fríggjadagur 7. januar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3
8
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Vit eru betonkiligir um
ætlanina at spjaða sjó
vinnuútbúgvingarnar
sundur.
Eyðstein
Djurhuus,
formaður í Skipara- og
Navigatørfelagnum
er
ikki serliga fegin um
ætlanin at flyta ein part
av Vinnuháskúlanum til
Klaksvíkar.
Ella, fyri at tað skal
vera heilt rætt, er hann
ikki ímóti at útbúgvingin
verður í Klaksvík, men
hann er ímóti at hon
verður liðað sundir.
– Vit taka ikki støðu
til, hvar í landinum, skúl
arnir skulu vera. Tað ein
asta vit hava áhuga í, er,
at fakliga støðið er nóg
høgt.
– Tí skulu allar sjó
vinnuútbúvingar vera á
einum og sama staði, tí
annars kemur tað fak
liga støðið í vanda, legg
ur hann afturat.
Knípur við pengum
Orsøkin til, at hann
stúrir
fyri
gongdini,
verður útbúgvingin lið
að sundur, er, at hann er
ikki serliga bjartskygdur
um, at politiski myndug
leikin fer at játta nóg
mikið av pengum til at
varðveita báðar skúlar
nar á einum nóg høgum
støði.
Og hann staðfestir, at
longu sum er knípur tað
við at halda tað fakliga
støðið á tí skúlanum, vit
hava í Havn.
Hann sigur, at orsøkin
til tað er, at hetta eru
skúlar,
sum
krevja
rættiliga nógva og dýra
útgerð.
– Men tað knípur at
fáa játtan til hesa útgerð,
sum krevst fyri at varð
veita fakliga støðið á
skúlanum í Havn.
– Tá ið tað longu nú
gongst illa at halda ein
skúla
dagførdan
við
útgerð, vænta vit ikki, at
hetta verður lættari við
tveimum sjóvinnudepl
um í landinum, sigur
hann.
Verða
útbúgving
arnar spjaddar sundur,
fer tað at seta nógv
størri krøv til politiska
myndugleikan og hann
er ikki vísur í, at politiski
myndugleikin
verður
førur fyri at lúka hesi
krøvini.
Hann vísur eisini á,
at arbeiðsbólkurin, sum
Mentamálaráðið
setti
at viðgera spurningin,
mælti frá at spjaða út
búgvingarnar sundur.
Men politiski mynd
ugleikin hevur so gjørt
tað kortini og hann hev
ur illgrunan av, at hetta
er meiri ein politisk
semja, heldur enn tað er
ein avgerð, sum byggir á
eina fakliga meting.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
– Eg fái ikki ilt av, at partar
av sjóvinnuútbúgvingunum
verður fluttur úr Havn til
Klaksvíkar.
Páll Hansen formaður í
Maskinmeistarafelagnum
hevur onga avgjørda meining
um ætlanina at flyta skipara-
og maskinistskúlan úr Havn
til Klaksvíkar, samstundis
sum at skipsførara- og maskin
meistaraútbúgvingin verður
verandi í Havn, men verður
uppstigað til bachelor.
Men hann leggur dent á,
at spurningurin er ikki við
gjørdur í Maskinmeistara
felagnum og tí tosar hann
bara fyri egnu rokning.
– Eg dugi ikki at síggja tað
stóra problemið, sum hann
málber seg.
Fyrimunur
Hann sigur, at tað kann enn
tá hava sínar fyrimunir við
at flyta hendan partin av
skúlanum til Klaksvíkar.
Hann sigur, at Maskin
meistarafelagið leggur stóran
dent á, at minst ein flokkur av
næmingum verður tikin inn
á maskinist skúlan um árið
fyri at varðveita ein javnan
streym av maskinistum.
– Men hesi síðstu árini
hevur
Vinnuháskúlin
í
Havn havt lyndi til at leypa
maskinistskúlan um við teirri
avleiðing, at næmingar ikki
eru tiknir inn á maskinist
skúlan.
– Heldur ikki í januar í ár
vórðu næmingar tiknir inn
á maskinistskúlan, leggur
hann afturat.
Hann sigur, at hetta er
eitt rák, sum hóvar teimum
í Maskinmeistarafelagnum
serstakliga illa, tí tað kann
bróta fakið niður.
–
Hetta
er
ógvuliga
keðiligt, tí kemur stígur í
maskinistskúlan, kann tað
fáa áhugan fyri fakinum at
fjarða burtur og sostatt er
vandi fyri, at fakið verður
niðurbrotið.
Formaðurin
í
Maskin
meistarafelagnum
heldur
sostatt, at verður maskinist
skúlin fluttur til Klaksvíkar,
kann tað verða ein ávís trygd
fyri, at minst ein flokkur av
næmingum verður tikin inn
um árið og tað sær hann ein
stóran fyrimun í.
Ábyrgd
Men Páll Hansen leggur aft
urat, at verður skúlin fluttur
til Klaksvíkar, krevur tað
eisini, at politikararnir eru
serstakliga
tilvitaðir
um
ábyrgdina teir hava fyri skúl
anum.
– Hetta er ein skúli, sum
krevur nógva útgerð, men
tað knípur longu sum er at
játta nóg mikið av pengum
til útgerð og amboð til
Vinnuháskúlanum, vit hava
í Havn,
– Tí mugu politikarar gera
sær greitt, at verður ein part
ur av skúlanum fluttur, mugu
teir eisini vera til reiðar at
játta pengar til neyðuga út
gerð og amboð, sigur Páll
Hansen.
Hinvegin hevur tað eis
ini verðið ført fram, at tað
verður eitt bakkast fyri
fakliga umhvørvið at flyta
skúlan til Klaksvíkar heldur
enn at varðveita ein sterkan,
fakligan depil í Havn.
Men tað heldur formaðurin
í Maskinmeistarafelagnum
ikki verður nakar trupulleiki,
tí útbúgvingarnar eru ikki
ókendar í Klaksvík og verður
skúlin mentur í Klaksvík,
mennist tað fakliga um
hvørvið eisini.
aki@sosialurin.fo
Stúra fyri
pengunum
SKÚLAFLUTNINGUR For
maðurin í Skipara- og
Navigatørfelagnum er ikki
fegin um ætlanina at flyta
ein part av Vinnuháskúl
anum til Klaksvíkar
Eg fái ikki ilt av at
flyta til Klaksvíkar
SKÚLAFLUTNINGUR Formaðurin í Maskinmeistarafelagum
sær onki forgjørt í at flyta ein part av Vinnuháskúlanum til
Klaksvíkar, men politikarar mugu verða greiðir yvir sína ábyrgd
Vit eru betonkiligir
Fakliga støðið
kemur í vanda
Í Klaksvík verður
kanska størri trygd
Hetta er ógvuliga
keðiligt
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum sær ikki tað stóra problemið, men
formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum er øgiliga betonkiligir um
ætlanina at skipa ein sjóvinnudepil í Klaksvík afturat tí, vit hava í Havn. Men
báðir eru samdir um, at hetta fer at seta stór krøv til politikararnar