fríggjadagur 7. januar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað er Vága Floghavn, sum
eigur allar fasilitetir vesturi á
flogvøllinum, og hesir verða
so lisiteraðir út til feløg og
fyritøkur at reka.
Ein av hesum fasilitetum
er kafeteria, og frá fyrsta
januar at rokna, er tað Dvøljan
hjá Havgrími Johannesen, ið
rekur matstaðið.
– Vit hava ætlanir um at
broyta alt umhvørvið og lyfta
tað upp á eitt hægri støði. Vit
hava jú royndir við Sunset,
Burger King og Baresso, og
vit fara at taka tað besta
frá hesum trimum og flyta
tað vestur á flogvøllin, sigur
Havgrímur Johannesen.
Vága Floghavn vildi hava
tænastustøðið sett upp, og
tá Havgrímur Johannesen
hevur drúgvar royndir á
økjunum innan omanfyri
nevndu, umframt at hann
eisini eigur dansistaðið Deep,
sum gevur royndir innan út
skeinking, kom hann inn í
myndina.
– Vit fara so nú undir eina
umbygging, sum fer at gera
tænastustøðið nógv hægri,
og gongur alt sum ætlað,
letur staðið upp av nýggjum
fyrst í mars mánað, sigur
Havgrímur Johannesen.
Ein av eyðsýndu broyting
unum verður, at partur av
diskøkinum verður ein barr
við barrstólum.
– Kafeteria hevur fult
skeinkiloyvi, men tað hevur
ikki verið týðiligt hjá teimum,
sum ferðast um flogvøllin.
Hetta fer at verða skipað við
einari veruligari barr, har
ymsu sløgini verða sjónlig
og kundin kann síggja, hvat
er at velja ímillum, sigur Hav
grímur Johannesen.
Útboðið
verður
eisini
nógv baserað upp á kaffi.
– Vit fara at hava nýmalið
kaffi, og vit fara at hava øll
tey ymisku kaffisløgini sum
espresso, cafe latte, capucino,
stutt sagt øll sløg, sum vit
hava í Baresso í Havn, sigur
Havgrímur Johannesen.
Lammhults Lounge
Reint fysiskt verður økið
ikki so ógvuliga nógv broytt,
men kosmetiskt verður stór
broyting.
– Sum eg nevndi verður
ein partur av matarøkinum
gjørt til barr, men eitt annað,
sum fer at lyfta støðið ógvu
liga nógv, er ein nýggj lounge.
Hetta verður ein lounge sum
verður lyft upp frá gólvinum,
og har verða flottir designara
møblar hjá fólki at hvíla í, sigur
Havgrímur Johannesen.
Hann hevur sett seg í
samband við kendu svensku
møbil designarafyritøkuna
Lammhults, sum skal møbl
era lounge’ina.
– Vit vilja fegin lyfta
støðið upp á eitt altjóða støði,
og tí gera vit rættiliga stórar
íløgur í hesa lounge’ina. Og
sjálvt um vit vita, at hendan
umbyggingin verðu rivin
niður aftur um trý ár, tá út
byggingin av flogvøllinum
skal verða liðug, so er her
talan um møblar, sum vit
kunnu flyta yvir í nýggju
hølini, sigur Havgrímur Jo
hannesen.
Hann hevur gjørt avtalu við
svensku fyritøkuna sum ber
í sær, at nýggja lounge’in fær
heitið Lammhults Lounge.
Eisini verður spæliplássið
dagført frá at vera ein rusji
bani til at verða eitt veruligt
spælipláss.
Opið tá flogið verður
Umbyggingin av umhvørvin
um avmarkar seg eitt sindur
sjálv, tí um trý ár stendur
nýggi terminalurin liðugur,
og tí verður hildið eitt sindur
aftur.
– Men sum nevnt, so
kunnu møblar og ymsu
maskinurnar jú flytast í
nýggja terminalin, so har
verður ikki spart, sigur Hav
grímur Johannesen.
Hann ætlar í fyrsta um
fari at hava sama tal av
starvsfólkum.
– Vit hava gjørt avtalu
við leiðaran og starvsfólkini,
sum eru, um at flyta við, men
vónandi fer hækkaða tæn
astustøðið at føra til størri
virksemi, sigur Havgrímur
Johannesen.
Tað ferðast eini 230.000
ferðafólk um flogvøllin til
samans, íroknað leiguflogfør
og tyrluflúgving til og frá
boripallum.
– Eitt, sum vit fara at
leggja okkum rættiliga eftir,
er at hava opið, tá flogferðsla
er, og sum eitt minimum fara
vit at hava opið til regluligu
ruturnar, sigur Havgrímur
Johannesen.
Eingin flogvøllur uttan
eina kiosk, og hon verður
sjálvandi eisini í nýggja kon
septinum.
– Vit fara at hava alt tað,
sum hoyrir til í einum kafe
teria á einum flogvølli, og
vónandi stendu alt liðugt
fyrst í mars, sigur Hav
grímur Johannesen, stjóri í
Dvøljuni.
Skal lyftast upp
á altjóða støði
Fyrsta januar yvirtók Havgrímur Johannesen raksturin av kafeteria á flogvøllinum,
og fyrst í mars letur nýtt og framkomið kafeteria upp á altjóða støði
Umhvørvið verður nakað broytt og tænastustøðið verður lyft upp á altjóða stig
Mynd: Álvur Haraldsen