevur hóskandi hægri útbúgving og arbeiðsroyndir · hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting · dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst · hevur góð samstarvsevni · dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum Vit kunnu lova tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi. Løn eftir avtalu. Skrivlig umsókn, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. januar 2011. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Maritu Rasmussen, tel. 30 99 00. Føroya Arbeiðsgevarafelag Vinnuhúsið Postsmoga 1038, FO­110 Tórshavn Vil tú vera við til at bera verandi vinnu framá? Megnar tú at fara í dýbdina og at arbeiða breitt? Klárar tú at hava fleiri bóltar í luftini í senn og halda høvdið kalt? So er eitt spennandi starv at søkja í Vinnuhúsinum! Ráðgevi til Vinnuhúsið Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnufeløgini. Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og við kunning, sum gevur politiska ávirkan. Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum, sí eisini www.industry.fo. Smærugøta 9A // FO­100 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // Fax: +298 30 99 01 // industry@industry.fo sansir.fo Familjumaðurin kann vinna valið Ein dokumentarfilmur um danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, har hann verður lýstur sum familjumaður, fær atfinningar av donskum serfrøðingum, tí hetta telur til hansara fyrimuns nú fólkatingsvalið nærkast Ein filmur um familjumannin Lars Løkke Rasmussen fær atfinningar í Danmark. Valið er ov nær til slíkar filmar, siga serfrøðingar Mynd: Jens Kristian Vang