Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. januar 2011 · Nr. 3 28 Sosialurin Jan Müller Hetta stendur í eini frá­greið­ ing, sum ein bretsk ting­ nevnd júst hevur latið úr hond­um, eftir at Green­peace herfyri fór í rættin í London fyri at banna øllum framtíðar boringum á djúp­um vatni. Frágreiðingin kem­ur eisini til ta niðurstøðu, at eitt full­ komið bann móti bor­ing á djúpum vatni fer at undir­ grava framtíðar orkutrygdina í Bretlandi. Tí verður ikki tikið undir við kravinum frá Greenpeace, men kort­ ini mælir frágreiðingin olju­myndug­leikunum til at end­ur­skoða nógvar av treyt­ un­um, sum oljufeløgini í dag virka undir. Frágreiðingin finst at oljuídnaðinum fyri ikki at vera nóg nógv á varð­haldi í slíkum førum sum Macondo­ óhappinum í Meksiko­ flógvanum. Eisini verður ávar­að ímóti, at Bretland fer at hava trupulleikar at tackla eitt óhapp av sama slag sum tað í Meksikoflógvanum verð­ur einki munagott gjørt fyri at endurskoða um­hvørv­ is­krøvini. – Stórur ivi er um, hvussu væl egnað verjuútgerð móti oljudálking er í einum veður­bardum øki sum havið vestan fyri Hetland stendur í frá­greiðingini. Oljublaðið Uppstream end­urgevur bretska olju­ mála­ráðharran Chris Hume fyri at siga, at hann er sera fegin um frágreiðingina og hennara mongu niðurstøður og tilmæli, ikki minst nú frágreiðingin sigur, at tað er ikki haldbart at banna boring á djúpum vatni. Prógva størri peningatrygd Ein av tilráðingunum frá ting­ nevndini er, at tað verða sett størri krøv til oljufeløgini, tá tey í framtíðina fáa tillutað leitiloyvi á djúpum vatni, eitt nú at tey kunnu prógva, at tey eru før fyri at rinda fyri at rudda upp eftir møguligar dálkivanlukkur. – Vit viðganga, at slík nýggj krøv kunnu gera tað dýrari at gera íløgur í framtíðar olju- og gassframleiðslu í bretskum øki og heita tí á skattamyndugleikarnar at hava hetta í huga í sambandi við skatting av oljuvirksemi á slíkum leiðum sigur orku­ málaráðharrin. Meðan oljuvinnan tekur væl ímóti frágreiðingini sum heild, so stendur Green­peace spyrjandi. – Henda frá­greið­ ingin kemur við nógvum orsøkum til, at tað er rætt at banna boring, men kortini er niðurstøðan júst tann øv­ ugta sigur eitt umboð fyri Greenpeace sambært Upp­ stream. Ein av niðurstøðunum hjá tingnevndini er, at bretsku reglurnar fyri endur­gjalds­ ábyrgd eru ikki nóg greiðar, og at tað í ringasta føri kann henda, at tað verður skattagjaldarin, sum kemur at gjalda gildið eftir eina van­ lukku og ikki oljufeløgini. Frágreiðingin setur tí eisini eitt stórt spurnartekin við upphæddina at veita trygd móti dálking hjá fyri­ støðufeløgunum, sum í dag er uppá 250 milliónir dollarar. Herfyri kunngjørdi bretska blaðið The Guard­i­ an partar úr eini um­hvørvis­ frágreiðing, sum oljufelagið Chevron hevði gjørt til bretskar myndugleikar í sam­bandi við tess nýggjastu boring á Lagavullinleiðini norðan fyri Hetland og skamt frá føroyska markinum. Ì frágreiðingini verður sagt, at skuldi ein vanlukka komið fyri av sama slag sum hon í Meksikoflógvanum so hevði tað fingið álvarsligar fylgjur fyri umhvørvið og oljan hevði rokkið bæði Føroyum og Noregi umframt Bretlandi. Skuldi tað ringasta hent, so hevði felagið ikki verið ført fyri at stegða eini umfatandi dálking. Seinasta frágreiðingin tekur nettupp útgangasstøði út frá tí ringasta sum kann henda. So heldur enn at banna boring kemur hon til nógvar tilráðingar um, hvussu ídnaðurin kann fyri­ byrgja eini vanlukku. Og tað verður nú upp til olju­ myndugleikarnar at seta hesar tilráðingar í verk so ella so. Føroyar læra av bretum? Ein reyður tráður gjøgnum seinastu frágreiðingina frá bretsku tingnevndini er, at tað aftur og aftur verður víst til veðurbardu økini vestan fyri Hetland, sum jú í mongum førum eru mein­lík teimum á føroyska land­grunninum. Í løtuni er bretski oljuídnaðurin í ferð við at menna tryggari og betri skipanir til útgerð­ ina á havbotninum eftir vanlukkuna í Meksiko­flógv­ anum – eisini ein menning, sum oljufeløg, ið arbeiða í føroyskum øki í framtíðini, kunnu gera sær dælt av. Nakað líknandi hava vit longu sæð í verki, tá ENI, eftir at tað hevði sett hol á Anne Marie brunnin í heyst, steðgaði boringini fyri at uppgradera alla trygd­ar­ ventil­útgerðina á hav­botn­ in­um. Í hvønn mun nýggju bretsku krøvini til oljuleiting á djúpum vatni vestan fyri Het­land eisini fara at fáa føroyska oljumyndugleikar at endurskoða sínar reglur og skipanir og uppgradera síni krøv sigur henda søga einki um – enn. Tað verður tó áhugavert at fylgja við í hesum. Øll frágreiðingin hjá bretsku tingnevndini, sum tyk­ist at hava fingið góða mót­tøku sambært Shetland Times, er at finna her: http://www.publications. parliament.uk/pa/ cm201011/cmselect/ cmenergy/450/45002.htm 55jan@sosialurin.fo Fleiri krøv til olju­feløg men einki boribann Boring Bretskir tinglimir mæla til at seta í verk nýggj krøv í sambandi við oljuleiting á djúpum vatni í Norðsjónum og vestan fyri Hetland fyri at forða fyri eini umhvørvisvanlukku lík henni í Meksikoflógvanum. Teir eru tó ímóti at seta í verk fullkomið bann móti boring. Krøvini til boring á djúpum vatni vestan fyri Hetland fara í framtíðini at vera herd, tó at boring ikki verður bannað. Áhugavert verður at frætta, hvat føroyskir oljumyndugleikar fara at fyritaka sær í so máta. Men vanlukkan í Meksikoflógvanum hevur longu fingið avleiðingar fyri boring við Føroyar. Áðrenn ENI av álvara fór undir at bora í heyst var trygdarventilurin broyttur og uppgraderaður fyri tíggjutals milliónir krónur. Nýtt gass­ fund nær markið Jan Müller Franska oljufelagið Total hevur gjørt enn eitt gassfund vestan fyri Hetland. Hetta sigur felagið frá í tíðindaskrivi. Tal­an er um eitt fund ikki so langt frá Lagg­an og Tormore gass­keldunum, sum fe­lagið er í ferð við at út­byggja til fram­ leiðslu. Hesi liggja ikki so langt frá før­ oyska markinum. Nýggjasta fund­ ið Edradour kem­ur væl við hjá fe­lag­ num og tess partn­ ara DONG. Total er fyr­i­støðu­felag og eig­ur 75%, með­ an Dong eigur hini 25%. Total er júst í ferð við ta fyrstu gass­út­bygg­ing­ina vest­an fyri Het­ land, sum er mett at kosta um­leið 20 milli­ard­ir krón­ur. Fyrsta gass­ið er vænt­að í 2014. Í løt­ uni verð­ur ein risa­ stór gassverksmiðja bygd í Hetlandi at taka ímóti gass­in­ um. At nýggj gass­ fund verða gjørd í granna­lagn­um kem­ur væl við, tí hesi kunnu so bind­ ast uppí høvuðs­út­ búnaðin á Laggan­ felt­inum. Tað ger so stóru íløguna trygg­ari. Hetta eru eisini góð tíðindi fyri før­ oyska oljufelagið Faroe Petroleum, sum herfyri fekk til­lut­að eitt leiti­ loyvi nær­hendis Edraour­fund­in­ um, kall­að Aileen. Hetta loyvi hevur Faroe Petrol­eum sam­an við týska fe­lag­num EON. FP er fyri­støðufelag og hava bæði feløg­ ini 50% ogn­arlut hvør. Graham Ste­ wart, stjóri í Faroe Petroleum er bjart­ skygdur um Aileen, sum liggur tætt við eitt annað loyvi hjá felagnum, Freya, ið helst verður borað í næstu framtíð. Mett verður at har er heldur olja enn gass. jan@sosialurin.fo