Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 Sosialurin Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Talgilda heilsuskipanin er ein tøknilig kollvelting av informa­ tións- og arbeiðs­­gongdum í heilsu­ verki­num. Hon bindur kommunu­ lækn­arnar og starvs­­fólkini á øllum sjúkrahúsunum sam­an í eina samanhangandi informa­ tiónsskipan, har allir neyðugir upplýsingar um sjúklingin finnast, og sum tey autoriseraðu heilsu­ starvs­fólkini fáa atgongd til í somu løtu, tey skulu brúka teir. Ítøkilig dømi um stóru fyrimunirnar Hvat alt hetta snýr seg um, kann kanska best lýsast við nøkrum ítøkiligum dømum: • Viðgerðin av sjúkling­um verður samskipað frá fyrstu ferð teir fáa sam­band við heilsu­ verkið – framm­anundan lógu journalir spjaddar í ymisk­um arkivum, í ymiskum líki, við ymiskum upp­lýsing­um og við ymiskari uppdatering. • Skjótari og lættari hjá heilsustarvsfólkunum at fáa fatur á teim røttu og dagførdu upp­lýsing­unum, og í rættari tíð. Tað slepst undan seink­ andi spill­tíð at leita í ymiskum journal­um, og hartil veit heilsu­ starvsfólkið, at nú eru upp­ lýsing­arnir altíð komplettir. • Minni vandi fyri feilum, størri effektivitetur, betri kvalitetur og minking av fløskuhálsum millum ymiskar partar av heilsu­verkinum. Tað gevur betri møgu­leikar fyri at sjúk­ ling­urin kann fáa ta røttu við­ gerðina skjótast gjørligt. • Sum dømi kemur ein hjarta­ sjúklingur inn akutt – nú ber til at síggja, um hann hevur verið hjá komm­unulækna, evt. hvat medisin hann hevur fing­ið ordinerað umframt aðrar hjálpi­upplýsingar frá kommunulæknanum. • Ávaringarupplýsingar koma at standa fremst í upp­lýsing­ unum. Kemur heilsu­starvs­ fólk t.d. til at ordinera skeivt medisin, sum sjúk­ling­urin ikki tolir, so reagerar og ávarar skipan­in, eisini um man ordiner­ ar medisin, sum mót­virk­ar ella for­sterkar medisin, man fær framman­undan. • Man sleppur undan at taka royndir sum t.d. blóð­royndir og rønt­gen­kanningar uppí saman aftur, ella geva somu for­klár­ ingar uppísaman­aftur, um man skal frá ein­­um heilsu­starvsfólki til eitt annað, kanska enn­­tá sama stað og sama dag. • Við THS skal sjúkling­urin aktivt taka støðu til, um tað skal gevast loyvi til, at ávísir upplýs­ingar skulu kunna gev­ast víðari til onnur heilsustarvsfólk. Tvs. at sjúklingurin kann geva boð um, at ávísir upp­lýsingar um hann skulu loynistemplast (hetta hevur áður ikki borið til). • Eini 80% av øllum labora­toriu­ kanningum, røntgen­kann­ing­um o.t. á sjúkra­húsunum eru um­ bidnar av kommunu­læknu­num. Teir hava tí brúk fyri ein­um bein­­leiðis elektron­iskum sam­ bandi fyri at fáa øll úrslit bein­an­ vegin. Tað fáa teir við THS. Samstundis nýggj laboratoriu- og røntgenskipan Tað sum gevur nýggju tal­gildu heilsu­skipanini enn størri fyri­ munir enn annars, er at vit eisini – samstundis sum vit hava uppbygt THS – hava framt kollveltandi nú­­­ tím­ans­gerð og talgilding av allari laboratoriu­skipani og røntgen­ skipanini. So upp­lýsingar frá laboratoriu- og røngenkanningum nú eru atkomiligir í THS og tøkir hjá heilsustarvsfólkunum, í somu stund sum kanningarúrslitini fyriliggja. Framt eftir verklagslóg frá 2004 Fyrsta stigið til THS varð tikið við verklagslóg, sum undirritaði sum lands­stýris­maður legði fyri løgtingið í 2004 og varð einmælt sam­tykt. Síðan fór ein drúgv prosess ígongd, við at út­vega tøkniligu amboðini, upp­­­byggja skipanina við tillaging­ um til tørvin og fyri­­treytirnar hjá føroysku heilsu­starvsfólkunum, og síðani at taka hana stigvíst í nýtslu á ymisku eindunum í heilsu­ verkinum, alt í tøttum samstarvi við avvarandi myndug­leikar, m.a. við atliti til trygd fyri persónligu upp­lýsingunum hjá føroysku sjúklingunum. Nú kunnu vit ynskja tillukku! Eg skal viðganga, at tað var ikki heilt uttan bivandi hjarta, at farið varð undir hesa stórtøknu og kostn­ aðarmiklu verkætlan. Vit vistu, at tað fór at verða ein ómeta­liga stór, torfør og tung upp­gáva at fáa alt at eydnast. Vandin fyri fiasko var til staðar vistu vit frá nógvum ringum roynd­um í øðrum londum, í Norðan­ londum eins og aðraðstaðni víða um heimin. Við dirvi og áræði varð farið undir uppgávuna. Trupul­leikar hava sanniliga verið á vegnum. Men við greið­um málum og við at leggja orku og sál í arbeiðið er tað nú eydnast, so vit kunnu siga tillukku, bæði til politisku skipan­ ina, fyrisitingarligu og heilsu­ fakligu leiðslurnar og til øll heilsu­ starvsfólkini, sum heilhugað hava luttikið frá fyrsta degi og gjørt ætlanina til veruleika. Vit eru tey fyrstu, sum hava fingið tað at eydnast! Vit kunnu eisini vera stolt av hesum frambroti! Við hesum tekur føroyska heilsuverkið tøkniliga eitt stig fram um heilsuverkið í øllum øðrum londum, tí vit verða tey fyrstu sum megna í eini og somu skipan at fremja eina tøkni­liga samansjóðing av heilsu­verkinum í eina saman­­­­hangandi skipan. Jú, tað finnast talgildar heilsu­skipanir eisini aðrastaðni. Men onga­­staðni í eini og somu skipan. Alla aðrastaðni hava tey verið noydd at upp­byggja nógvar ymsar skipanir, og so roynt at byggja brúgvar millum teirra – tað er nógv kostnaðar­miklari og hevur langt frá sama funktionalitet, sum var alt í eini skipan sum hjá okkum. Eitt er tøkni – framtíðar­útlitini eru í okkara evnum Tá THS verður lýst sum ein tøknilig skipan, er tað ikki heilt rætt. Sum ein av oddamonnunum í verkætlanini, Jóannes Erik Køtlum einaferð segði við meg: “Tað er 20% teknologi og 80% organisatión.” Eitt er at keypa og installera teldubúna og forrit – Eitt annað og nógv størri er at fáa øll heilsustarvsfólk at skipa sítt arbeiði og sam­starv sínámillum – á einum stovni og millum allar stovnar - til at gagnnýta og áhald­andi menna teir stóru møguleikarnar, sum útbúnað­urin veitir. Tí tað er ikki í sjálvari tøknini, men í okkara evnum og mátanum, vit megna at brúka tøknina, at tey veruligu framtíðarútlitini eru at finna. Talgilda heilsuskipanin størsta tøkniliga frambrotið nakrantíð í føroyska heilsuverkinum Eitt tað størsta bragdið í føroyskari heilsuverksøgu verður framt nú, ið sonevnda talgilda heilsuskipanin, THS, er sett í verk í øllum heilsuverkinum. Henda slóðbrótandi verkætlan verður fullførd, nú eisini Psykiatriski Depilin sum síðsta eindin í føroyska heilsuverkinum er tikin við í THS